mánadagur 20. desember 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 20. desember · Nr. 174
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Uni Holm Johannesen
Tað er sagt, at tað var eitt stórt
bragd, at Pál Joensen yvirhøvur
hevði svomið seg í finaluna.
Tað er sjálvsagt rætt.
Men úrslitið í finaluni var ikki
nøkt andi. Fleiri høvdu vónir um
heiðurs merki, men vágbingurin var
langt frá ovastu plássunum.
Misti skjótt
Pál Joensen svam undir liðini
á Glæsner, Colbertaldo og Gyurta
fyrstu 400 metrarnar.
Tá dragnaði vágbingurin í smá
um, og hann gjørdi lítið um seg.
Glæsner, Colbertaldo og Gyurta
togaðust um oddasessin. Glæsner
var fremstur leingi, men hinir fóru
frá honum, tá 1100 metrar vóru
lagdir afturum.
Glæsner vann seg aftur, og kom
fyrstur á málið í finaluni.
Pál dragnaði
skjótt
Svimjing Pál Joensen var við teimum fremstu
fyrstu 400 metrarnar. Síðan dragnaði hann, og
vágbingurin átti ein friðarligan leiklut
Uni Holm Johannesen
Tað var tætt í oddinum.
Mads Glæsner, Frederico
Colbertaldo og Gergely Guerta
togað ust
um
oddasessin.
Glæsner legði bragdliga fyri,
áðr enn hinir fóru frá honum,
men danin stríddi seg aftur og
kom fyrstur á málið í finaluni.
Tíðin
hjá
Glæsner
var
14.29.52.
Tað var gott og væl fimm
sekund aftan fyri Oussama
Mellouli, Tunesia, sum svam
teinin við tíðini 14:24.16 í inn
leiðandi riðlinum.
Hann var ikki við í final
uni, tí FINA, altjóða svimji
sam bandið, kendi einki til til
meldingartíðina. Tíðin, hann
svam í innleiðandi riðlinum,
stíð við, og hann fekk tí handað
gullheiðursmerki.
Men silvurheiðursmerki hjá
Glæsner er sannliga eitt bragd,
heldur hann sjálvur.
– Tað er eingin ivi um,
at hetta er mítt besta úrslit
nakr antíð. Eg fari ongantíð at
gloyma hetta, sigur Glæsner
við Ekstra Blaðið.
22 ára gamli danin vísir á, at
seinastu 500 metrarnir vóru
teir strævnastu í hansara lívi.
– Eg vildi ikki geva upp. Eg
vildi ikki fara vónbrotin til hús.
Eg skuldi hava eitt heiðurs
merki, sigur hann.
uni@sosialurin.fo
Glæsner
er ovur
fegin
Svimjing Mads Glæsner svam
eitt silvurheiðursmerki til
Danmarkar. – Hetta er mítt besta
úrslit nakrantíð, sigur hann
Mads Glæsner
Pál Joensen var væl við fyrstu 400 metrarnar, men dragnaði síðan nakað. Tað er tó
eitt stórt bragd at vágbingurin yvirhøvur hevði svomið seg í finaluna
Oussama Mellouli var ikki við í
finaluni í 1500 metra frí.
Hann vann tó gullheiðurs
merki.
FINA, altjóða svimjisam
bandið, boðaði frá, at hansara
tilmeldingartíð var ókend.
Mellouli svam í innleiðandi
riðlinum og kom á málið við
tíð ini 14:24:71.
Tað er næstbesta tíðin í
heim inum í ár. Mellouli hevur,
sambært svimjing.com, verið
slitin seinastu vikurnar. Tað
var eitt vónbrot, at hann ikki
vann seg í finaluna í 400 metra
frí undir World Cup fyri trim
um vikum síðan.
Hann reisti seg væl og virð
iliga aftur hesaferð.
FINA kennir ikki
tilmeldingartíðina
Topp 20 sviMjarar í heiMiNuM
1. Oussama Mellouli . . . . . . . . . . . .Tunesia. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:24.16
2. Mads Glæsner . . . . . . . . . . . . . .Danmark . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:29.52
3. Gergely Gyurta. . . . . . . . . . . . . .Ungarn . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:31.47
4. Federico Colbertaldo . . . . . . . . . .Italia . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:33.92
5. Peter Vanderkaay . . . . . . . . . . . .USA. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:35.25
6. Sébastian Roualt . . . . . . . . . . . .Frakland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:42.79
7. Ahmed Mathlouthi. . . . . . . . . . . .Tunesia. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:43.25
8. Lucas Kanieski . . . . . . . . . . . . . .Brasilia . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:45.51
9. Sean Ryan . . . . . . . . . . . . . . . .USA. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:46.38
10. Heerden Herman . . . . . . . . . . . .Russland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:50.10
11. Samuel Pizzetti . . . . . . . . . . . .Italia . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:52.81
12. Jun Dai . . . . . . . . . . . . . . . . .Kina. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:53.80
13. Pál Joensen . . . . . . . . . . . . . Føroyar . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:54.94
14. Cristian Quintero. . . . . . . . . . . .Venezuela . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 14:58.50
15. Jose Enderica Salgado . . . . . . . . .Spania . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15:04.41
16. Alejandro Gomez. . . . . . . . . . . .Venezuela . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15:06.80
17. Sergiy Frolov . . . . . . . . . . . . . .Ukreina. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15:07.74
18. Sergey Bolshakov . . . . . . . . . . .Russland . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15:09.15
19. Christian Scherubl . . . . . . . . . . .Eysturríki. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15:12.63
20. Ventsislav Aydarski . . . . . . . . . .Bulgaria . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 15:16.37