mánadagur 20. desember 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 20. desember 2010 · Nr. 174
Sosialurin
Jólablaðið
– Vit lærdu hendan sálmin uttanat
uppundir jól í skúlanum við
Gjógv, tá eg var barn, sigur Sofus
Johannesen, sum framvegis býr í
heimbygd síni.
Jógvan Dánjalsson – Kvívíks
Jógvan – hevur yrkt sálmin. Kví
víks Jógvan var, sum navnið
sigur, ættaður úr Kvívík, men
kom sum ungur til Gjáar at vera
húskallur í Lon. Hetta var aftan
á stóra skaðadagin í 1870, tá tvey
áttamannafør frá Gjógv gingu
burtur, og umleið helvtin av monn
unum í bygdini sjólótust. Kvívíks
Jógvan giftist við Gjógv og búði í
Lon til hann doyði í 1926.
Kvívíks Jógvan var góður yrkjari,
og hann yrkti bæði sálmar, sangir
og kvæðir. Kvæði um kópakonuna
í Mikladali er millum tey kendu hjá
honum.
Sum barn var eg stoltur av, at ein
“gjáarmaður” hevði yrkt hendan
sálmin, og helst er tað eisini orsøkin
til, at mær altíð hevur dámt hann.
Eg haldi eisini, at hann er væl
yrktur og hevur eitt vakurt lag.
Hesin sálmurin verður altíð
sungin í Gjáar kirkju jólakvøld. Tá
Emil Olsen sum nýggjur prestur
hevði gudstænastu fyrstu ferð
jólakvøld við Gjógv fyri 27 árum
síðani, var hesi sálmurin ikki mill
um teirra, ið sungin var hetta
kvøldið. Tað fall fleiri fyri bróstið,
tí hesin sálmurin var fastur partur
av jólahaldinum í bygdini, og átti at
vera sungin í kirkjuni jólakvøld. Tað
mundu vera fleiri, ið orðaðu tað við
prest, og eg haldi, at onkur segði tað
nokk so kontant við hann.
Síðani hevur hesin sálmurin
aftur
verið
fastur
partur
av
gudstænastuni við Gjógv jólakvøld,
og fyri mær gevur hann jólunum
ein serligan hugna!, sigur Sofus
Johannesen.
Hetta er mín jólasangur
Sofus Johannesen: Til kristin fólk á foldum her
Til kristin fólk á foldum her
nú jóladagur gleði ber,
tí Jesus læt seg føða.
Maria moy í heim hann bar,
og jólanátt hann føddur var,
sum skriftin um man røða.
Einglar syngja, tí alvísa
Guði prísa,
frið teir boða
teim, sum Harrans náði skoða.
2. Brátt verðin gjørdist honum
trong,
ein krubba var hans fyrsta song
og spjarrar vøgguklæði;
hann átti ikki kongaslott,
men fjósið tóktist honum gott,
sum tó var sveinur frægi.
Lítið ansast besti lutur,
hægsti gudur,
her av mongum.
Jesus finst í høli trongum.
3. Í heimi her hann vaks til mans,
so fáir góvu honum ans,
men óvinir hann hevði;
um síni tungu lívsins kor
úttalaði hann hesi orð,
tá hann á sinni segði:
Villur revur holu eigur,
fuglur reiður,
eg ei náddi
hvíla høvur mítt á kodda.
4. So lítið verðin unti tær,
hvat skal hon tá væl unna mær,
sum eri mikið minni?
Nóg mikið lærusveini er,
tú fylgir honum á hans ferð,
um úti ella inni.
Harri, lær meg tolin vera,
glaður bera
til mín enda
tað, tú sjálvur mær vilt senda.
Jógvan Dánialsson
Til kristin fólk á foldum her
Errin
– Sum barn var eg stoltur av, at ein
“gjáarmaður” hevði yrkt sálmin “Til
kristin fólk á foldum her”, og helst
er tað eisini orsøkin til, at mær altíð
hevur dámt hann. Eg haldi eisini,
at hann er væl yrktur og hevur eitt
vakurt lag, sigur Sofus Johannesen
Skippa venjingina
við góðari samvitsku
Hesa tíðina eru vit fleiri, ið ikki
fáa rørt okkum so nógv, sum vit
kanska høvdu kunnað hugsað
okkum. Men eingin orsøk er at
stúra, tí tey tingini, vit gera til jóla,
seta eisini gongd á forbrenningina.
Vit hava við fyrivarni kannað,
hvussu nógv ymsir jólaligir
aktivitetir geva.
Hvussu nógv forbrennir tú av at :
kelda www.iform.dk
Gera jólareint í ein tíma?
Ein kvinna, sum vigar 60 kg
brennir 540 kaloriur og ein, sum
vigar 70 kg, brennir 600 kaloriur.
Treytin er, at tú ert í fullsving
allatíðina, og vaskar bæði uppi og
niðri.
Skreiða í ein tíma?
Ein kvinna, sum vigar 60 kg
brennir 780 kaloriur og ein, sum
vigar 70 kg brennir 840. Treytin
er, at tú sjálv rennur niðan aftur
brekkuna og ikki letur mannin
draga teg.
Dansa um jólatræið
í 30 minuttir?
Ein kvinna, sum vigar 60 kg
brennir 180 kaloriur og ein, sum
vigar 70 kg brennir 210 kaloriur.
Treytin er, at tað er tempo á
dansingini, og at tit eisini taka
sangir, ið hava tekin, t.d. "vit ganga
runt um ein baraldarrunn".
Keypa jólagávur
í ein tíma?
Ein kvinna, sum vigar 60 kg
brennir 420 kaloriur og ein, sum
vigar 70 kg brennir 480 kaloriur.
Treytin er, at tú gongur skjótt
millum handlarnar, og ikki keypur
holokøkur og eitt stórt krúss av
kakao við róma, tá tú verður køld.
Mussast undir
mistilteininum í
10 minuttir?
Ein kvinna, sum vigar 60 kg
brennir 50 kaloriur og ein, sum
vigar 70 kg brennir 60 kaloriur.
Treytin er, at tú mussar ein, sum
tær dámar sera væl, og at tað ikki
er ein spískur mammumussur.