mánadagur 20. desember 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. desember · Nr. 174
20
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Lagt var upp til eitt ordans brak
í ítróttarhøllini í Runavík leygar
dagin, tá Tjaldur tók ímóti Stjørn
uni. Hesi bæði liðini hava verið
tey bestu seinnu árini, og serliga
ráddi um hjá Tjaldri at fáa nakað
burt ur úr, so liðið ikki skuldi detta
niður ímillum í oddastríðnum, har
Neistin eisini blandar seg væl og
virðiliga.
At hesin dysturin fyrst og fremst
kom at verða avgjørdur av, hvat av
liðunum hevði ta stinnaru verjuna,
vísti seg beinanvegin. So væl hildu
tey fast, at tá átta minuttir vóru
farnir, høvdu tey bara fingið eitt
mál í part. Talan var bæði um gott
mál mansspæl og verjuspæl sum
heild, ið forðaði fyri, at mál komu
burt ur úr dúgligu atsóknunum.
Men síðsta triðingin av fyrra
hálv leiki sá Tjaldur út til at fara
avstað. Adina Petrea fekk fýra mál
á rað, og ta einu løtuna var støðan
117 til heimaliðið. Kortini skuldi
meira til at koppa Stjørnuni, sum
und an steðginum fekk minkað
mun in niður í eitt mál.
Meiriluti gav lítið
Seinni hálvleikur helt fram upp á
sama máta, men ta einu løtuna sá
út til, at Stjørnan fekk fatur í rætta
endanum. Í fyrsta lagi sá út til at
rigga væl, at Bára Skaale Klakstein
mans vardi Adinu, umframt at
Tjald ur løtu seinni sá út til at hava
tveitt alt fyri borð, tá liðið brádliga
fekk tríggjar útvísingar innan fyri
ein minutt.
Men kortini fekk Stjørnan ov
lítið burturúr meirilutastøðuni.
Tað eydn aðist at skorað trý mál,
men hóast fámentar, fingu tær
hjá Tjaldri vart væl, og ikki minst
hjálpti Guðrun í Lágabø væl til, tá
hon í málinum hevði serliga tvær
meistarligar bjargingar, ið hálva
vegna tóku pippið frá klaksvíks
kvinnum.
Og tá Tjaldur aftur hevði fulla
manning, fall svarið beinanvegin,
tí eftir lítlari løtu varð dysturin
avgjørdur við trimum málum í tveir
minuttir, og Stjørnumanningin
hevði einki hóskandi aftursvar, men
royndi við einstaklingaavrikum til
fá nýtis at fáa vent tapinum til stig.
Trý lið um boðið
Meginpartin av tíðin var talan so
statt um ein tættan dyst, har verju
spælið hevði nógv at siga. Men eis
ini í álopsspælinum vísti Tjaldur
seg at hava fleiri streingir at spæla
uppá, hóast Cornelia Rimbu sat
uttanfyri, tí hon hevði fingið reytt
kort í dystinum frammanundan.
– Eg haldi, at munurin í dag var
tann, at vit góvu tey 10 prosentini
eyka, vit høvdu lovað okkum sjálv
um áðrenn. Eitt av okkara fokus
um ráðum var at vinna dystin í
verj uni, og tað var eisini í verjuni,
at vit vunnu í dag, segði venjarin
hjá Tjaldri, Trygvi Mortensen, tá vit
hittu hann eftir loknan dyst.
Av tí at Neistin leygardagin vann
grannauppgerðina ímóti Kyndli, er
kappingin sera tøtt millum trý tey
fremstu í Sunsetkappingini, har
Stjørnan framvegis er á odda við
20 stigum, men nú bara er eitt stig
framman fyri Tjaldur og Neistan, ið
av álvara bjóða av.
– Alt bendir á, at tað verða hesi
trý liðini – Stjørnan, Tjaldur og
Neistin – ið skulu kappast um tey
bæði finaluplássini. Hetta verður
eitt »close race«, sum onglendingar
siga, staðfesti Trygvi Mortensen.
hilmarjan@sosialurin.fo
Spælarar og venjari hjá Tjaldri fegnast eftir sigurin leygardagin, samstundis sum
vónbrotið lýsir av teimum í Stjørnuni, ið síggjast aftanfyri høgrumegin
Mynd: Johnny Lamhauge
Verjuspælið
gjørdi munin
Hondbóltur Leingi var dysturin leygardagin millum
Tjaldur og Stjørnuna sera javnur og kundi koppa báðar
vegir. Tjaldur hevði tó hug at vera frammanfyri fyri tað
mesta, og ímóti endanum gjørdi heimaliðið bart og vann
»KlIPP, KlIPP…«
Uni Holm Johannesen
StÍF og VB hava ein lítið virknan
leiklut á stigatalvuni í løtuni.
Tað er bara ovastu liðini, sum
veruliga hava sítt at stríðast
fyri. Hini liðini vóna hinvegin at
stjala stig frá Stjørnuni, Tjaldri
og Neistanum.
VB fekk tvey stig í skjáttuna
fríggjakvøldið. Kvinnurnar úr
Vági vitjaðu hjá StÍF, sum er
botnlið.
Tað
var
lítið
veiggj
í
álopsspælinum, og bara 28 mál
komu.
VB vann 1810 og vann seg
upp á fjórða plássið í SunSet
deildini.
uni@sosialurin.fo
Hondbóltur Tað vóru ikki fleiri enn
28 mál skotin, tá VB vann á StÍF
Bara 28 mál
Hilmar Jan Hansen
Fríggjakvøldið 12. november
sendi Tjaldur út eitt stutt
tíðindaskriv, ið greiddi frá, at
Bogdan Burcea ikki longur var
venjari hjá besta kvinnuliðnum,
men at í hansara stað var kom
in Trygvi Mortensen. Aftur at
sær sum hjálparvenjara fekk
Trygvi so Damir Oros, sum í
fjør sum spælandi venjari fekk
menninar hjá Team Klaksvík
upp í bestu mansdeildina.
Sum venjari er Trygvi ikki
nakað óskrivað blað, men tað
er tó frá fótbólti, tey flestu
kenn ast við navnið. Hann
hev ur síðstu tvey árini verið
hjálpar venjari
hjá
Víkingi,
um framt at hann hevur verið
venjari
og
hjálparvenjari
hjá eitt nú NSÍ, B68, KÍ, EB/
Streymi, umframt at hann í
fjør heyst var hjálparvenjari
hjá Brian Kerr tveir dystir hjá
fótbóltslandsliðnum.
– Nakað av »fiffið« frá fót
bólti kann eisini brúkast í
hond bólti, og eitt sindur av
skili hevur man hóast alt eisini
fyri hondbólti, sigur Trygvi, ið
held ur ikki er heilt ókendur
inn an hondbóltin, tí í mong ár
var hann dómari í bestu mans
og kvinnudeildunum, umframt
at hann á yngri árum eisini
hevur spælt hondbólt.
Glaður fyri Damir
Úrslitini hava í øllum førum
lagað seg eftir vild, síðani hann
tók við. Sigurin á Stjørnuni
leygardagin var tann sætti á rað
av seks møguligum, so gongdin
hjá Tjaldri er vend munandi
henda
síðsta
hálvanannan
mán aðin.
– Eg tók hetta á meg, tí eg
sá tað sum eina spennandi av
bjóðing. Vit hava eitt superlið,
og tað snúði seg bara um at fáa
eindina at rigga. Og tað hevur
borið til, tí kvinnurnar hava
verið óførar. Vit hava koyrt
hart á og vunnið hesar fimm
dyst irnar, so nú koyra vit á, so
leingi sum vit klára tað, sigur
Trygvi, ið avgjørt ikki sjálvur
vil taka allan heiðurin fyri
góðu gongdina.
– Ikki má gloymast, at eg
havi eina ótrúliga hjálp í Damir,
tá tað kemur til tann taktiska
partin, og eg haldi eis ini, at tað
hevur víst seg, at kombina
tiónin millum okkum báðar
hev ur riggað øgiliga væl.
Nú Sunsetkappingin er
hálvrunnin, er Tjaldur næst
fremst á stigatalvuni, bara
eitt stig aftan fyri oddaliðið,
Stjørn una, og ta støðuna er
nýggi venjarin hjá Tjaldri sera
væl nøgdur við.
– Ja, eg eri avgjørt nøgd
ur við støðuna, nú jóla og
nýggjárs steðgurin í lands kapp
ingini stendur fyri framman,
tí tað var málsetningurin hjá
okk um, at vit skuldu vinna
hes ar seks dystirnar og koma
upp á síðuna av Stjørnuni. Og
tað hava vit nátt higartil, sigur
hann.
hilmarjan@sosialurin.fo
Trygvi Mortensen á síðunilinjuni leygardagin, tá Tjaldur vann
sætta sigurin á rað, sum var ímóti Stjørnuni. Uttast vinstrumegin
sæst undanmaður hansara, Bogdan Burcea, millum áskoðararnar
Mynd: Johnny Lamhauge
SEKS SIGrAr
Trygvi trýr
upp á tað
Hondbóltur Við seks sigrum í
seks dystum hevur Trygvi Mortensen
fingið eina dreymabyrjan í síni fyrstu
stóru uppgávu sum hondbóltsvenjari,
nú hann í hálvanannan mánað
hevur verið høvuðsvenjari hjá
Sunset-liðnum hjá Tjaldri