mánadagur 20. desember 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 20. desember · Nr. 174
Sosialurin
Millum annað Tjóðveldi og
Miðflokkurin arbeiða fyri
at minka inntøkusíðuna hjá
landskassanum við at lækka
blokkin. Hesir flokkar hava
í 2001 verið við til at yvirtaka
skúlamál og forsorg, sum
viðførdi at ríkisveitingin
minkaði við 366 mió. Somu
flokkar
ætlaðu
í
CHE
samgonguni at yvirtaka
serforsorg, sum hevði gjørt,
at blokkurin hevði lækkað
við 117 mió afturat. Hettar
bleiv tíanbetur steðgað av
ABC samgonguni, sum tók
um endan.
Stórt politiskt
ábyrgdarloysi
Allur hesin niðurskurður
er gjørdur í óðum verkum,
uttan búskaparligt fyrilit, og
helst skuldi allur blokkurin
verið burtur í gjár heldur
enn í morgin.
Í Miðflokkinum verður
sagt,
at
blokkurin
er
eitt haft um beinini hjá
fólkinum, sum her býr, og
at vit mugu ”koma burtur
úr hesari veiting”, sum um
tað var nakað ræðuligt.
Tá samanborið verður
við eitt haft, so er tað tí, at
føroyingar mugu burtur úr
blokkinum skjótast til ber.
Í Tjóðveldi verður hesin
sami blokkur nevndur ” ein
eitur innspræning” .
Hendan
innspræning
verður nýtt til at taka lívið
av fólki, so tað er ein sera
óhugnalig
samanbering.
Tað sigur bara nakað um,
hvussu
ábyrgdarleysur
politikkurin er.
Ábyrgdarloysi
kostar vælferð
Hvørt mansbarn skilur, at
slíkt politiskt ábyrgdarloysi
ger, at tað eru færri inntøkur
til landskassan. Hetta ger
sjálvsagt, at landið hevur
minni pening at gera gott
við til tænastur, sum verða
veittar av tí almenna. T.v.s
at tað rakar øll, sum millum
annað Miðflokkurin vanliga
sigur seg hava so stóra
umsorgan fyri. Orð og gerðir
passa bara ikki saman í
hesum førum.
Tá
ríksiveitingin
er
burtur, hvat so? Hava hesi
flokkar nakað at seta í
staðin fíggjarliga?
Ferð eftir ferð síggja vit dømi
um, at løgreglan í Føroyum
verður stýrd uttan fyrilit,
hvat føroyskir myndugleikar
ynskja og vilja. Seinasta
dømi er niðurleggingin av
vaktarhaldinum á løgreglu
støðini í Runavík, sum er
framd uttan at føroyskir
myndugleikar yvirhøvur eru
tiknir við uppá ráð.
Landsstýriskvinnan
í
Innlendismálum
Annika
Olsen hevur í skrivi dagfest
12. november í ár til danska
løgmálaráðharran Lars Bar
fod, biðið um eina frágreiðing
í samband við umleggingar og
broytingar innan løgregluna
í Føroyum, men enn hevur
hon einki svar fingið.
Landsstýriskvinnan hev
ur
mótvegis
avvarðandi
donskum
myndugleikum
gjørt greitt, at hon fegin
vil kunnast og hoyrast um
slíkar umleggingar, áðrenn
hesar verða settar í verk.
Kortini
verða
broytingar
støðugt framdar viðvíkjandi
løgregluni uttanum politiska
myndugleikan, sum er valdur
av Føroya fólki til at stýra og
hava ábyrgd.
Eisini
lokali
politiski
myndugleikin
hevur
sett
stórt
spurnartekin
við
avgerðina.
Borgarstjórin
í Runavík vísti í grein á
ótryggleikan ið stendst av,
at vaktarhaldi á politistøðini
er niðurlagt, og politistaliði
í Eysturoy er burturflutt úr
nærumhvørvinum.
Eg havi 20. oktober 2010
sett Ríkisumboðnum Dan
M. Knudsen spurningin, hví
vaktarhaldið á løgreglustøðini
í Runavík verður niðurlagt og
teir 9 politistarnir fluttir til
Klaksvíkar, men hóast nær
um tveir mánaðar eru gingnir,
havi eg enn einki svar fingið.
Løgreglan er eftir heima
stýrislógini felagsmál. Hetta
eigur tó ikki at merkja, at
løgreglan
í
Føroyum
er
donsk. Løgreglan í Føroyum
skal vera føroysk, og hon skal
virka sum ein samrunnin
partur av føroyska sam
felagnum, og ikki sum ein
tilvildarlig grein av einum
donskum stovni í Danmark.
Tað tykist, sum leiðslan
fyri løgregluni í Føroyum
hevur lítlan hug til at taka
tey atlit, sum høvdu verið
náttúrlig at tikið, tá løgreglan
í
Føroyum
skal
skipast.
Kanska halda tey tað vera
meira náttúrligt at taka atlit,
sum kanska síggja gott út í
hagtølum og talvum niðri í
Danmark.
Við verandi gongd er
spurningurin
viðkomandi,
um vit ikki nærkast einum
vegamóti, har avgerð má
takast, um løgreglan í Før
oyum skal vera donsk og
arbeiða í samsvari við donsk
harraboð, uttan virðing fyri
føroyskum myndugleikum,
ella um vit vilja hava eina
føroyska
løgreglu
undir
føroyskum málsræði?
Kári P. Højgaard
løghtingsmaður
Hóast løgreglan er donsk má hon virka
sum partur av føroyska samfelagnum
Fyrr í vikuni hoyrdu vit høgtstandandi
politikkarar siga, at teir ikki blandaðu seg
í trupulleikarnar hjá Faroe Seafood. Um
virkið fer á heysin so var tað eingin stórvegis
trupulleiki tí fólkini vórðu øll loftað av ALS
skipanini.
Svár neyð undir ALS
Hjá alment og fast løntum fólkum er ALS
skipanin óivað góð. Men hjá teimum 800
fólkunum, sum vórðu uppsøgd á Faroe
Seafood fríggjadagin er hon alt annað enn
nøktandi.
Trupulleikin
hjá
hesum
fólkum
er
útrokningargrundarlagið, sum er staðfest
í § 15 í lógini. Útrokningargrundarlagið er
móttikna Ainntøkan seinastu 12 mánaðirnar,
áðrenn arbeiðsloysi er staðfest.
Seinasta árið hjá Faroe Seafood hevur
verið vánaligt og á fleiri virkjum hevur
einast verið arbeitt eini tveir dagar um
vikuna. Hetta ger at arbeiðsfólki longu er
hart kroyst økonomiskt og ALSskipanin ger
teirra støðu enn og verri nú tey skulu liva fyri
væl minni.
Vinnumálaráðið má saman
við stýrinum fyri ALS broyta
útrokningargrundarlagið fyri
hesi fólk í eitt tíðarskeið
Vit kunnu ikki liva við, at ein so stórur partur
av føroya fólki livur á hungursmarkinum. Tí
eigur ALS stýrið, at heita á Vinnumálaráðið,
at virka fyri at lógin verður broytt soleiðis,
at útrokningargrundarlagið í § 15 verður
broytt soleiðis at hesi fólkini fáa eitt virðiligt
útgjald, sum sømur seg fyri eitt framkomi
samfelag.
Minnist til! Hetta eru fólkini ið arbeiða í
útflutningsvinnuni. Vinnuni ið er grundar
steinurin undir vælferðarsamfelagnum. Vit
hava skildu at løna teimum betur.
ALS skipanin er bíbilsk
Kitty May Ellefsen
Kjak
Ábyrgdarleysur
loysingarpolitikkur
kostar vælferð
Edva Jacobsen
løgtingslimur fyri Sambandsflokkin
ALS skipanin er ikki nóg góð fyri tey 800 fólkini, sum
hava mist arbeiðið hjá Faroe Seafood. Skipanin er
bíbilsk – Tey ið forvunnu mest fáa mest og tey sum hava
forvunnið lítið fáa enn og minni. Eftirsum at lítið arbeiði
hevur verið seinastu tíðina á Faroe Seafood mugu fleiri
av hesum fólkum liva á fátakramarkinum – eisini á jólum