Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-20, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. desember 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. desember · Nr. 174 26 Sosialurin Kjak Richard Danielsen Fjórði partur Eg endaði seinast við at summir siga, at Bíblian er skrivað av monnum um Gud, at hon er tankar manna, tað vil siga ævintýr. So er ikki. Pætur ápostul sigur júst tað mótsetta. Hann sigur at ”tað var ikki snilt upphugsað ævintýr, og aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.” Hann sigur víðari, at teir vóru eygnavitni til hátign hansara – osf. Hetta hendi tað ferðina, Jesus hevði tikið Pætur, Jákup og Jóhannes við sær niðan á høgt fjall, og teir sóu har Jesus tala við Móses og Elias. Hendan undurfulla hending kann lesast um í Markus 9,1-8. Pætur fer víðari í omanfyri nevnda stykki og sigur, at so mikið meiri staðfest hava vit hitt profetiska orðið. Ápostlarnir bygdu læru sína á orð Jesusar og á tað, sum Heilagi Andin talaði til teir um, og so eisini á profetarnar í Gamla Testamenti. Hetta er tað, sum vit, sum trúgva skriftunum byggja á, sum Paulus sigur í Efesus br. 2,19-20: ”Tit eru tí ikki longur fremmand og útlendingar; nei, tit eru samborgarar hinna heilagra og húsfólk Guds, tit, sum uppbygd eru á grundvølli ápostlanna og profetanna – og hornsteinurin er Kristus Jesus sjálvur.” Skomm fái teir, sum gera hesar heilagu menn, sum hava skrivað hetta niður, til lygnarar. Eitt er ikki at trúgva á Gud, tað er ræðuligt. Men at gera hesar menn, sum hava vitnað hetta og skrivað tað niður, til lygnarar, hvat hugsa teir fyri sær. Tað er merkisvert at lesa tey fyrstu versini í evangelii- num eftir Lukas, hvussu stór- an ómak hann hevði gjørt sær, fyri at alt skuldi vera rætt, sum hann segði frá: ”Við tað at mangir hava tikið sær fyri at seta saman frásøgn um tað, sum hent hevur millum okkara – soleiðis sum teir, ið av fyrstu tíð vóru eygnavitni, og sum gjørdust tænarar orðsins, hava sagt fyri okkum – so havi eisini eg, eftir at eg gjølla havi rannsakað alt av fyrstu tíð, sett mær fyri at skriva tær tað niður, hvørt eftir annað, hávirdi Teofilus, fyri at tú kanst sanna, hvussu álítandi tað er, sum tú hevur hoyrt frásagt.” Luk. 1,1-4. Vit hava nú sæð vitnis- burðar frá tveimum av teim- um ellivu, sum Harrin Jesus sendi út at prædika og frá Lukasi, sum ikki hevði verið saman við Jesusi soleiðis sum hesir, men hevði kannað alt gjølla og spurt eygnavitni um hesi viðurskifti. Seinni var Paulus kallaður á serligan hátt, lat okkum hyggja eftir, hvussu, tað gekk fyri seg: ”Ein, ið æt Ánanias, maður, ið óttaðist Gud eftir lógini og hevði góðan vitnisburð frá øll- um Jødum, ið har búðu, kom nú til mín, steig fram fyri meg og segði: „Saul, bróðir, hygg upp!“ Í somu stund hugdi eg uppá hann. Tá segði hann: „Gud fedra okkara hevur útvalt teg at kenna vilja Sín og síggja hin Rættvísa og hoyra røddina av munni Hansara. Tí tú skalt vera Honum vitni fyri øllum menniskjum um tað, sum tú hevur sæð og hoyrt.” Áp. 22,12-15. Hesin Saul, sum seinni verður nevndur Paulus, bleiv eitt stórt vitni og ápostul, og hann kom at skriva tey flestu brøvini í Nýggja Testamenti. Hann skrivar soleiðis: ”Eg seti fram fyri tykkum, brøður, evangeliið, sum eg kunngjørdi tykkum, sum tit eisini tóku við, sum tit eisini standa í, sum tit eisini verða frelstir við – so satt sum tit halda fast við orðini, ið eg kunngjørdi tykkum tað í – annars trúðu tit til einkis! Tí eg lærdi tykkum sum hitt fyrsta tað, sum eg eisini hevði tikið við: At Kristus doyði fyri syndir okkara, eftir skriftunum, at Hann varð jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum, og at Hann varð sæddur av Kefasi og síðani av hinum tólv; síðani varð Hann sæddur av meir enn 500 brøðrum í senn – av teimum liva flest allir enn; nakrir eru sovnaðir; síðani varð Hann sæddur av Jákupi, síðani av øllum ápostlunum. Og síðst av øllum varð Hann sæddur av mær við – hinum ófullborna fostri at kalla; tí eg standi aftastur av ápostlunum og eri ikki verdur at kallast ápostul, við tað at eg havi ligið eftir samkomu Guds.” 1. Kor. 15,1-9. Hebrearabrævið sigur, eftir at hava talað um trúar- hetjunar í Gamla Testamenti, soleiðis: ”Latið tí eisini okkum, táið vit hava so stórt skýggj av vitnum rundan um okkum, leggja av okkum alt tað, ið tyngir, og syndina, sum hongur so føst uppi í okkum, og við toli renna skeiðið, ið okkum er fyrisett, havandi eyguni vend á Jesus, upphavsmann og fullkomara trúarinnar, sum fyri gleðina, ið fyri Honum lá, tolin leið á krossi og legði einki í vanæruna – og situr nú við høgru síðu hásætis Guds!” Heb. 12,1-2. Ein sangur sigur: Einfalt trúgva hvønn ein dag, trúgva bert á hvørjum stað, trúgva honum hvussu fer, trúgva Jesusi tað ber. Tað, sum var frá upphavi Av heimsins londum, er Føroyar millum tey allar kostnaðarmiklastu at liva í. Millum annað er skatturin í toppi og vanligar matvørur, eru munandi kostnaðar- miklari, enn í flest øðrum londum í heiminum. Hóast hetta hava politikararnir ítøkiligar ætlanir um at leggja stein oman á byrðu og oysa økt avgjøld og skattir yvir meiniga borgaran, soleiðis at hesin verður í vanda fyri at hokna undan. Satt at siga er meinigi føroyingurin um at verða spentur fastu á peningaliga pínibonkin. Verður hetta ikki steðgað kann væntast, at fráflytingin, sum vit sóðu í nítiárunum, aftur gerst veruleiki. Avleiðingarnar av hesum kunnu gerast sera álvarsamar og drúgvar. Matvørurnar millum kostnaðarmiklastu í heiminum Fleiri kanningar hava sein- astu tíðina víst, at Føroyar er eitt av heimsins kostnað- armiklastu londum at liva í. Millum annað eru mat- vørurnar sera kostnaðar- miklar og munandi kostnaðar- miklari hjá føroyinginum at keypa enn hjá íbúgvunum í øðrum londum. Seinastu tíðina eru fleiri kanningar gjørdar, sum vísa prísstigið á matvørunum, ið vit kunnu keypa í føroyskum handlum. Tann eina av kanningunum, ið Kristianna Rein hevur gjørt, vísti á, at um hugt verður eftir 32 gerandis- vørum, eru hesar í miðal 56% dýrari enn í Danmark. Hetta eru ógvuslig tøl, tí frammanundan telist Dan- mark millum tey lond, ið eru kostnaðarmiklast at liva í. Kostnaðarmikla mjólkin missir stuðul á 1 millión Millum annað er mjólk í Føroyum meira enn tvífalt so kostnaðarmikil sum mjólk í Danmark. Hetta er í greiðari ansøgn við, at politiski mynduleikin í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2011 hevur uppskot um at skerja stuðulin til mjólk við 1 millión krónum. Við hesum verður føroyska mjólkin helst enn kostnaðarmiklari. Hetta er sera óheppið, eisini tá hugsað verður um tann heilsuliga skaða, ið slíkt uppskot kann føra við sær, um mjólkanýtslan í Føroyum lækkar av hesum. Føroyskar matvørur sleppa at hækka meira einn í grannalondum Viðvíkjandi matvøruprísum er áhugavert at leggja aftrat, at í tíðarskeiðinum frá 2001 til 2010, eru matvørurnar í Føroyum hækkaðar 5,6%-stig meira enn brúkaraprístalið sum heild. Til sammetingar kann sigast, at í Danmark eru matvørurnar í sama tíðarskeiði einans hækk- aðar 0,1%-stig meira enn brúkaraprístalið sum heild. Hetta er greið tala og vísir ta lítlu kapping, sum er á føroyska detail-marknaði- num. Leggjast kann aftrat, at í Danmark hevur lønin eisini fygt prístalinum. Hetta er ikki galdandi í Føroyum. Kappingarráðið niðurraðfest Í hesum sambandi at hug- vekjandi, at einans 3,3 fulltíðarstørv eru á Kapp- ingarráðnum, tí tað er jú kappingarráðið, sum skal tryggja, at okursprísir ikki verða tiknir fyri vørurnar, ið verða seldar okkum føroyingum. Her átti politiski mynduleikin at havt størri ambitiónir og heldur økt játtanina til hetta økið, soleiðis at tryggjast kann, at meinigi føroyingurin ikki rindar meira fyri lívsins uppihald enn neyðugt. Dropin, sum fær bikarið at flóta yvir? Umframt at politiski mynd- ugleikin ikki ger sítt til fyri, at tryggja, at matvørur kunnu keypast til kappingar- føran prís í Føroyum, er nú eisini í uppskoti, millum annað at leggja økt avgjald á brennievni. Við øðrum orðum økist trýstið á meiniga føroy- ingin enn meira orsakað av politiska arbeiðslagnum, og tað gerst alsamt truplari at fáa dagligdagin at hanga saman fíggjarliga. Hetta er ein vandaleið at ganga og úrslitið kann gerast, at fráflytingin, sum vit sóðu hana í nítiárunum, aftur gerst veruleiki. Tá vera færri at rinda gildið og tá koma vit veruliga í trupuleikar. Tað politikararnir noyðast at skilja er, at inntøkur bert kunnu økjast eitt ávíst við at hækka prísir, skattir og avgjøld. Fyrr ella seinni slær hesin framferðarháttur bakk og førir við sær, at inntøkurnar ístaðin lækka. Tað kann ikki verða ein gongd leið, áhaldandi at leggja stein oman á byrðu. Fakfelagssamstarvið, Føroya Lærarafelag, Føroya Pedagogfelag, Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, Havnar Arbeiðskvinnu­ felag og Starvsmanna­ felagið Meinigi føroyingurin á peningaliga pínibonkinum