Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-20, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. desember 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 20. desember · Nr. 174 Sosialurin Hettar er verðuleikin fyri teir um leið, 49.000. føroyingar sum eru búsitandi í Føroyum, hartil koma so øll tey í eru búsitandi uttanlendis. Talið á føroyingum búsitandi í Danmark er um leið, 22- 23.000. tað vil siga, at saman við hinum norðanlondum verur talið um leið tað sama, sum fólkatalið er í Føroyum , tað vil so aftur siga, at tað eru um leið, 500. Føroyingar sum hava sjúkuna. Carnitin Transporter Defekt - CTD. Hettar má sigast at vera ógvuslig og skelkandi tøl av eini so álvarsamari sjúku, sum eingin gjørdi nakað við í 15 ár, og kanska serstakliga tá hugsa verður um, tey órímiligu tøl sum danska og føroyska heilsuverkið komu út við fyri góðun árið síðan, at tað kanska vóru 15. persónar sum ikki vistu, at teir høvdu lívshættisligu sjúkuna CTD. Føroyska og danska heilsuverkið eru alla tíðina komin við tølum, sum liggja nógv lægri enn tey veruligu tølini vísa, hettar gera teir í eini roynd so at onnur skulla halda, at hettar bert er eitt bagatell og at tað ikki er so galið kortini. Allur heimurin fylgir við í gongdini av hesum málið, um eina sjúku sum finnist um allan heim og undrast á tað líkasælu sum hevur valda í øll hesi árðini. Hettar eru tøl sum føroyska heilsuverkið er væl vitandi um, og tí er tað hugstoytt, at føroyska heilsuverkið ikki tekur hesa støðu við størri álvarsemi enn higartil, hví ikki koma við tølum sum eru eftirfarandi og meiri álítandi, heldur ikki er nakað yvirlit um hvussu nógvir túsund berarar tað eru, eingin av teimun sum fáa gjørt eina carnitin roynd, fáa nakað at vita. CTD-Felagið hevur eisini roynt fleiri ferðir at eftirlýst hesum tølum. Danska heilsuverkið sum stýrir øllum tí føroyska heilsuverkinum, meina ikki at hettar er nakað at skriva um í árligu frágreiðing lands- læknans, sjálvt um tað er loyðarfest í hesum embæti, at allar álvarsamar sjúkur skulla nágreiniliga lýsast. Lýsing: nr.740. tann. 11.09.95: § 16. Efter nærmere af Sundhedsstyrelsen fast- satte regler påhviler det land- slægen at: d) give orientering om væsentlige forhold af sundhedsmæssig betydning og medvirke ved myndig- hedernes sundhedsoplys- ende virksomhed over for befolkningen eller grupper af denne på Færøerne. Hettar kann sigast at vera greið tala. Upp á fyrispurning mín til Sundhedsstyrelsen, um hví hendan lýsing ikki verður yvirhildin, er svarið so ljóðandi. (Sundhedsstyrelsen finder ud fra de forskellige omstændigheder ikke grundlag for at kritisere, at Landslægens sundheds- beretninger ikke indeholder et afsnit om CTD). Um tað var politiskur áhugi, so kundi tað veri áhugavert at sett Sundheds- styrelsen ein fyrispurning, um hvat tað er teir meina við. (Forskellige omstændig- heder). Ella er tað kanska okkurt sum ikki má koma fram! Skuldu føroysku fjøl- miðlarnir havt áhuga, so eru øll skjøl í kunna lýsa hettar nærri tøk. Tað kann ikki vera rætt og kann ikki góðtakast, at landslæknin kann vera undantikin ásettari lóg í heili 15. ár, og als ikki skal fáa so mikið sum eina átalu. Kann tað bera til, at føroysku mynduleikarnir ikki hava áhuga í, ella ikki kunna megna, at ávísar lógir og reglur vera yvirhildnar. Uppá fyrispurning mín um hettar mál sent til, Kej Leo Holm Johannesen løgmann, sigur hann millum annað. (Í Føroyum tekur landslæknin sær av heilsuyrkisligum málum). (Landsstýrið varðar av at skipa heilsuverkið og spurningum hesum við- víkjandi). (Ábyrgdin fyri øllum sum hevur við CTD at gera liggur hjá donsku mynduleikunum). (Lans- stýrið ábyrgdast bert, í tann mun tað snýr seg um skiparn- arligar spurningar, sum fylgja av heilsuyrkisligari tilráðing og støðutagan hjá donskum mynduleikum). Tað fyrikemur mær, at eisini føroysku myndug- leikarnir frásiga sær alla ábyrgd, av vantandi upp- lýsing um deyðiligu sjúkuna CTD, tó at landslæknin er lógarbundin til, at vegleiga og ráðgeva, ikki bara øllum føroyingum, menn eisini teimun politisku myndug- leikunum, hettar eru lógar- brot sum eiga at fáa fylgjur. Tað er við sorgblídni ein má ásanna, at hettar mál ikki hevur alstóran týdning fyri tað politiska stýri, sum hevur lati hettar óskil farið um seg í heili 15. ár. Og hettar kennist enn meiri óhugnaligt, tá ein fær kendsluna av, at okkurt er sum ikki má koma fram, sum ikki tolir dagsins ljós. Um leið 250. føroyingar hava sjúkuna, CTD John Jensen www.johndk.dk Vit miðlafólk í Føroyum eru rættiliga tálmað, tí vit noyðast í heilum at umseta ella týða tíðindi úr fremmandum málum. Tað fremmanda málið, ið her verður hugsað um, er danskt. Kanska ikki so fremmant, men ógviliga dominerandi. Tað er beinleiðis áleypandi, og tað í sjálvum sær skuldi verið gott hjá einum máli, ið fær orðført seg í øllum lívsins viðurskiftum. Í okkara føri valdar danskt í næstan øllum lívsins viðurskiftum. Vit lesa donsk vikubløð. Vit herma eftir donskum máli. Vit hugsa á donskum. Ei dáni í, tí at summi okkara halda, at danskt er eitt rættiligt heimsmál afturímóti føroyskum. Ikki tí. Danskt er, ella rættari var, eitt deiligt mál, serliga tá ið tú hoyrdi fólk sum Frits Helmuth ella Ghitu Nørby lesa tað, og latið okkum ikki gloyma Ova Sprogøe. Nú er tað vorðið so ringt at skilja, at síggja vit ein nýggjan danskan film, hava vit mangan hug at rópa eftir teksting í neðra á skíggjanum, tí tey tosa við turboferð. Onkur vildi helst hildið, at vit, sum royna at dugna tí føroyska málinum, tí vit halda tað vera ríkt og gott, eru full í undirlutakenslum. Tað er skiljandi, tó at sannleikin er tann, at vit vildu helst dugað føroyskt líka væl sum til dømis danskt og eingilskt. Alt annað er órímiligt. Tað líkist ongum at vraka eitt mál, tí tað skal vera so lítið og týdningarleyst. Bara í Shanghai eru minst fýra ferðir so nógv fólk, ið tosa eitt ella fleiri kinesisk mál, sum danskarar, ið tosa danskt í Danmark. Vit miðlafólk óttast og stúra fyri at siga nakað skeivt og óføroyskt, og nettupp tí verður málið tíðum ein trilv- andi roynd at sleppa undan at siga okkurt skeivt. Og tí lúka vit burturúr, jarðleggja eitt annars frálíkt mál. Vit siga ikki longur, at eitt tal er stórt. Vit hoyra javnan fólk í okkara yrki siga, at ... talið av fólki er høgt ... Hinvegin hoyra vit, at ... talið av fólki er lágt ... Eingin – ikki ein tann einasti – sigur soleiðis í gerandismáli. Tí tykir tað summum okkara løgið, at vit eru so klombrut í okkara fjølmiðlamáli. Eingin ivast í, at tað ljóðar nógv betur at siga, at ... talið á fólki er stórt ... Og hinvegin, at ... talið á fólki er lítið ... Hvat er vorðið av teirri sera logisku orðføringini, tá ið vit røða um eina rokning til dømis. Vit hoyra, at rokningin er høg. Ikki ein tann einasti sigur í gerandismáli, at ein rokning er høg ella lág. Vit siga, at rokningin er stór ella lítil. Vit hoyra og lesa, at hungurin økist. Sjálvandi er hungur nakað ræðuliga ringt, so at tað hevði nú verið ein betri lýsing at sagt: Hungurin versnar. Vit hava eisini hoyrt, at ófriðurin økist. Í gerandis- máli ljóðar hatta jú heilt fjákut. Sjálvandi versnar ófriðurin. Vit hava enntá hoyrt, at fiskiskapurin er høgur ... Óneyðugt er at siga, hvat vit áttu at sagt í hesum sambandi. Vit hoyra eisini eitt annað merkiligt málsligt fyribrygdi tíðliga og síðla. Tað er, at talið økist, og tað hækkar eisini. Eitt flogfar kann flúgva høgt og lágt. Her er rættur málsligur samanhangur í. Harafturat er tað nógv vakrari. Vit hoyra tíbetur framvegis, at fólk spyrja undrandi: "Hvat er vorðið at musikalitetinum í málinum?" Sjálvur gloymi eg ongantíð ta ferðina, Ívar las ein tíðindastubba í Útvarpi Føroya, sum tað æt tá. Hann segði: "Flogfarið fleyg so lágt, at tað snýsti alt omanav ..." Sjáldan havi eg hoyrt nakað so málsliga musikalskt, og so var tað bara tveir smáir setningar. Samanumtikið ger tað einki, um vit siga, at fiskiskapurin er góður, skipini fiska væl, skipini fáa nógv, nógv er at fáa í Barentshavinum ... Tað ger heldur einki, um vit aftur fara at brúka orð sum stórt og lítið, har tað hoyrir heima, til dømis at talið er stórt, talið minkar. Rokningin er stór, men hon minkar, bara tú betalir so hvørt, rokningin veksur, tí at betalir tú, so minkar rokningin. Tað nyttar einki at treisk- ast og siga: Hoyr nú hann, hvør skal siga ... Vit miðlafólk hava skyldu til at gera alt tað, vit eru ment til tess at røkja okkara týdningarmesta amboð, sum í Føroyum er føroyskt. Sonne Smith Høgt og lágt økist