Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-20, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. desember 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. desember · Nr. 174 28 Sosialurin Hanus Samró Fyribils vikarur í Hoyvíkar skúla Hvar gongur markið millum fólka- og frítíðarskúla, tá ið húsast verður í somu borg? At svara hesum krevst professionell ráðgeving og pedagogisk frágreiðing, sum mentamálaráðið, kommunan og lærarafelagið mugu taka ábyrgdina av. Spurningurin er, hvør ræður fyri borgum, tá ið kommunan stýrir bygningunum og mentamálaráðið skúlaskipanini. Einfalt. Kommunan tekur sær av bygningunum og mentamálaráðið av skúlaskipanini. Praktiskt Men spurningurin gerst trupul, tá ið bæði skúlin og frítíðarskúlin, ið hava hvør sín leiðara, eru í somu borg. Er tað skúlastjórin, sum ræður, ella er tað leiðarin í frítíðar- skúlanum, ið ræður? At tveir hundar semjast sjáldan um sama bein, er ikki nøkur loyna. Og tað er júst tvørliga tvístøðan, sum fær meg at skriva. Bygningur Frítíðarskúlin í Hoyvík heldur til í niðastu hæddini í nýggja bygninginum hjá Hoyvíkar skúla. Og eins og ein stórur partur av nýggju bygningunum í Tórshavnar kommunu er hesin endaður í eini lappaloysnstøðu. Starvs- fólkini í frítíðarskúlanum fingu forboð frá brunaumsjónini at halda sínar fundir í niðastu hædd, tí tað var ikki nóg trygt, um tað nú skuldi komið eldur í. Hvar skulu starvsfólkini so halda fundir og drekka kaffi, tá ið eingi hølir eru tøk? Jú, lærarastovan verður bert nýtt í fríkorterunum, so hví ikki. Men hvør ræður fyri borgum, tá ið starvsfólkini hjá frítíðarskúlanum yvirtaka lærarastovuna uttan at spyrja? Undirritaði er ikki serfrøðingur í sam- skiftiskunnleika, so her eru avvarðandi myndugleikar betur egnaðir at svara. Múrur Hýrurin gjørdist margháttligur fyri partarnar, tí lærararnir kendu seg undirmettar, meðan starvsfólkini í frítíðarskúlanum kendu seg ikki vælkomin. Soleiðis gekk fyrsta skúlaárið. Men fundar- og kaffistovu mátti frítíðarskúlin hava, har var einki at gera, tí annars gjørdist arbeiðið ótolandi. Hvat er so til ráða at taka? Sum allir aðrir almennir stovnar kærdu tey sína neyð til hægri myndugleika: í hesum førum ein býráðslim. Og eydnan var við teimum. Tey skuldu fáa eitt høli, eitt spildurnýtt fundarhøli, so at teirra arbeiði kundi fara fram undir røttum umstøðum. Men har var ein trupulleiki: niðasta hædd var vandamikil av brunaávum, meðan tvær skúlastovur vóru á ovastu hædd. Um tað skuldi lata seg gera, máttu tey gera tað á mittastu hæddini, har gongin var. Gamaní var gongin ríkiliga stór, har vóru bæði sofur og stólar, ja, enntá ein stórur flatskermur hekk á vegginum. Og slíkt hava næmingar ei tørv á. Men har var ein annar trupulleiki: lærarastovan var handan flatskermveggin. Spurningurin var so tann: fóru lærararnir at góðtaka uppskotið? Sama hvat og ikki, ein nýggjur veggur beyð lærarunum eitt eydnuríkt ár 2010. Høvuðbrýggið var loyst. Ella næstan... hvørja ferð ein lærari skuldi til ella frá lærarastovuni, var hann noyddur at ganga tvørtur í gjøgnum fundarhølið hjá frítíðarskúlanum til stóran ampa fyri báðar partar. Men hvør ræður fyri borgum, tá ið býráðs- limur fremur dýra loysn og við henni girðir lærararnar inni? Ungdómshús Mánadagin 15. mars verður frítíðarskúlin í Hoyvík umgjørdur til eitt ungdómshús, har ungdómur frá aldursbólkinum 13-18 ár er vælkomin til eitt rúsfrítt umhvørvi. Sum nú er, eru karmarnir til eitt ungdómshús ikki til staðar, tí umhvørvið er til børn í fyrsta og øðrum flokki tvs. at veggir og vindeygu eru prýðkaði við málningum og myndum, sum tey sjálvi hava gjørt. Men tað er ikki nøkur loyna, at áhugamálini hjá børnum um sjey til níggju ára aldurin eru ikki tey somu sum hjá teimum millum trettan og átjan ár. Tískil verður annar parturin noyddur at lúta. Livst so spyrst. Niðasta hæddin verður málað av nýggj- um: veggirnir eru málaðir svartir, og allar myndirnar skryktar niður. Ljóðføri og tann- áringamyndir koma nú at prýða um um- hvørvið, gerandis umhvørvið hjá næmingum í fyrsta og øðrum flokki. Gamaní er tørvur á einum ungdómshúsi í Hoyvík, men skal skúla- umhvørvið gjalda kostnaðin, og hvussu nógv kostar slík íløga í krónum og oyrum? Men so er spurningurin aftur, hvør ræður fyri borgum, tá ið býráðslimurin og leiðarin á frítíðarskúlanum er ein og sami persónur? Fundarhølið Í skrivandi stund stendur fundarhølið tómt. Starvsfólkini í frítíðarskúlanum savnast og fundast á niðastu hædd. Hvussu og hvar pengarnir koma frá, tað dugi eg ikki at svara. Men tað er tó eingin ivi, at borgararnir í Tórshavnar kommunu gjalda. Eg kundi hugsað mær, at pengarnir komu væl við aðrastaðni, nú stovnar og privatfólk hava torført við at fáa endarnar at røkka saman. Men lærararnir brúka fundarhølið til undir- vísingarrúm, so pengarnir fóru ikki heilt til spillis, teir tænti bara ikki røttum endamáli. Nei. Hvar gongur markið millum fólka- og frítíðarskúla? Hvar gongur markið millum skúlastjórar og leiðarar á frítíðarskúlum, tá teir húsast í sama bygningi? Hvør ræður fyri borgum? Hvør ræður fyri borgum? Kjak Nú skeiðið hjá hesi býráðs- samgonguni er hálvrunnið kann eg bara staðfesta, at eg sum forkvinna í socialu nevnd eri vælnøgd um tað, sum er komið burturúr á tí sosiala øki- num í Norðoyggjum. Niðan- fyri vil eg gjarna nevna nøkur úrslit sum eru komin burturúr hesi bæði árini hettar býráðið hevur sitið. Røktarheimið Vit fara undir at byggja eitt 1. floks røktarheim komandi ár, har sjálvt mítt og yngri ættarlið fara at trívast, og sigur tað ikki so lítið. Hettar er eitt heim, sum er innrættað soleiðis, at tað eru íbúðir, har búfólkið hevur sína privatu íbúð, men hevur samstundis møguleika at fara út í uppi- haldsrúm, køk, venjingarhøli osv. Tað er soleiðis møguligt hjá einum pari at búgva saman á ellisheiminum, um tørvur er á tí. Somuleiðis, sum røktarheimið hevur bestu staðseting, sum ein kann hugsa sær. Hettar er eisini ný- hugsan, at okkara eldru skulu vera í býnum og soleiðis vera har, sum lív er í . Har tey bæði skulu hoyra og síggja lívið. Smæran við undir­ heitinum ven og virka Vit hava júst opnað eina sera framkomna venjingar- miðstøð innan eldraøkið, har arbeitt verður fyribyrgjandi, sum er gongda leiðin innan økið. Hetta er ein fysio- og ergoterapi miðstøð. Er longu sera nógv vitja, har m.a. tey eldru eisini kunnu ganga til fimleik og uppvenjingar. Eldraráð Peningur er settur av til at fáa eitt eldraráð í økinum, og er hettar eisini eitt stórt framstig innan økið. Hetta verður eitt ráðgevandi ráð hjá politikarunum, tá m.a. av- gerðir innan eldraøkið skulu takast. Frítíðarskúlin í nýggj hølir Peningur er settur av til at gera gamla Tekniska Skúla í stand fyri, soleiðis, at hesin verður innrættaður til frí- tíðarskúla. Soleiðis koma øll frítíðarskúlabørnini at verða samlaði á einum staði, og beint við skúlan á Ziskatrø og Ósáskúlan. Ætlanin er at henda verkætlan skal vera liðug til komandi summar. Systkinnafrádráttur Systkinnafrádráttur er komin í ansingarøkið í 2009. Foreldur sum hava fleiri børn á stovni gjalda 100 prosent fyri eitt barn, ímeðan gjaldið fyri onnur systkin er bert 80 prosent. Áður hevur tað verið soleiðis, at foreldrini rindaðu fult gjald fyri hvørt barnið, óansæð hvussu nógv børn tey høvdu á stovni. Ansingarlistin til frítið­ arskúlan er burtur Avgerð bleiv tikin tíðliga í heyst, at bíðilistin til frítíðar- skúlan skuldi burtur. Politik- arnir valdu hesa loysn, fyri at ungu familjurnar skuldu trívast, og tað ikki skuldi vera nøkur forðing um tey m.a. ynsktu at fara til arbeiðis. Ung í arbeiði Peningur er settur av til komandi fíggjarætlan til ung í arbeiði. Hettar er eitt øki, sum vænti eg er nógv meira neyðugt enn ein gevur sær far um til dagligt. Tað er bara so neyðugt, at tey ungu sleppa til arbeiðis, og serliga nú í hesum teldutíðum, har nógv av teimum ungu sita alt ov leingi frammanfyri telduna. Hettar ger eisini sítt til, at tey læra at elska okkara bý, sum tey sjálvi gera sína ávirkan á við at mála, grava, rudda... ella hvat tað so skal vera. Trivnaðarkanning Tað er gjørd ein umfatandi trivnaðarkanning á barna- ansingarøkinum, soleiðis, at vit nú kunnu fara undir at finna útav, hvat er gott og minni gott á økinum, og hvussu vit kunnu gerast betri innan økið, soleiðis, at nøgd- semið verður í hásætinum. Haldi hóast hetta, at eg kann nevna at trivnaðarkanningin í miðal vísti nøgdsemi, men tó er tað sjálvandi okkurt sum skal gerast betri. Sálarfrøðingur til socialu deild Sosialanevnd valdi at søkja eftir einum sálafrøðingi til Klaksvíkar kommunu. Sum støðan er nú verða tað brúktir eins nógvir pengar at keypa hesa tænastuna uttanífrá, sum tað kostar at hava ein sálarfrøðing í føstum starvi. Hettar er eitt stórt framstig fyri økið. Hendan starvssetanin er soleiðis stórt sæð útreiðslu- neutral samstundis sum sálar- frøðingurin eisini er tøkur fulla tíð. Niðurstøða Her havi eg nevnt fleiri ting, sum eru hend á sosiala økinum hesi bæði árini hettar býráðið hevur sitið við ræðið. Skal skunda mær at siga, at tað er ein heilt einastandandi uppbakningur, sum hettar økið hevur fingið av øllum býráðlimum. Haldi tað er stuttligt at arbeiða saman við slíkum fólki, sum raðfesta hetta økið so frammalaga. Tað eru sjálvandi aðrar verkætlanir á sociala øki- num, sum tað hevur verið arbeitt við og framhaldandi verður arbeitt við, men hetta verður ikki umrøtt í hesum umfarinum. Síggi fram til komandi tvey árini, sum eru eftir av hesi býráðssetuni. Vónandi koma vit framhaldandi at hava eins gott samstarv hesi bæði árini, sum vit hava havt farnu 2 árini. Til seinast vil eg ynskja øllum eini Gleðilig Jól og eitt av Harranum vælsignað nýttár. Skeiðið hálvrunnið og hvat er hent á sociala økinum Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur Býraðslimir, Klaksvíkar Kommuna