hósdagur 21. februar 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 36 - 21. februar 2002
Nr. 36 - 21. februar 2002
3
Allir flokkar í Fólka-
tinginum taka undir
við at lækka blokk-
stuðulin 366,4 mill-
iónir krónur í ár. Lis-
beth L. verður helst
einasti fólkatingslim-
ur, sum fer at atkvøða
ímóti uppskotinum
BLOKKLÆKKING
Magnus Dam
Keypmannahavn
Danska Fólkatingið fer ikki
at seta seg upp ímóti ynski-
num hjá Føroya Landsstýr-
ið um at lækka blokk-
stuðulin 366,4 milliónir
krónur í ár. Føroyingar hava
yvirtikið fleiri málsøki 1.
januar, og tí er tað ein sjálv-
fylgja, at føroyingar eisini
gjalda fyri málsøkini, held-
ur eitt samt Fólkating.
Uppskotið um at lækka
blokkstuðulin fekk ikki
nógva rúmd á fundinum hjá
Fólkatinginum týskvøldið.
Allir framsøgumenn søgdu
stutt og greitt, at teir taka
undir við uppskotinum.
Ikki óvæntað var Tór-
bjørn Jacobsen úr Tjóð-
veldisflokkinum tann, sum
fegnaðist mest um uppskot-
ið. Fegnaðist um, at hetta
fíggjarliga rúsevnið, sum
danski
staturin
hevur
pumpað inn í føroyska
samfelagið,
byrjar
at
hvørva.
Hvar eru
fjølmiðlarnir
Tórbjørn Jacobsen hevur
áður kallað tað fyri eina
søguliga hending, at blokk-
stuðulin nú verður lækk-
aður, og hann spurdi mill-
um annað, hvar donsku
fjølmiðlarnir
eru,
nú
stuðulin verður lækkaður.
Hann vísti á, hvussu ringa
viðferð, føroyingar mangan
høvdu fingið í donsku fjøl-
miðlunum í kreppuárunum
og helt, at fjølmiðlarnir nú
áttu at víst føroyingum eitt
sindur av vælvilja.
Tórbjørn Jacobsen tosaði
um
kreppuna
og
um,
hvussu føroyingar høvdu
reist seg úr kreppuni, og
segði, at landskassin nú er
so væl fyri, at tað letur seg
gera at lækka blokkin.
Lisbeth L. Petersen úr
Sambandsflokkinum hevði
tó eina eitt sindur øðrvísi
fatan av tingunum. Hon
helt ikki, at landsstýrið
hevði verið serliga ábyrgd-
arfult, og hon kundi ikki
fagna uppskotinum á sama
hátt sum Tórbjørn Jacob-
sen.
Sambandsflokkurin
er
ímóti at lækka blokkin, tí
hann heldur, at hetta fer at
ganga út yvir vælferðina í
Føroyum. Lisbeth L. Peter-
sen verður tí helst einasti
fólkatingslimur, sum fer at
atkvøða ímóti at lækka
blokkin.
Virða føroysk ynski
Í uppskotinum um at lækka
blokkstuðulin stendur, at
blokkstuðulin verður ásett-
ur fyri eitt ár í senn. Hetta
fekk Tórbjørn Jacobsen at
spyrja fíggjarmálaráðharr-
an, Thor Petersen, um tað
kann hugsast, at blokk-
stuðulin hækkar aftur, um
eitt nýtt landsstýrið kemur
til aftaná løgtingsvalið 30.
apríl.
Tórbjørn Jacobsen ákær-
di andstøðuna í Føroyum
fyri at hava ætlanir um at
hækka blokkin aftur, og tí
vildi hann hava fíggjarmál-
aráðharran at siga sær, um
hetta er nakað, sum borgar-
liga stjórnin kann ganga við
til.
Men Thor Petersen vildi
hvørki vátta ella avsanna,
um stjórnin fer at ganga við
til, at blokkurin hækkar aft-
ur.
Hann segði, at blokkurin
nú er lækkaður, tí hetta var
eitt ynski frá landsstýri-
num. Útgangsstøðið hjá
stjórnini er, at avtalurnar
við føroyingar verða gjørd-
ar við virðing fyri tí løg-
tinginum, sum veljararnir
hava valt. Og hetta er eisini
galdandi í framtíðini, segði
hann.
Sostatt ber ikki til at úti-
loka, at blokkstuðulin verð-
ur settur upp aftur, um eitt
tílíkt ynski kemur úr Føroy-
um, men hetta krevur helst,
at føroyingar lata frá sær
aftur málsøki, sum longu
eru yvirtikin. Og tað er
neyvan sannlíkt – sama
hvør situr í landsstýrinum.
– sigur rektarin á
Fróðskaparsetrinum
um Menasfrágreið-
ingina
SETRIÐ OG
MENASFRÁGREIÐING
Jan Müller
-Vit hava gjørt mistøk í
sambandi við Menasfrá-
greiðingina men tey verða
ikki endurtikin og at siga,
at Fróðskaparsetrið er end-
að í lummanum á einum
oljufelag er at taka munnin
ov fullan. Tað sigur Malan
Marnersdóttur, rektari á
Fróðskaparsetri Føroya til
tær atifinningar, sum hava
verið móti Setrinum í sein-
astuni. Hon sigur við Út-
varpið fríggjadagin, at fígg-
ing frá eitt nú oljufeløgum
er nakað, sum kann geva
Fróðskaparsetrinum
ein
kærkomnan íblástur.
Hon sigur hetta eftir at
fyrrverandi
leiðarin
á
Søgu- og samfelagsdeild-
ini, Jógvan Mørkøre í
Sosialinum fríggjdagin fin-
st at mannagongdini í øll-
um hesum málinum og sig-
ur, at Fróðskaparsetrið eig-
ur ikki at leggja navn til
Menas-frágreiðingina.
Malan Marnersdóttur vil
ikki siga við Útvarpið, um
hon er samd við sínum
starvsfelaga í hesum og vil
heldur ikki gera viðmerk-
ingar til tað, sum stendur í
Menas frágreiðingini, áðr-
enn hon er komin út. Hon
vísir aftur, at arbeiðið ikki
er á einum vísindaligum
stigi.
-Fróðsskaparsetrið
er
universitetið í Føroyum og
verður fíggjað av lands-
kassanum. Vit hava so tikið
henda tjansin sum í fleiri
øðrum førum at seta nakrar
serligar verkætlanir í verk,
tí vit hava fingið stuðul
uttanífrá, og tað eru verk-
ætlanir, sum eru orðaðar og
fyrireikaðar her, og har
arbeiðið verður gjørt á
Setrinum. Tað er eingin,
sum sigur ella bíleggur
frammanundan, hvussu úr-
slitið skal vera sigur rektar-
in við Útvarpið.
Uppá fyrispurning um
tað er farið óheppið fram
og um nakað kundi verið
gjørt øðrvísi sigur rektarin,
at sjálvandi kundi tað tað.
–Arbeiðið fór í gongd við tí
ætlan, at tað skuldi skrivast
ein frágreiðing, og so kom
tað í drag. Haraftrat komu
ymsir samskiftistrupulleik-
ar og hvørt av sínum, so tað
varð útsett. Tað hevur ikki
gingið, sum tað skuldi, og
tað eri eg sera kedd av. Men
gjørd gerð far onga vend,
og vit mugu taka við læru
av hesum og síggja til eina
aðruferð at hava betri skil á
tí, sigur Malan Marners-
dóttur við útvarpið og sigur
í sama viðfangi, at hon er
sera spent at síggja frá-
greiðingina.
Rektarin á Fróðskapar-
setrinum sigur annars at tað
er álvarsligt, tá spurnartek-
in verður sett við virksemi
hjá Setrinum í løgtinginum
og vísir til, at landsstýris-
maðurin í mentamálum
skal svara spurningum um
Setrið og Menas oa.
-Vit geva landsstýris-
manninum teir upplýsingar
vit hava. Vit hava sent hon-
um nakað, og vit eru altíð
til reiðar at koma við fleiri
upplýsingum sigur hon.
Uppá fyrispurning nær
Menasfrágreingin kemur
sigur Malan Marnersdóttir
seg vóna, at hon kemur
skjótt, tí orðaskiftið um
hetta málið er farið so langt
av leið, at hon nú kundi
hugsað sær, at tað fór at
snúgva seg um tað, sum
stendur í frágreiðingini.
Eitt samt Fólkating lækkar blokkin
Tað verður helst bara Lisbeth
L. Petersen, sumsum fer at
atkvøða ímóti fíggjarlógar-
uppskotinum hjá nýggju
donsku stjórnini
Mistøk eru gjørd og vit
mugu læra av teimum
Mistøk eru gjørd í sambandi
við Menasfrágreiðingina,
men tey verða ikki endur-
tikin og at siga, at Fróð-
skaparsetrið er endað í
lummanum á einum olju-
felag er at taka munnin ov
fullan, sigur Malan
Marnersdóttur, rektari á
Fróðskaparsetri Føroya
UNDIRHALD
Seinnapartin týsdagin var
víðagitni danski klovnurin,
Pjerrot, á palli í SMS. Við
sínum hvíta búna, hvíta
andliti, og stóra, breiða
reyða smíli undirhelt hann
børnum og vaksnum eina
løtu.
Klovnurin
hevði
sjálvur tikið pall við úr
Danmark,
og
hann
framførdi brot úr teimum
ymsu
leikunum
hann
vanliga framførir á Bakka-
num, sum er elsti undir-
haldspallur í Danmark.
Heili 202 ár. Klovnurin
Pjerrot framførir 150 dagar
á rað á Bakkanum, um-
framt vitjar hann børn á
Ríkissjúkrahúsinum,
ið
hava krabbamein, har hann
undirheldur fyri teimum.
Við Rás 2 týsdagin segði
Pjerrot, at tá hann sjálvur,
hevur mist konu sína til
krabbamein, helt hann, at
hann eisini skuldi geva eitt
sindur av lívsvirði til hesi
børnini.
Børnini og tey vaksnu
tóku væl ímóti danska
klovninum.
Ein
rættur
barnaelskari. Pjerrot segði,
at klovnurin er eitt sindur
býttari enn børnini, og tí
hevur hann brúk fyri teirra
hjálp, og á henda hátt fær
hann sympati frá børn-
unum.
Pjerrot og børnini hósk-
aðu bara væl saman. Uttan
iva eitt væleydnað tiltak á
Torginum í SMS.
-ib
Pjerrot undirhelt
Góður útróður
á Sandi
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
Útróðrarbátarnir,
sum
avreiða á Sandi, hava
havt góðan fiskiskap
seinastu tíðina. Hetta er
háveturstíð, so dagarnir
eru skiftandi til veður.
Men tá ið roynandi er,
liggur væl fyri.
Á Sandi siga tey, at
nógvur fiskur hevur ver-
ið at fingið við línu og
teir, sum royna við
snellu, hava eisini gjørt
góðar dagar.
– Ein útróðrarbátur úr
Havn avreiddi á Sandi
tríggjar ferðir í síðstu
viku. Hetta vóru tríggir
ógvuliga góðir útróðrar-
dagar, ávikavist 12.000,
9.000 og 6.000 pund. Teir
settu 20 stampar hvørja
ferð.
Aðrir bátar hava eisini
fingið væl við línu. Teir,
sum royna við snellu,
hava ligið uppí 1800
pund, og tá er vanliga
bara ein maður á hvørj-
um báti.Á Sandi siga tey,
at meginparturin av veið-
ini hjá útróðrarbátunum
er gráur fiskur, men
royna teir longur úti á,
fæst eisini nakað av góð-
ari hýsu á línu.
Kolumbus og
Nornagestur
Partrolararnir, Kolumbus
og Nornagestur, seldu
ætlandi um uppboðssølu-
na í gjár. Sandoy Seafood
plagar at keypa veiðina
hjá teimum, men tá ið vit
frættu av Sandi týsmorg-
unin, var lastin ikki seld.
So, ikki var heilt vist,
hvar skipini leggja veiði-
na upp hesaferð.
Mánadagin høvdu Ko-
lumbus og Nornagestur
umleið 200.000 pund
inni, meginparturin upsi.
Tey vóru til arbeiðis á
Sandoy Seafood mána-
dagin og týsdagin, og
væntandi verður arbeitt
alla hesa vikuna.
Sum
skilst,
hevur
felagið keypt væl av hýsu
á uppboðssølu seinastu
tíðina. Hýsan verður
skorin til flak í Skopun.
Av útróðrarfiskinum
verður toskur 5 skorin í
Skopun. Restin verður
flakt og saltað á virkinum
á Sandi.
C
M
Y
K
3
2
Príslisti fæst í handlinum
- vit senda um alt landið