hósdagur 21. februar 2002síða 3
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 36 - 21. februar 2002
Nr. 36 - 21. februar 2002
5
– Tað er ongin ivi um,
at føroyski lands-
kassin kann fáa
milliónir burturúr at
skráseta úrtlendsk
skip í Føroyum, sigur
Jørgen Niclasen,
landsstýrismaður
ALTERNATIV
INNTØKA
Áki Bertholdsen
Um fimm ár skulu vit hava
eina munandi inntøku burt-
urúr at skráseta útlendsk
skip í Føroyum.
Tað er málið, ið Jørgen
Niclasen, landsstýrismaður,
hevur sett sær.
Tí er hann nú farin undir
arbeiðið at laga føroysku,
altjóða skipaskrásetingina,
FAS, til, so at hon verður
meiri lokkandi hjá út-
lendskum reiðarum.
Týsdagin helt felagið
Skipating ráðstevnu um,
hvussu FAS kann gerast eitt
fíggjarligt ískoyti hjá før-
oyska samfelagnum.
Niðurstøðan á fundinum
var, at tað avgjørt ber til at
fáa munandi størri inntøku
burturúr at fáa útlendsk
skip at skráseta seg í Før-
oyum.
Jørgen Niclasen sigur, at
tað eru oyggjalond, sum
forvinna upp ímóti einari
heilari milliard burturúr at
skráseta útlendsk skip, men
tey hava eisini ómetaliga
nógv skip.
Han vísir á, at Isle of
Man hevur 800 útlendsk
skip í sínari altjóða skráset-
ing og feløgini, sum eiga
hesi skipini, hava 500 fólk í
starvi á Isle of Man.
Hóast vit tosa um minni
mátistokk í Føroyum, siga
tølini eitt sindur um, hvørjir
møguleikar eru hjá tí, sum
leggur seg eftir teimum.
Ikki minst kastar ein slík
skráseting
nógv
avleitt
virksemi av sær, eitt nú til
sakførarar, grannskoðarar,
skrivstovufólk og onnur,
eins og talan er um á Isle of
Man.
– Tað sigur okkum so
mikið sum tað, at FAS skip-
anin kann gerast ein mun-
andi ískoyti hjá føroyska
landskassanum, sigur Jørg-
en Niclasen.
Farin til verka
Men hann leggur afturat, at
tíverri eru føroyingar nakað
seinir á sjóvarfallinum.
Onnur land hava havt
altjóða skipaskrásetingar
nógv longri enn vit og eru
tískil
tað
frammanfyri
okkum.
Men hóast tað er ætlanin
at fáa FAS skipanin at virka
betri, tí Landsstýrismaðurin
er enn sannførdur um, at
tað ber til at fáa hetta at
kasta nakað av sær.
Hann vísur á at FAS
skipanin kom í 1992. Tá var
endamálið við henni at
forða fyri, at tey føroysku
farmaskipini
ikki
fóru
undir útlendskt flagg, tí
bæði danir og norðmenn
høvdu fingið sínar skipanir.
–Tað eydnaðist, men nú
er stundin komin at fara
víðari.
Og hann er longu farin til
verka at fáa FAS skipanina
at virka betri.
Hann hevur sett eitt FAS-
Forum, sum longu hevur
havt sín fyrsta fund.
Í
hesum
forum
eru
umboð fyri Felagið fyri
Farmaskip, Almanna- og
Heilsumálassstýrið, Fíggj-
armálastýrið, Vinnumála-
stýrið og Fiskimálastýrið,
umframt eitt umboð uttan-
ífrá.
– Endamálið hjá hesum
forum er at savna alla vitan,
sum hevur við FAS at gera
á einum og sama stað.
Somuleiðis skal tað laga
FAS- skipanina til, so at
hon verður meiri lokkandi
hjá útlendskum reiðaríðum,
og harumframt skal hon
verða einfaldari at umsita.
Hann sigur, at FAS skip-
anin er nevniliga bæði ein
skipan, sum fevnir um
skattamál, sosial gjøld og
annað, tí eru tey flestu
stýrini umboðað.
– Vit ætla at byggja
okkara FAS skipan á dygds
og á tænastu.
– Tað merkir at tá ið út-
lendskir reiðarar venda sær
til Føroyskar myndugleikar
við fyrispurningum um
FAS, skal tað bera til at fáa
allar spurningar svaraðar á
sama stað og tað verður
uppgávan hjá okkara FAS-
forum at bera so í bandi, at
alt er savnað á einum stað.
Og stinga trupulleikar seg
upp, skal tað bera til hjá
einum reiðara at fáa allar
trupulleikar loystar á einum
stað.
Hann sigur, at ein týðandi
táttur í arbeiðnum at laga
skipanina til, verður at gera
hana einfaldari at umsita.
– Tað elvir til misnøgd, tá
ið reiðarar fáa eykarokn-
ingar fyri gjøld í Føroyum,
sum teir ikki vistu um
áðrenn, eitt nú gjøld til
sosialar skipanir og tað
mugu vit sleppa undan.
Hann sigur, at tá ið tað er
fingið frá hondini, skal
greiða finnast á, hvørjum
skipum, vit skulu leggja
dent á at fáa til Føroyar.
– Har haldi eg at tað mest
sannlíka er,at vit fara at
royna at fáa skip úr Evropa,
sum eru í góðum standi, til
Føroya, heldur enn skip
undir ymsum hentleika-
fløggum, sum eru í ringum
standi, hóast tey eru fleiri í
tali.
– Vit skulu ikki hava
rustikustar til Føroya,
men heldur skip á
einum ávísum støði,
sigur Andras Joensen,
formaður í Skipatingi
ALTERNATIV
INNTØKA
Áki Bertholdsen
– Vit skulu hava eina so
einfalda skipan sum gjør-
ligt.
Tað heldur Andras Joen-
sen, formaður í felagnum
Skipatingi, er lykilin til at
fáa tað føroysku, altjóða
Skipaskrásetingina, FAS, at
virka betri.
Eftir ráðstevnuna umFAS
skipanina er hann sannførd-
ur um, at tað ber til at fáa
meiri burturúr skipanini,
bæði tí møguleikarnir eru
har og tí at politiskur vilji
er til at gera nakað við
málið. er hann sannførdur
um, at tað ber til at fáa
meiri burturúr skipanini,
bæði tí møguleikarnir eru
har og tí at politiskur vilji
er til at gera nakað við
málið.
– Trupulleikin er, at FAS
hevur ongan góðan átt. Tá
ið reiðarar hava vent sær til
FAS, hava teir fingið svar
nakrar mánaðir seinni og
tað gongur ikki.
– Men tað er batnað í
seinastuni og nú hevur po-
litiski myndugleikin sett
sær sum mál at um fimm ár
skulu vit hava fingið meiri
burturúr,
sigur
Andras
Joensen. Sí greinina oman-
fyri.
Men hann sigur, at skulu
vit røkka so langt, er tað
neyðugt at fáa nøkur viður-
skifti í rættlag.
– Eitt er, at vit mugu gera
okkum greitt, hvørji út-
lendsk skip, vit vilja hava
til Føroyar.
Har heldur hann, at tey
flestu hella til, at talan skal
vera um skip í góðum
standi og at ongin hevði
serliga áhuga fyri at fáa
”gamlar rustikustar” í skip-
anina.
Men harumframt er tað
eisini neyðugt at laga sjálva
skipanina til.
– Endamálið má vera at
skipanin skal verða so ein-
føld sum gjørligt at umsita,
bæði hjá føroyingum og hjá
reiðarum.
– Tað ringasta sum hend-
ir, er, at reiðarar, sum koma
til Føroyar við sínum skip-
um, fáa óvæntaðar eyka-
rokningar av og á, sum
ongin visti um framman-
undan, eitt nú til ALS og
barnsburðargrunn o.s.fr.
– Vit mugu eisini um-
hugsa, hvussu vit gera
skipanina, um vit framvegis
skulu krevja skatt frá
manningunum á teimum
útlendsku skipunum, ella
um vit t.d. skulu leggja eitt
gjald á eftir, hvussu stór
skipini eru, sama hvaðani
manningin er, og spurning-
urin er eisini um tað skal
vera eitt krav, at ávísir av
manningini
skulu
vera
føroyingar, ella ikki, sigur
Andras Joensen.
Hann sigur nevniliga, at
ein stórur partur av inntøk-
unum frá altjóða skipaskrá-
setingum stava frá teimum
avleiddu vinnum, ið hetta
kastar av sær, eitt nú
grannskoðarar, sakførarar
og innanfyri skipavinnuna
sum heild.
Um fimm ár eru vit komin á mál
Enn er føroyska altjóða skipaskrásetingin ikki nóg lokkandi hjá útlendskum reiðarum, men tað verður hon og endamálið er, at vit skulu verða til reiðar um fimm
ár, sigur Jørgen Niclasen, sum her er avmyndaður á ráðstevnu hjá Skipatingi týsdagin. Tað er landsstýrismaðurin longst til høgru. Hini eru, frá høgru, Óla Hans
Hammer Olsen, stjóri á Skipaeftirlitinum,Gunnbjørn Joensen, reiðari í Hósvík, Per Gulklett, skipsmeklari í Keypmannahavn, Petra Johnsdottir Joensen á
Almannastovuni, Regin Thomsen á Toll-& Skatt og Torleivur Mikkelsen, umboð fyri útlendsk reiðarí í Føroyum
Skal vera so einfalt
sum gjørligt
Ráðstevnan hjá Skipatingi hevði ávísan áhuga, Her eru tað f.v. Jógvan Sundstein, grann-
skoðari, Árni Joensen, stjóri á Skipafelagnum og Poul Mohr, stjóri á skipasmiðjuni
Seinnapartin týsdagin
var ein flokkur av Há-
skúlanum og vitjaði á
Sosialinum. Hetta var
í sambandi við eina
lærugrein, sum eitur
Rannsókn. Læru-
greinin umfatar
mestsum alt, ið
næmingarnir hava
hug til
VITJAN
Ingrid Bjarnastein
Umleið 15 háskúlanæm-
ingar komu seinnapartin
týsdagin á gátt í gula blað-
húsinum úti á Argjum. Teir
vildu fegnir vita, hvussu
eitt blað varð framleitt.
– Hetta er í sambandi við
lærugreinina
rannsókn,
greiðir lærarin, Elin Lind-
enskov frá. – Rannsókn er
ein lærugrein, sum er
hvønn týsdag í tveir tímar,
har næmingarnir fara út á
eitt hvørt virki, fáa vitjan av
onkrum, vitja listaframsýn-
ingar og annað. Teir hava
longu verið í Útvarpinum,
og nú legði onkur ynski
fram um at sleppa at síggja,
hvussu eitt blað varð fram-
leitt.
Næmingarnir fingu eitt
sindur at vita um søguna
hjá blaðnum, og hvussu ein
arbeiðsdagur vanliga er.
Teimum varð fortalt um tey
ymsu virksemini blaðið
hevur, og hvussu blaðið
verður sett upp.
Tá Jan Müller var liðugur
at greiða næmingunum frá
blaðnum sjálvum, varð
gjørdur ein túrur runt í
húsinum, har næmingarnir
sluppu at síggja, næstan
trin fyri trin, hvussu blaðið
spakuliga
tekur
skap,
hvønn dag.
Spurdir um hetta var so-
leiðis teir høvdu ímyndað
sær, at eitt blaðhús var,
søgdu teir:
– Nei, vit høvdu væntað,
at her var alt kaos, siga teir
flennandi. – Tað er tað altíð
í filmum. Fólk, sum renna
veipandi við onkrum og
rópa.
Men hóast hetta, so var
ímynd teirra ikki nógv
broytt eftir vitjanina, siga
teir.
Háskúla-
næmingar
rannsókn
á Sosialinum
Nakrir háskúlanæmingar vitjaðu
seinnapartin týsdagin á
Sosialinum í sambandi við
lærugrein, sum eitur rannsókn
Mynd: Jens Kr. Vang
C
M
Y
K
5
4