hósdagur 21. februar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 36 - 21. februar 2002
Nr. 36 - 21. februar 2002
7
Helvtin av mjólki-
neytunum í Føroyum
eiga tríggjar fjórðing-
ar av samlaðu
mjólkaframleiðsluni.
Hin helvtin kostar
landbúnaðinum einar
15 mió krónur árliga.
MJÓLKAFRAMLEIÐSLA
Jóanes N. Dalsgaard
Fyri tey flestu er mjólk
nakað man keypir í handlu-
num. Men áðrenn mjólkin
kann koma á hillarnar í
handlunum, skal hon fram-
leiðast. Aftur her man tað
vera so, at nógv hugsa um
mjólkavirki, tá tey hugsa
um
mjólkaframleiðslu.
Men søgan byrjar heldur
ikki her. Røsk eru tey uttan
iva á Mjólkavirkinum, men
mjólk duga tey tó ikki at
gera. Tað duga afturfyri tær
uml. 1100 mjólkkýrnar hjá
teimum uml. 75 mjólka-
framleiðarunum í Føroy-
um. Árliga framleiðslan av
mjólk í Føroyum liggur um
6 mió litrar ella góð 6.000
tons. Hetta merkir, at hvør
kúgv í miðal gevur uml.
5.600 litrar av mjólk um
árið.
Kynsbót er
framleiðslumenning
Eins og í allari aðrari fram-
leiðsluvinnu snýr tað seg í
mjólkaframleiðsluni um, at
fáa so nógv burturúr íløgu-
num sum gjørligt. Týdning-
armesta tólið í mjólkafram-
leiðsluni má sigast at vera
kúgvin. Uttan kýr ongin
mjólk, so einfalt er tað. Fyri
at fáa sum mest burturúr
teirri einstøku kúnni, má
hon fáast at mjólka sum
mest, so leingi sum gjørligt.
Men frá náttúrunar hond er
tað ymiskt frá kúgv til
kúgv, hvussu nógv hon
mjólkar. Møguleikin fyri at
finna eina góða kúgv í
rúgvuni er tískil nakað tann
sami, sum møguleikin fyri
at finna eina vánaliga kúgv.
Hetta er, um farið verður
fram eftir fummum. Men
tað hava uml. helvtin av
mjólkaframleiðarunum
í
Føroyum valt ikki at gera. Í
staðin fyri at fara fram eftir
fummum, og vóna, at eyd-
nan fylgir einum, hava hes-
ir valt at fara miðvíst til
verka, og skipa útveljingina
av kúm, eftir hvussu væl
tær mjólka. Bara kálvar
undan teimum bestu kú-
num vera settir við, og so-
leiðis vera tær ílegurnar
sum geva nógva mjólk
førdar víðari frá ættarliði til
ættarlið. Hesin framferðar-
háttur er tað, vit vanliga
nevna kynsbótararbeiði.
Hentir og neyðugir
upplýsingar fyri einki
Fyri at kunna gera kynsbót-
ararbeiði krevst neyv vitan
um, hvørjar eginleikar ali-
dýrini hava, t.e. í hesum
føri vitan um, hvussu væl
kúgvin mjólkar. Tað er her,
at mjólkakanningarnar hjá
neytaeftirlitinum
hjá
Royndarstøðini koma inní
myndina.
Einaferð
um
mánaðin verður mjólkin frá
hvørjari einstakari kúgv
kanna.
Kannað
verður,
hvussu nógv kúgvin mjólk-
ar, og eisini verður inni-
haldið av fiti og proteini í
mjólkini kannað. Harum-
framt ber til, við framkom-
nu útgerðini hjá Royndar-
støðini, at síggja um kúgvin
er skeivt fóðra, um mjólkin
er skeivt viðfarin og um
mjólkingarútbúnaðurin er í
ólagi, alt bert við at kanna
mjólkina. Harafturat ber til
at fáa upplýsingar um
heilsustøðuna hjá kúnni,
fyrst og fremst um standin í
júðrinum. Tað er rættiliga
vanligt at neyt fáa júður-
bruna. Tess skjótari hetta
verður staðfest og viðgjørt,
tess skjótari kann kúgvin
aftur mjólka uppá tað besta.
Júðurbruni kann ikki altíð
staðfestast við dagliga eftir-
litinum í fjósinum, og í tí-
líkum førum eru kanning-
arúrslitini frá Royndarstøð-
ini sera hent. Alt hetta fær
einstaki bóndin fyri einki.
Skipanin við neytaeftirliti-
num er nevniliga ókeypis.
Nógvir pengar
at vinna
Nógv bendir á, at neyta-
eftirlitið ber frukt í kyns-
bótararbeiðinum. Í Føroy-
um eru uml. 1100 mjólk-
kýr, sum mjólka í miðal
5.600 litrar um árið hvør.
Av teimum 1100 eru uml.
600 við í neytaeftirlitinum.
Men hesar kýrnar mjólka í
miðal væl omanfyri 7.000
litrar um árið. Hetta merkir,
at kýrnar, sum ikki eru við í
neytaeftirlitinum í miðal
mjólka væl undir 3.000
litrar um árið. Talan er so-
statt um ein mun uppá í
miðal uml. 4.000 litrar um
árið fyri hvørja kúgv. Í
krónum og oyrum verður
hetta til rættiliga stórar
upphæddir í mistari inn-
tøku, fyri tann bóndan, sum
ikki ger miðvíst kynsbótar-
arbeiði. Sambært árbókini
hjá Hagstovuni er brutto-
virði á 4.000 litrum av
mjólk omanfyri 20.000
krónur. Fyri ein bónda, sum
eigur 10 mjólkkýr, kann
talan soleiðis verða um ein
árligan miss í bruttoinn-
tøkuni uppá 200.000 krón-
ur. Og her skal enntá havast
í huga, at bóndin einki hev-
ur spart, við ikki at vera í
neytaeftirlitinum. Samlað
er talan kanka um eitt
bruttotap fyri føroyska
landbúnaðin uppá einar 15
mió krónur um árið.
Ikki arbeiðsbyrðan
sum forðar
Sosialurin hevur spurt Ein-
ar Ellingsgaard royndar-
stovuleiðari á Royndarstøð-
ini um hann veit, hví so
nógvir bøndur velja ikki at
vera við í eftirlitinum, tá
tað bæði er ókeypis, og tyk-
ist vera eitt avbera gott am-
boð at menna framleiðslu-
na og lønsemi við. Men
Einar Ellingsgaard hevur
einki svar uppá henda
spurningin. Hann sigur, at
eftirlitið krevur eitt lítið
sindur av eykaarbeiði í
sambandi við mjólking
eina ferð um mánaðin. Men
í mun til tað gagn, sum
góðskueftirlitið kann gera,
hevur eykaarbeiðið lítið
uppá seg, heldur hann.
Eftirlitið gevur
betri mjólk
Sosialurin
hevur
eisini
spurt stjóran á Mjólkarvirki
Búnaðarmanna Eirik Thor-
valdsson, hvørja hugsan
hann hevur um neytaeftir-
litið. Erikur Thorvaldsson
er ikki í iva um, at eftirlitið
hjá Royndarstøðini gevur
betri mjólk. Tað er heilt
týðiligt samband ímillum
eftirlit og góðsku, sigur
hann. Harumframt er eftir-
litið til gagns fyri neytini.
Eftirlitið merkir, at sjúka í
nógvum førum kann stað-
festast, og tískil viðgerast,
ógvuliga tíðliga. Hetta hev-
ur ikki minsta týdning, tí
vit skulu ansa eftir at neyt-
ini hava tað gott, sigur Ei-
rikur Thorvaldsson. Hann
heldur, at sambandi ímill-
um eftirlit og góðsku er so
týðiligt, at luttøka í neyta-
eftirlitinum átti at vera eitt
krav til allar mjólkafram-
leiðarar, og ikki sum nú,
upp til tann einstaka bónd-
an sjálvan at velja.
Sum at drekka eina øl
Eirikur Thorvaldsson er
samdur við Einar Ellings-
gaard royndastovuleiðara á
Royndarsstøðini, at tað eig-
ur ikki at vera eykaarbeiðið
í sambandi við eftirlitið,
sum fær bøndurnar at halda
seg aftur. “Tað er ikki meira
arbeiði av eftirlitinum enn
tað er av at drekka eina øl”
sigur Eirikur Thorvaldsson.
Hann heldur tó, at tað fyrst
og fremst er eldra ættarliðið
av bøndum, sum ikki vilja
vera við í eftirlitinum. Yng-
ru bøndurnir hava lættari
við at skilja fyrimunirnar
við at vera undir eftirliti,
heldur Eirikur Thorvalds-
son.
Helvtin framleiðir tríggjar fjórðingar
Einar Ellingsgaard, royndar-
stovuleiðari á Royndarstøð-
ini, veit ikki, hví so nógvir
bøndur velja ikki at vera við
í eftirlitinum, tá tað bæði er
ókeypis, og tykist vera eitt av-
bera gott amboð at menna
framleiðsluna og lønsemi við
Mynd: Jens Kristian Vang
Fyri at hjálpa einum
starvsfelaga, sum fekk
heilabløðing umborð
á skipi, varð Edmund
Jacobsen í Hoyvík av
Reyða Krossi Føroya
valdur ársins
fyrstahálpari 2001
ÚTNEVNING
Edvard Joensen
Fyri at hjálpa einum starvs-
felaga, sum fekk heilabløð-
ing umborð á Havhesti í
november í fjør, fekk Ed-
mund Jacobsen í Hoyvík
týsdagin handað prógv sum
ársins fyrstahjálpari fyri
árið 2001. Útnevningin er
gjørd av Reyða Krossi Før-
oya.
Tað var í november mán-
aða í fjør, at ein maður
knappliga gjørdist illa sjúk-
ur, meðan teir vóru staddir
einar 60 fjórðingar úr landi.
Støðan var so álvarslig, at
boð vórðu send eftir lækna-
hjálp beinanveg, eins og
tyrla varð boðsend at flyta
mannin á sjúkrahús. Skjótt
gjørdist greitt, at fyrsta-
hjálp var neyðug, og av-
standurin var so mikið
stórur, at tað tók nakað av
tíð hjá tyrluni at koma
fram.
Meðan tyrlan var á veg út
til skipið, gav Edmund alla
tíðina sjúka manninum
kunstigan andadrátt.
Alla tíðina, meðan Ed-
mund arbeiddi upp á mann-
in, vóru aðrir av manningi
eisini um teir og stuðlaðu
og hjálptu til.
Tá tyrlan var komin,
gjørdu ymsar umstøður, at
ikki bar til at brúka hjálp-
artólini, sum við vóru, so
neyðugt var hjá Edmundi at
fylgja við tyrluni til lands,
samstundis sum hann alla
tíðina helt á við fyrsta-
hjálpini. Maðurin varð síð-
an lagdur inn á Lands-
sjúkrahúsið. Tá hevði Ed-
mund arbeitt upp á mannin
í umleið tríggjar tímar.
Læknin frá donsku sjó-
verjuni, sum komin var
umborð á Havhest, varð
verandi eftir, meðan Ed-
mund fylgdi við sjúka
manninum til lands.
Edmund greiðir frá, at tá
komið varð til lands, vórðu
teir móttiknir á tyrlupall-
inum av Marneri Andrea-
sen, portøri, sum beinanveg
fekk
andadrátstólið
at
rigga.
Á B8 vórðu teir móttiknir
av Tummasi í Garði, lækna,
sum Edmund ynskir at
takka fyri góða móttøku og
stuðul, eftir at teir vóru
komnir inn á sjukrahúsið.
Eisini sjúkrasystrarnar vóru
sera fryntligar og fyrikom-
andi og tóku sær væl av
honum, sigur Edmund.
Sjúki maðurin varð lagd-
ur í respirator, men so
vánalig var heilsustøðan
kortini, at hann doyði dagin
eftir.
Edmund Jacobsen fegn-
ast um heiðurin, honum er
vístur við útnevningin.
Hann ynskir at takka
Høgna Djurhuus, narkosu-
yvirlækna, fyri innstilling
og Reyða Krossi Føroya
fyri útnevning, og vil fegin
senda familjuni hjá starvs-
felagnum eina heilsu og
kondolera avvarðandi.
Edmund sigur, at tað
sjálvandi er hugaligt at fáa
eins slíka viðurkenning,
men at alt hevði verið mun
andi lættari, um maðurin
hevði livað í dag.
Umframt heiðurin frá
Reyða Krossi Føroya fekk
Edmund eisini eina pen-
ingagávu upp á 3.000,- kr.
frá
Tryggingarfelagnum
Føroyar.
Edmund er ársins fyrstahjálpari
Edmund Jacobsen í Hoyvík varð týsdagin útnevndur ársins fyrstahjálpari
Mynd: Edvard Joensen
Tríggir mans vórðu
innstillaðir til viður-
kenningina sum
ársins fyrstahjálpari
hjá Reyða Krossi
Føroya. Útnevningin
varð kunngjørd
týsdagin
FYRSTAHJÁLP
Edvard Joensen
Reyði Krossur Føroya út-
nevndi týsdagin á fyrsta
sinni ársins fyrstahjálpara í
Føroyum. Útnevningi varð
kunngjørd á samkomu hjá
Reyða Krossi á Bryggju-
bakka í Havn.
Tríggjar
innstillingar
vóru til ársins fyrstahjálp-
ara fyri árið 2001. Allir
innstillaður
persónarnir
fingu heiðursbræv, meðan
tann, sum varð útnevndur,
eisini fekk peningagávu
aftur at heiðurinum.
Eiðis
Bjargingarfelag
hevði innstillað Olaf í
Garði Joensen á Eiði fyri at
hava veitt góða fyrstahjálp
til persón, sum var komin
rættiliga illa fyri í eini
bilvanlukku á Eiði.
Talan var um ungan
drong, sum sambært lækn-
anum á staðnum ikki and-
aði, tá Olaf í Garði Joensen
kom til hansara. Olaf gav
kunstigan andadrátt og helt
soleiðis lív í dronginum, til
læknin var komin á staðið.
Drongurin varð fluttur á
sjúkrahús og er seinni
komin heilt fyri seg aftur.
Læknin ivaðist ikki í, at
Olaf í Garði Joensen bjarg-
aði dronginum.
Av løgregluni í Eysturoy
varð Jim Stanley Løvhøjten
á Toftum innstillaður fyri at
hava bjargað eini ungari
gentu, sum var við í eini
ferðsluvanlukku á Lambar-
eiði.
Jim var komin á van-
lukkustaðið nakað eftir, at
ein bilur við fleiri ungum
fólkum var farin út av
vegnum. Hann hevði breitt
klæði yvir gentuna, sum var
rættiliga illa fyri orsakað av
kulda.
Læknafrágreiðing eftir
hendingina segði, at krops-
hitin hjá gentuni var so
lágur, at um ikki ikki varð
breitt út yvir hana, tá tað
varð gjørt, var hon ivaleyst
deyð av kulda, áðrenn hon
fekk aðra hjálp.
Vegna Landssjúkrahúsið
hevði Høgni Djurhuus,
narkosuyvirlækni, innstill-
að Edmund Sofus Jacobsen
í Hoyvik fyri at hava givið
fyrstuhjálp undir truplum
umstøðum í óvanliga langa
tíð til persón, sum raktur
var av heilabløðing og ikki
sjálvur fekk drigið andan.
Tilburðurin
fór
fram
umborð á Havhesti, sum
var til fiskiskap. Edmund
fylgdi við sjúklinginum til
lands og helt honum á livi,
líka til hann kom undir
læknahond á Landssjúkra-
húsinum.
Av teimum trimum, sum
innstillaðir vórðu, varð
Edmund Jacobsen útnevnd-
ur ársins fyrstahjálpari av
Reyð Krossi Føroya.
Tríggir vórðu innstillaðir
Olaf í Garði Joensen fekk heiðursbræv frá Suna Vinther,
formanni í Reyða Krossi Føroya
Mynd: Edvard Joensen
Jim Stanley Løvhøjten, t.h., við heiðursbrævi frá Reyða Krossi
Føroya
Mynd: Edvard Joensen
C
M
Y
K
7
6