Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-21, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2002síða 5

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 36 - 21. februar 2002 Nr. 36 - 21. februar 2002 9 Nú skeiðið á Húsar- haldsskúla Føroya er við at verða liðugt, er greitt, at alsamt fleiri gentur eru fremm- andar yvir fyri føroyskari matgerð SKÚLI Solby A. Eliasen Klaksvík: - Føroysk mat- gerð og handarbeiði gerst alsamt meir fremmant fyri ungum í dag. Orsøkin til tað er, at handarbeiði er ikki ein serstøk lærugrein í fólkaskúlunum longur.Í dag eitur lærugreinin Handverk og List, og næmingarnir hava sostatt møguleika til at velja hvørja handaliga lærugrein tey vilja hava, sigur Jóhanna á Tjaldra- fløtti, leiðari á Húsarhalds- skúla Føroya. - Her eru 21 gentur, og til dømis dugdi bert ein triðingur av teimum at kasta uppá, tá vit byrjaðu. Og nógvar høvdu ongantíð roynt at gera blóðpylsu ella skrædla fisk, men tær høvdu onki í móti at royna tað og harvið læra tað, heldur Jóhanna fram. Tvær evnisvikur Hetta skeiðið byrjaði 14. august í 2001, og tær hava gjørt mangt og hvat. Mill- um annað hava tær havt tvær evnisvikur, onnur um føroyska kvinnubúnan og hin um matgerð úr fremm- andum londum. Tær gjørdu alt í samband við tann før- oyska kvinnubúnan, og lótu dukkur í. Og tær gjørdu mat úr USA, Kina, Frak- landi, Hawaii, og tær skuldu sjálvar gera alt. – Tær vóru faktiskt einsa- mallar í køkinum, og sták- aðust, tær gjørdu nógv burturúr. Vit hava sitið við krossaðum beinum á gólv- inum og vit hava verið í Hawaii, tær høvdu pyntað allan køkin, alt var gult og ordiliga summarsligt. Vit hava eisini serið í barna- føðingardegi og í brúd- leypi, har tvær av gentun- um spældu brúðarpar. Onn- ur var í klædninginum hjá pápa sínum og hin í brúð- arkjólanum hjá mammu síni, greiðir Jóhanna frá. Árliga framsýningin Teir seinastu dagarnar hava genturnar fyrireikað eina framsýning, sum lat upp í gjár. Á framsýningini vísa tær alt, sum tær hava gjørt hetta farna skeiðið. Framsýningin er á skránni hvørt ár, og vanliga verður hon væl vitjað. Ymisk skeið fyri framman Tá ið hetta skeiðið er liðugt liggja nógv smá skeið fyri framman. Tað verður eitt kostskeið, sum varar áleið 10 –15 viku, har undirvíst verður í sunnari og heilsu- góðari matgerð. Tað plagar at vera vælumtókt og lut- takararnir verða býttir í smærri bólkar, alt eftir hvussu mong tekna seg. Og so verða eisini ymisk handarbeiðskeið. - Harafturat hava vit eitt summarskeið einaferð í mei fyri meiri tilkomnun fólki. Tað er sum ein lítil útgáva av húsarhaldsskúlanum. Luttakararnir búgva her í eina viku. Tað hevur verið vælumtókt, tað hava verið upp til 16 konur her, og tær hugna sær. Gera handar- beiði og heilsugóðan mat. Eisini hava vit gjørt onkra útferð, heldur Jóhanna fram. Ongar súrar pliktir - Her er so gott at vera. Vit hava tað so stuttligt, at sjálvt tað at vaska WC kann fáa okkum at flenna, siga tvær av gentunum á Húsar- haldsskúla. - Vit hava lært nógv og fingið nógvar nýggjar vin- konur. Tað verður torført at siga farvæl, halda tær fram og hyggja at hvørjari aðrari. Genturnar búgva á skúl- anum, og tað halda tær er altavgerandi fyri tað góða samanhaldið. - Eg eri úr Klaksvík, men eg hevði ikki viljað sovið heima fyri tað, sigur onnur. - Tá vit hyggja at øllum, sum vit hava gjørt, hava vit ilt við at trúgva, at tað eru vit, sum hava gjørt alt hetta, siga tær báðar at enda. Húsarhaldsskúlin liðugur á hesum sinni Maria Poulsen, Klaksvík og Paula Poulsen, Eiði eru tvær av gentunum á Húsarhaldsskúlanum Silkimálingin hevur eisini verið frammi Genturnar hava seymað náttkjólar til egið brúk Evnisvikan snúði seg um føroyska kvinnubúnan – Í dagstovnalógini skal verða ásett, at kommunurnar hava skyldu til at útvega øllum børnum, sum ynskja tað, stovns- pláss, tá ið barns- burðarfarloyvið er liðugt, sigur Kristian Magnussen, løgtings- maður DAGSTOVNAR Turið Kjølbro Stendur tað til Kristian Magnussen, løgtingsmann fyri Javnaðarflokkin, skal stovnspláss standa øllum børnum undir skúlaaldri í boði eftir lokið barnsburð- arfarloyvi. Tí skal dag- stovnalógin, sum varð sam- tykt á tingi á sumri fyri skjótt trimum árum síðani, broytast. Í henni skal verða ásett, at kommunurnar hava skyldu til at veita stovns- pláss til øll børn, ið ynskja at koma inn á dagstovn. – Barnsburðarfarloyvi og ansingartrygd eiga at verða tengt saman. Koma vit til valdið eftir komandi løg- tingsval fara vit at arbeiða fram ímóti, at barnsburðar- farloyvið verður longt til eitt ár og at eftir ta tíð skulu børnini sleppa inn á stovn, sigur Kristian Magnussen. Freist Um alt landið standa nógv hundrað børn á bíðilista eftir at sleppa inn á stovn. Skulu allar kommunurnar klára at fylgja kravinum, Kristian Magnussen setur fram, mugu nógvir stovnar byggjast og stórar upp- hæddir setast av til enda- málið. – Tað er rímuligt at geva kommununum eitt skotbrá uppá eini fýra ár til at nøkta tørvin á stovnsplássum. Verður farloyvið longt til eitt ár, minkar bíðilistin munandi, tí størsti parturin av teimum, ið bíða, er børn undir eitt ár. Løgtingsmaðurin heldur, at í einum longdum barns- burðarfarloyvi skulu pápar- nir taka ein størri leiklut. – Tað er rímuligt, at bæði foreldrini býta farloyvið sínámillum Skipanin skal vera so fleksibul, at hon tekur atlit til ymisk viður- skifti, barnið, familjuna og arbeiðsplássið. Vit vita, at verður barnsburðarfarloyv- ið longt, kann tað ávirka nøkur arbeiðspláss meiri enn onnur. Kristian Magnussen heldur, at tann, ið er í barnsburðarfarloyvi, skal hava løn alt tíðarskeiðið. Hann er tískil ikki samdur við landsstýrismannin við arbeiðsmarknaðarmálum, sum í sending í útvarpinum týskvøldið segði, at í fyrsta umfari skal lógin loyva 52 vikur farloyvi, har bert fyrstu 28 vikurnar vera við løn. Arbeiðast skal síðani fram ímóti, at tær seinastu vikurnar eisini vera við løn. – Barnsburðargrunnurin skal varðveitast. Hann forð- ar fyri, at trýst verður lagt á arbeiðsgevarar, serliga teir, ið hava nógvar kvinnur í arbeiði. Nú nýtist teimum ikki at hugsa um, hvønn teir seta í starv. Við grunni- num hava kvinnur betri møguleika at vera verandi á arbeiðsmarknaðinum og halda fast við støðuna. Verður farloyvið longt til 52 vikur, skal viðkomandi fáa løn alla tíðina. Skipanin kann vera sum nú, har løn- móttakarar og landskassin rinda til grunnin, men aðrir mátar eru eisini. Fleiri pedagogar Óloysiligt saman við ans- ingartrygdini hongur eisini stóri tørvurin á pedagogum. Tørvur er á fleiri hundrað pedagogum til bæði dag- stovnar og serstovnar. Á fleiri stovnum er bert leið- arin pedagogur og restin hjálparfólk. Tí skulu fleiri flokkar av pedagogur takast inn á Pedagogskúlan, held- ur Kristian Magnussen. – Í minsta lagi tveir flokkar áttu at verðið tiknir inn á Pedagogskúlan um ár- ið. Í andstøðu kunnu vit ikki gera nógv, men koma vit til valdið fara vit at arbeiða fram ímóti, at fleiri pedgogar verða útbúnir. Verða fleiri stovnar bygdir uttan at fleiri pedagogar verða útbúnir, kunnu vit seta spurnartekin við dygd- ina á stovnunum. Ikki fyri at taka nakað frá nøkrum, men tað at fólk eru útbúgv- in eigur at vera ein trygd fyri eini ávísari dygd. Eru tilboðini ikki nóg góð og mennandi, eru tað børnini sum líða. Tí skal hesin spurningurin viðgerast saman við ansingartrygd og longdum barnsburðarfar- loyvi. Spurningurin er so, um tað fer at muna nakað at á- leggja kommunum ansing- artrygd í dagstovnalógini, tá ið vit vita, at ymsar áset- ingar í dagstovnalógini ikki kunnu fylgjast sum er. Eitt nú stendur, at í minsta lagi tveir triðingar av starvs- fólkunum á dagstovnum skulu vera pedagogar. – Sitandi landsstýrið má átaka sær ábyrgdina, at lóg- in ikki verður fylgd ella kann fylgjast, tá ið so stórur tørvur er á pedagogum, heldur løgtingsmaðurin. Ansingartrygd inn í lógina – Í andstøðu kunnu vit ikki gera nógv, men koma vit til valdið fara vit at arbeiða fram ímóti, at fleiri pedgogar verða útbúnir, sigur Kristian Magnussen Tann 33 ára gamli maðurin, sum mána- dagin varð dømdur 15 mánaða treyta- leysa fongsulsrevsing fyri sølu av hassji, er nú leyslatin, til hann skal sita dómin RÚSEVNI Stefan í Skorini Dómarin í Føroya Rætti gjørdi av, at maðurin skuldi leyslatast, inntil hann skal inn at sita dómin, men hesa avgerð kærdi ákæruvaldið til Landsrættin, sum tó tek- ur undir við Føroya Rætti í, at maðurin sleppur úr varð- haldinum nú beinanvegin. Hann verður síðani inn- kallaður seinni, tá hann skal sita teir fimtan mánað- irnar handan rimar. Ákærin helt, at vandin var stórur fyri, at maðurin fór at halda fram við somu lógarbrotum, tí hann hevði keypt og selt átta kilo av hassji í einum tvey ára tíð- arskeiði. Hesum tók rættur- in tó ikki undir við. Maðurin játtaði seg sekan í málinum. Tað at hann játtaði og var sam- starvshugaður undir av- hoyringum av løgregluni, hevur kanska givið manninum betri sømdir. Ein 29 ára gamal maður, sum hevur sitið í varðhaldinum síðan 16. januar, kemur í dag, hósdagin, fyri í Føroya Rætti. Hann hevur eisini játtað seg sekan í teimum flestu ákærunum. Um Suni Olsen ikki ger nýggjan við FC Zwolle verður ungi gøtumaðurin aftur at síggja á liðnum hjá GÍ. Enn er tó eingin avgerð fallin, sigur formaðurin FÓTBÓLTUR Stefan í Skorini Tað hevur leingi ljóðað, at Suni Olsen møguliga kem- ur aftur til barndómsfelagið GÍ. Sáttmálaskeiðið rennur út í mei, og Suni er í løtuni í samráðingum við hol- lendska felagið. Um Suni velur ikki at skriva undir ein nýggjan sáttmála, so gerst hann aftur partur av hópinum hjá Johan Nielsen í Gøtu. GÍ hevur nevniliga tryggjað sær fyrsta rætt til spælaran, at um hann ikki heldur fram í Zwolle. Tí er greitt at um hann leggur leiðina heimaftur, verður tað í GÍ, at hann fer at spæla. Formaðurin í GÍ, Svenn Olsen, sum er farbróðir Suna, sigur, at enn er eingin avgerð tikin hesum viðvíkjandi. Hann verður tó neyvan við frá byrjan í hesum kappingarárinum, og GÍ fer ikki at keypa hann heimaftur. Suni Olsen skal sjálvur taka hesa avgerðina, leggur hann dent á. Sum skilst er Suni Olsen eitt sindur í iva, um hann skal halda fram í Hollandi ella venda heimaftur til Føroyar. Vit royndu at fáa eina viðmerking frá Suna sjálvum, men hetta eydnað- ist ikki, áðrenn blaðið fór til prentingar. Dømdur í narkomáli: Leyslatin aftur Landsrætturin tók undir við Føroya Rætti í, at maðurin, sum mánadagin játtaði at hava keypt og selt átta kilo av hassji, skal leyslatast beinanvegin GÍ hevur fyrsta rætt til Suna C M Y K 9 8