Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175 4 Sosialurin Randi Jacobsen Tey fólk finnast, sum kunnu loyva sær líka at leggja í, hvat matur kostar. Til hesi fólk fer Mikla garður í SMS millum jóla at hava eitt serligt tilboð. Hetta er eitt slag av kjøti, sum ber navnið Kobe og verð ur eisini nevnt Wagyu. Kjøtið er av einum heilt ser lig um tarvi úr Japan, og fyritøkan Friland undir Danish Crown hevur brúkt fýra ár um at fáa ein danskan stovn av hesum slagnum. Kenda matstovan Umani í Keypmannahavn keyp ti fyrsta tarvin frá Fri land av slagnum Wagyu. Kost nað ur­ in var 74.350 krónur fyri tarv­ in, sum vigaði 340 kilo. Kjøtið fer at kosta í miðal upp ímóti 800 krónur kilo. Fyri fyrstu ferð verða steik ir og búffar av kjøtinum at fáa í handlum, og tað verð­ ur bara í tveimum handl um í ríkinum. Annar er Super­ best í Hadsten, og hin Mikla­ garður í Havn. Fæst týsdagin Kjøtið verður at fáa millum jóla. Fyrsti søludagur verður týs dagin 28. desember. Hesin báðir handlarnir hava keypt tann næsta tarv in frá Friland. Sjálvt um búffarnir verða seldir fyri fleiri hundr að krónur kilo, fær Mikla garð ur ongan vinning av sølu ni. Tvørturímóti verður kjøtið selt fyri minni, enn tað verður keypt fyri úr Dan mark. Mark er fyri, hvussu nógv kjøt kann kosta. ­ Eg kann ikki siga við vissu, hvat kjøtið fer at kosta, fyrr enn eg havi skorið í tað. Eitt boð er, at lundini fara at kosta 1500 krónur kilo. Ein búffur fer um so er at kosta 300 krónur, sigur Jørgen Jørgensen, slaktari í Mikla­ garði. Vilja ganga undan Prísurin er so torførur at áseta hjá Jørgeni Jørgensen, sum ongantíð í lívinum hev­ ur fingist við so kost nað ar­ mik ið kjøt. ­ Men vit gera hetta, tí vit vil ja fegin vísa, at vit ikki eru bang in fyri at royna nakað nýtt, sigur Jørgen Jørgensen, slakt ari í Miklagarði. Hann væntar, at ein parur av kjøtinum fer at verða skor ið í bitar, og hann kundi hugs að sær at hongt eina síðu upp at turka. Beinini verða eisini seld, og tað verða helst bara teir mest forkelaðu hundarnir i Havn, sum fáa so góðan og dýr an bita á nýggjárinum. Randi Jacobsen Við Norrønu mánadagin ko­ mu tveir sjúkrabilar til Før­ oya. Annar var ein van lig ur sjúkrabilur til Klaks vík ar Sjúkrahús. Hin var ein størri sjúkra­ bilur, sum kann taka tvær bør ur ella eina sjúkrasong og eina børu. Hesin sjúkrabilurin er ógvuliga arbeiðsligur og hevu fimm sitipláss, sum brúk er fyri, tá ið læk ni, narkosulækni og sjúkra­ systir skulu eitt nú til eitt van lukkustað. Landssjúkrahúsið hevði ein slíkan væl útgjørdan sjúkra bil, men hann varð sett ur fyri tveimum árum síðan. Nú er so ein avloysari komin. Tað er ikki ofta, at boð eru eftir einum so væl út­ gjørd um bili, mest tá eitt nú mamma og barn skulu flytast á sjúkrahús, ella ein van lukka er hend. Landsjúkrahúsið hevur nú 10 sjúkrabilar í Havn, tveir í Eysturoynni, tveir í Vágum og ein í Sandoynni. Haraftrat hev ur Landssjúkrbilar aftrat til annan flutning. Besta og dýrasta kjøt Millum jól og nýggjár fer Miklagarður í Havn at selja eina minni nøgd av japanska kjøtinum Kobe. Kiloprísurin fer í miðal at liggja upp ímóti 800 krónum Væl útgjørdur sjúkrabilur Landssjúkrahúsið hevur júst fingið ein sjúkrabil, sum kann flyta sjúkrasong og fleiri fólk Nýggi væl útgjørdi sjukrabilurin hjá Landssjúkrahúsinum er júst komin til landið Mynd: Álvur Haraldsen Jørgen Jørgensen millum dýrastu bitarnar, sum nakrantíð hava verið seldir í Føroyum Mynd: Jens Kristian Vang