mikudagur 22. desember 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 175 · jólini 2010
4
blaðið
Á jólum valdar gleði og friður, familjurnar hugna sær saman, og
øll eru glað. ella... er tað nú veruliga so einfalt, sum vit mangan
vilja gera tað til og ynskja okkum? vit hava tosað við fimm ungfólk,
sum øll hava mist, og sum merkja sorgina níva um jólini
Sorgin
nívir
á jólum
TeksT og lagT Til ræTTis: Eydna Skaale
Tey trý ungfólkini, Petur Sigurð, Døgg
og Alda, tykjast kanska ikki hava so
nógv í felag. Men hóast tað, so er eitt
tætt band, sum knýtir tey saman.
Tey hava nevniliga øll mist hvør sína
systur og hava verið ígjøgnum djúpa
sorg. Hóast tey hava roynt at gleðst
og komið víðari, so hava tey eisini øll
kent ringa samvitsku av gleðini. Serliga
orsakað av særandi viðmerkingunum
frá øðrum.
Ringa samvitsku
Døgg greiðir frá, at hon stutt eftir
jarðar ferðina fór oman í SMS við vin
fólkunum. – Eg mátti út at fáa luft og
hugsa um okkurt annað eina løtu. Men
tá eg kom oman í SMS, var tað ein, sum
steðgaði mær og spurdi, hvat eg gjørdi
har, tí systir mín var akkurát deyð. Tað
var forferdiligt, sigur Døgg og greiðir
frá, at hon fekk sera ringa samvitsku
av viðmerkingini. – Sjálvandi var eg
kedd um systir mína, men man kann
ikki vera kedd allatíðina.
Petur Sigurð og Alda nikka samtykkj
andi, og Petur Sigurð greiðir frá, at tað
ikki er neyðugt við viðmerkingum, tí
eygnakøst kunnu eisini vera sera sær
andi.
– Stutt eftir, at Katrin Elisabet var
deyð, fóru vit at keypa við mammu.
Eg og lítlibeiggi mín bíðaðu í bilinum,
og vit høvdu eitt telduspæl, sum var
so ræðuliga stuttligt. Vit flentu og
flentu, men tá sá eg, hvussu fólk, sum
gingu framvið, stardu at okkum. Tey
hildu nokk ikki, at tað sømdi seg, at
vit flentu, tá systir okkara akkurát var
deyð, greiðir Petur Sigurð frá. Hesi
eygnakøstini vóru nóg mikið til, at
hann kendi seg illa og fekk sera ringa
sam vitsku um at vera glaður.
Eisini Alda kennir støðuna aftur. –
Øll grótu og grótu, líka frá hon doyði
og inntil jarðarferðina. Har vóru so
nógv fólk hjá okkum allatíðina, og eg
helt tað vera eitt sindur strævið. So tá
eg sá míni vinfólk í ervinum, var eg
ordiliga glað at síggja tey, og vit fjasaðu
eitt sindur. Eg helt tað vera deiligt eina
løtu at hugsa um okkurt annað enn tað,
at systir mín var deyð. Men eg fekk
eisini ringa samvitsku av at vera glað,
minnist Alda.
Tey trý eru samd um, at fólk kanska
hava ilt við at skilja, hvussu fólk, sum
hava mist, veruliga hava tað. Og tí
hjálpir tað so sera væl at fara í sorgar
bólk.
Berin
Petur Sigurð er ikki í iva um, at sorgar
bólkurin Berin hjálpti honum væl. – Eg
trúði, at eg var tann einasti í verðini,
sum hevði mist, men so kom eg har, og
so vóru tað fleiri, sum vóru í júst somu
støðu, sum eg, sigur hann, og leggur
afturat, at størsta hjálpin er at tosa um
tað. – Tað hjálpir væl, tí hini, sum eru
har, skilja tað so væl.
– Eg helt eisini, at tað var ein lætti,
at vit grótu so nógv, og at tað var ókey
at gráta, heldur Døgg. – Tað hjálpir at
tosa opið og erligt, og at tað eru fólk,
sum tíma at lurta. Eg helt, at nógv
uttan fyri Beran trektu seg aftur, tá eg
tos aði um systir mína, tí tey ikki vistu,
hvussu tey skuldu fyrihalda seg til tað.
Men í Beranum var tað púra nattúrligt,
tí hini vistu júst, hvat eg tosaði um.
– Og tær dugdu eisini so væl at
spyrja, leggur Alda afturat. – Hóast
man fór at gráta, so blivu tær við at
spyrja, so man fekk alt út og setti orð á
tað. Og tað gjørdi, at tað kendist lættari
og lættari at tosa um tað.
Ver opin
Tá tey trý verða biðin um at geva teim
um góð ráð, ið eru um fólk, ið syrgja,
so er svarið greitt: ver opin!
Ringa samvitsku um gleðina
tað fara altíð at vera tóm plÁss við borðið, serliga Á jólum,
tÁ familjan er í hásæti. men hóast tað kann vera svárt, so mÁ
man loyva sær sjÁlvum at gleðast uttan ringa samvitsku, eru
Døgg hansdóttir, alDa mohr eyðunardóttir og Petur sigurð
rasmussen samD um. tey hava øll hava mist hvør sína systur