mikudagur 22. desember 2010síða 6
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
6
Sosialurin
Áki Bertholdsen
Landið
skal
ikki
longur
sleppa at skáka sær undan
at rinda sín part av tí, sum
tað kostar at menna varandi
orkukeldur í Føroyum.
Tað verður eitt krav frá Sev,
staðfestir Páll á Reynatúgvu,
nevndarformaður í Sev.
– Og ber tað ikki til at fáa
eina greiða avtalu við lands
stýrið um, hvørjar ábyrgdir
og skyldir landið og Sev
skulu hava á økinum, fer Sev
eisini í stóran mun at sleppa
endanum í royndunum at
menna varandi orkukeldur í
Føroyum, leggur hann aftur
at.
Rinda alt gildið
Tað er ein almennur mál setn
ingur í veður lags politikkinum
hjá landsstýrinum, at í 2020
skal 75% av orkunýtsluni í
Føroyum vera frá varandi
orkukeldum.
– Men landið hevur tí
verri ikki samstundis gjørt
sær greitt, hvussu vit røkka
endamálinum og, hvussu
kostnaðurin fyri hetta skal
býtast sundur ímillum lands
kassan og Sev.
Við øðrum orðum hevur
landsstýrið sett sær eitt greitt
endamál, men samstundis
krevur tað at tað bara skulu
vera onnur, sum skulu rinda
alt gildið.
– Og tað kann altso ikki
vera meiningin, at Sev einsa
malt, skal gjalda alla rokn
ingina fyri hetta, sigur Páll á
Reynatúgvu.
Hann sigur, at tað er
rætti liga stórur saknur í, at
land ið ikki vil taka sín part
av ábyrgdini.
– Eitt er tað, at landið
ikki vil rinda sín part. Tað
er uppaftur verri, at landið
hevur tvørturímóti avgjørt
at lata vera við at stuðla,
sigur nevndarformaðurin.
Hann sipar til, at lands
kassin
vildi
ikki
stuðla
Sewave ætlanini, sum hevði
til endamáls at menna aldu
orku.
Samráðingar
Á eykaaðalfundi í Sev í gjár,
fekk Sev undirtøku fyri at
hækka prísin á streymi 15
oyru fyri hvønn kilowatt
tíma.
Men tað reið um snarið, tí
tað vóru 34 atkvøður fyri og
30 ímóti.
Hetta tekur nevndarfor
mað urin sum eitt greitt tekin
um, at eigararnir eru ónøgdir
við at Sev hevur átikið sær
mestsum alla ábyrgdina, og
allan kostnaðin fyri at røkka
veðurlags málsetninginum
hjá landsstýrinum.
Páll á Reynatúgvu sigur,
at tí fer Sev beinanvegin í tí
nýggja árinum, at seta biðja
um fund við landsstýrið at
fáa greiði á hesum viður
skiftunum.
Hann sigur, at Sev vil
hava greiði á málinum til
aðalfundin í Sev í vár og tí er
ætlanin at fara undir hesar
samráðingarnar beinanvegin
í næsta ári.
– Vit mugu fáa eina greiða
avtalu við landsstýrið um,
hvussu vit røkka mál setn
ingin um 75% varandi orku í
2020 og um, hvussu rokningin
skal býtast sundur.
Hann sigur, at fæst ikki ein
greið avtala við landsstýrið,
ivast hann heldur ikki í, at
Sev fer eisini at halda aftur
við sínum framtíðarætlanum
um at menna varandi orku
keldur.
– Eg haldi, at greiða
ábendingin frá aðalfundinum
er, at kommunurnar vilja ikki
treytaleyst, at Sev einsamalt
skal átaka sær uppgávuna at
menna varandi orkukeldur.
Endurskoða
útbyggingar
Nevndarformaðurin
tekur
eisini til eftirtektar, at á
aðalfundinum førdu umboð
fyri fleiri kommunur fram,
at tað verður neyðugt at
end ur skoða framtíðar íløgu
ætlanina hjá Sev.
– Tað er nevndin í Sev
samd um og tað verður væl
ein partur av arbeiðnum at
finna eina avtalu við landið
um, hvussu ábyrgdin fyri at
menna varandi orkukeldur,
skal býtast sundur ímillum
landið og kommunurnar.
Sev høggur
bremsurnar í
VARANDI ORKA Sev fer nú at krevja, at landið rindar sín part av kostnaðinum fyri at
menna varandi orkukeldur í Føroyum, annars fer Sev eisini at høgga bremsurnar í
15 oyru
Eykaaðalfundurin hjá Sev samtykti í gjár at
hækka prísin á streymi 15 oyru fyri kolowatt
tíman. Harafturat kemur so mvg, so hjá vanligum
húsarhaldum verður streymurin 19 oyru dýrari frá á
nýggjárinum.
Men tað var akkurát so, at tað varð samtykt tí
einans 34 atkvøður vóru fyri og 30 vóru ímóti.
Kommunurnar hava eina atkvøðu fyri hvørjar 1000
borgarar og tilsamans eru 65 atkvøður.
Eitt uppskot frá borgarstjóranum í Havn varð felt,
men har var meirilutin upp aftur teprari, tí har vóru
33 atkvøður fyri at fella tað 31 atkvøddu fyri.
Borgarstjórin í Havn skeyt upp at semjast um
eina millumloysn, har prísurin á streymi hækkaði
7,5 oyra, men at Sev so afturfyri skuldi spara 20
milliónir.
Hann heldur, at ein hækking upp á 15 oyru er alt
ov tung byrða afturat oman á herðarnar hjá vinnuni
og tá ið mvg er komið afturat, er talan um eina
hækking upp á 19 oyru til vanlig húski og tað er ov
tung ein byrða at leggja á fólk afturat øllum øðrum
byrðum.
Men hóast hann varð spurdur, hevði hann onki boð
upp á, hvussu sparast skuldi, tí hann metti, at tað
var ein uppgáva hjá nevnd og leiðslu og tey høvdu
bara at rætta seg eftir boðum frá eigarunum.
Sev leiðslan førdi fram, stóri trupulleikin hjá Sev, er,
at tað er við at koma gjaldførisneyð og tí er neyðugt
at fáa pengar í kassan. Sostatt nyttar onki at spara
við at drála við íløgum, tí tað gevur einki í kassan.
Sostatt er bara ein loysn og tað er at spara í rakstri.
Men at spara 20 milliónir í rakstrinum
er ikki gamansleikur, tí tað fer at føra til
umfatandi uppsagnir, staðfesti John Danielsen,
roknskaparstjóri í Sev.
Páll á Reynatúgvu staðfesti, at sleppur Sev bara at
hækka prísin 13 oyru ístaðin fyri 15 oyru, fer tað at
kosta 10 fólkum starvið.
Gunvá vi Keldu, sum er borgarstjórin í næststørstu
kommununi í landinum, var grundleggjandi ósamd
við borgarstjóran í høvuðsstaðnu.
Hon helt, at tað er undrunarvert at borgarstjórin í
Havn at kemur so seint at mótmæla hlækkingina.
Hon helt, at kommunurnar áttu at hava álit á, at
tá ið nenvd og leiðsla vístu á, at tað var alneyðugt
at at hækka prísin 15 oyru, so var tað tí at tað var
neyðugt og alt annað er óseriøst.
Sev krevur nú, at landsstýri ber sín part av kostnaðinum at menna
varandi orkukeldur í Føroyum, annars fer Sev eisini at slaka og so verður
endamálið hjá landsstýrinum ikki rokkið um, at í 2020 skal 75% av orkuni
vera varandi orka, sigur Páll á Reynatúgvu, nevndarformaður í Sev
KREVJA ÁBYRGD