Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 175 · jólini 2010 6 blaðið – Tað var 28. november, og eg var sera spent til jóla. Eg bað babba koma at hjálpa mær at pynta jóapynt, men hann svaraði, at tað orkaði hann ikki beint tá, og at tað kundi bíða. Mamma svaraði hon um, at nú var eg tað einasta lítla barn ið, sum var eftir, og skjótt fór eg ikki at tíma at pynta saman við honum longur. Tá kom hann at hjálpa mær allíka væl. Dagin eftir doyði hann. Pápi Døgg doyði brádliga og ófor var­ andi av einum blóðproppi í hjartanum. Hon var tá bert 8 ára gomul. – Nú er tað fastur siður, at vit altíð pynta áðrenn 1. sunnudag í advent, tí tað minnir okkum um babba, sigur Døgg. Skilti tað ikki – Eg haldi, at tað var gott, at eg var so lítil, tá hann doyði. Eg skilti tað kanska ikki heilt á sama hátt, sum eg hevði gjørt, um hann doyði nú. Eg var bara 8 ára gomul tá, men nú eg eri 13, trúgvi eg, at tað hevði verið verri. Tí eg hevði skilt tað nógv betri, at hann ongantíð kom aftur. Døgg nevnir sum dømi, at hon í fyrstuni onkuntíð hugsaði, at hann bara var uttanlands við arbeiðnum, og at hann skjótt fór at koma aftur. Tordi ikki at gráta Døgg heldur, at hon var væl móttikin, tá hon kom aftur í skúlan eftir jarðar­ ferðina. – Tey í flokkinum høvdu teknað mær eitt hefti, men tað var heilt greitt, at tey ikki vistu, hvat tey skuldu siga. Nógv spurdu hvussu eg hevði tað, og eg helt tað var deiligt, tí so vístu tey, at tey vistu, hvat var hent, sigur Døgg. Hon minnist tó eisini, at tað kundi blíva ov nógv av tí góða. – Til endan helt eg tað vera strævið, at tey allatíðina skuldu spyrja meg, hvussu eg hevði tað. Onkuntíð bleiv alt bara ov nógv fyri meg, og tað vóru fleiri ferðir, har eg mátti rýma úr flokshølunum eina løtu. Eg orkaði ikki at vera har og vildi bara sleppa undan øllum fólkunum, minnist hon. Hon leggur tó dent á, at tað eisini var ein ring støða fyri hini at vera í, tí tey kundu ikki vita, hvussu tey skuldu bera seg at. – Nú haldi eg, at man kann gráta, tá man hevur hug at gráta. Men eg tordi ikki at gráta frammanfyri mínum vin­ fólk um tá, og um eg merkti, at tárini trýstu, so rýmdi eg. Eg helt tað vera øgiliga tungt. – Til jarðarferðina hugdi eg rund an­ um meg, og eg sá, at øll grótu. Men eg græt ikki. Eg hevði grátið nógv framm­ anundan, og vildi ikki gráta millum øll fólkini, minnist Døgg. Aftaná vóru tað fleiri, sum viðmerktu tað. – »Tú græt slett ikki, tá pápi tín fór til gravar«, søgdu tey. – Og tað fekk eg øgiliga ringa sam vitsku av, staðfestir Døgg. Verið erlig Døgg veit væl, at tað er ein ring støða at skula tosa við ein, sum júst hevur mist. Skal man nevna tann deyða ella skal man lata vera? – Eg kann gott tosa um pápa mín – og eg vil tað eisini gjarna. Men eg skilji væl, um fólk eru bangin fyri at særa meg ella at gera meg kedda. Hon heldur, at tað frægasta er, um fólk eru erlig og viðganga, at tey ikki vita, hvussu tey skulu fyrihalda seg. Tað er eingin skomm at spyrja, um tað er í lagið at tosa um tann deyða, ella um man heldur skal lata vera. – Eg merki eisini væl, at um eg byrji at tosa um hann knappliga, til døm is sum ein dagin, tá eg segði, at hann hevði havt føðingardag dagin eftir, tá stívna fólk, og tey vita ikki, hvat tey skulu siga. Men altso – sjálvt um hann ikki er her longur, so er hann alíka væl pápi mín, vísir Døgg á. Hon sigur, at hóast tað var tungt at tosa um hann í fyrstuni, so er tað nógv lættari nú. Kanska serliga eftir, at hon var í sorgarbólkinum Beranum. – Eg royni at halda fast í minnini, eg havi um hann. Eg royni at hugsa um hann, og hvussu hann var, tí eg vil ikki gloyma hann. Tí vil eg eisini fegin tosa um hann og hoyra, hvat onnur hava at siga um hann. Jólini Jólini verða tó aldri tey somu aftur fyri Døgg. Adventstíðin og jólapyntið minnir um pápan, sum ikki er har longur. – Tey fyrstu jólini vóru ræðulig! Tá var hann jú akkurát deyður, so tað var einki stuttligt. Nú eru vit glað á jól­ um, men har er framvegis eitt stórt tómt pláss. Hann var so lívligur, sang og spældi gittara, og tað fer altíð at mangla, hóast jólini allíkavæl eru góð hjá okkum nú. – Sjálvt um babba ikki er her longur, so er hann alíkavæl pápi mín, og eg vil fegin tosa um hann, fyri ikki at gloyma hann, sigur Døgg Nónsgjógv Við jólunum kemur saknurin Døgg NóNsgjógv Innan Glyvur Mist pápa sín, Birgir Nónsgjógv 29. november 2004. Hann doyði brádliga av einum blóðproppi í hjartanum mynd: Jens Kristian Vang Sorgin nívir á jólum – Tey fyrsTu jólini vóru ræðulig! Tá var hann jú akkuráT deyður, so Tað var einki sTuTTligT. nú eru viT glað á jólum, men har er framvegis eiTT sTórT tómt pláss, sigur døgg nónsgjógv, sum hevur misT pápa sín