mikudagur 22. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
10
Sosialurin
Leo Poulsen
Eftir loknan miðnámsskúla
valdi Beinta Beinisdóttir at
ríva eitt ár úr kalendaranum
og fara út í heim av fjakka.
Leið in gekk til Australia, og
hon gjørdist so bergtikin av
landi num, at tað endaði við,
at hon fór á universitetið í
Bris bane at lesa.
- Tað var bara alt, sum
hug tók meg. Veðrið, landið og
fólk ið, alt var líka spennandi
og bergtakandi – og so gjørdi
tað ikki alt verri, at eg var eitt
sindur forlovað har niðri, sig-
ur Beinta Beinisdóttir.
Uppruna ætlanin var ann-
ars, at hon skuldi til Skot-
lands at lesa.
- Men so fekk eg at vita,
at ein vinkona ætlaði sær til
Australia at lesa, og so var
tað bara avgjørt, sigur Beinta
Beinis dóttir.
Tað gjørdist so uni versi-
tet ið í Brisbane, sum skal
verða heimstaðurin í tvey ár
aftr at, tí grundútbúgvingin
tek ur trý ár.
- Eg havi so valt linjuna,
inn an fotojournalistikk. Vit
ganga bara í skúla í 28 vik ur,
men tá er tað eisini rætti liga
intenst, sigur Beinta Beinis-
dóttir.
Meiningin er at fullføra
lestur in í Australiu, men
Bein ta viðgongur, at tað er
hart.
- Tað er fyri tað fyrsta hart
at vera so langt heimanífrá,
og einki fáa við av tí, sum
allir vinirnir og familjan ger,
men tað er so sanniliga eisini
hart at skula ferðast so dýrt,
sig ur Beinta Beinisdóttir.
Tað kostar einar 13.000
krón ur
at
ferðast
úr
Australia til Føroyar, og tað
tek ur einar 40 tímar at koma
til Danmarkar.
- Men sjálvandi, tú situr
væl og sær film og fær at eta,
so tað í sjávum sær er eingin
trupul leiki. Men tú skal alt-
so taka eina avgerð um, ant-
in tú vilt seta teg í skuld fyri
at koma heim, og tað eru
tað ikki øll, ið gera. So fleiri
eru har niðri um jólini, sigur
Bein ta Beinisdóttir.
Líka fyri øll
Ein stórur trupulleiki er, at
ferða stuðulin slær als ikki til,
og á tann hátt lønar tað seg
munandi betri at lesa hesu-
megin knøttin.
- Vit eru nøkur, sum hava
tos að um at arbeiða fyri, at
ferða stuðul in verður eins
fyri tey, sum lesa hesumegin
knøtt in og okkum, sum lesa
hinu megin,
sigur
Beinta
Beinis dóttir.
- Vit hava fýra mánaðar
summar feriu, sum í Australia
er mánaðirnar rundan um
jólini, og so hava vit vetrar-
feriu í juni og juli. Men um tú
ikki fær eitt arbeiði í frítíðini,
mást tú stovna skuld, fyri
at koma heim, sigur Beinta
Beinis dóttir.
Sjálv er hon so heppin
at hava eitt arbeiði at koma
heim til. Eitt starvsfólk á
Látrinum í Nólsoy er í far-
loyvi, og tá Beinta áður hev-
ur arbeitt har, hevur borið til
at arbeiða teir báðar mánað-
ir nar, ið starvsfólkið er í far-
loyvi.
Hon er ikki heilt ókend
við Nólsoy. Mamman flutti
út hagar fyri nøkrum árum
síða ni, og hon hevur eisini
starv ast
sum
vikarur
í
Nólsoyar skúla.
- Eg havi búð her úti í
onkr um tíðarskeiðum, og
mær dámar stak væl lívið í
einari lítlari bygd sum Nóls-
oy. Tað er eisini ótrúliga
stutt ur vegur til arbeiðis,
so tað er fínt, sigur Beinta
Beinis dóttir.
Skjeyt harur
Sambúgvin hjá mammuni
eig ur jørð og fær harvið seyð,
og tað er nakað, sum Beinta
hev ur áhuga fyri.
- Eg slapp at vera við til
at fletta í fjør, og tað dámar
mær stak væl. Eg slapp at
skjóta onkran seyð eisini, og
tað var stuttligt. Tað vóru
fleiri mans inni, tá eg spurdi,
um eg kundi sleppa at skjóta,
men tá gjørdist tøgn, sigur
Beinta Beinisdóttir.
Tað var tó eingin trupul-
leiki, og Beinta slapp eisini
at royna tað.
- Eg kenni eina á uni versi-
teti num, sum býr á ein um
bóndagarði, og tey hava
bjóðað mær at komi at hjálpt
teimum at flett, so tað ætli eg
mær. Tað kundi verið stutt-
ligt at sæð, hvussu tey fletta
seyð í Australia, sigur Beinta
Beinis dóttir.
Og at tað býr ein veiði-
mað ur í henni gav at býta, tá
hon næstseinasta leygardag
var við til haruskjóting.
- Eg havi altíð gjarna
slopp ið við at skjóta harur,
men tað hevur bara ongantíð
ligið fyri áður. Tað hevur
altíð virkað so stuttligt at
royna tað, og í ár lá so fyri,
sig ur Beinta Beinisdóttir.
Heim til jóla í
summar feriu
24 ára gamla Beinta Beinisdóttir gjørdist so bitin
av Australia, tá hon var har og fjakkaði, at hon
gjørdi av at fara »down under« at lesa. Har er
deiligt at vera, men tað er samstundis hart at
vera so langt heimanífrá, og tí passar tað væl, at
hon kann koma heim til jóla í summarferiuni