mikudagur 22. desember 2010síða 9
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
Sosialurin
Jólablaðið
Jólini munnu vera tann hátíðin í
kirkjuárinum, sum savnar mest
fólk. Øll royna eftir førimuni at gera
tað so hugnaligt sum yvirhøvur
gjørligt. Haraftrat verða fólk so
sera gávumild, prýða við ymiskum
jólaprýði og serliga jólaperurnar í
ymiskum litum, sum seta sín serliga
dám á, bæði innan- og uttandura.
Alt hetta ger, at vit verða í
serligum jólahýri. Men hvussu
er við Jesus-barninum? Verður
tað fjónað í øllum jólastákinum?
Hetta er tann stóri og brennandi
spurningurin.
Gud sendi jú Sonin í heimin
fyri at frelsa okkum syndarar sum
vóru rikin úr Edens aldingarði við
syndafallinum, hin dapra dagin á
sinni. Hetta má verða tað sum er
altavgerandi við jólahaldum okkara.
Hetta má hvør einstakur kanna
hjá sær sjálvum, sum tað stendur
skrivað: “Kanna meg, Guð, og kenn
mítt hjarta, rannsaka meg og kenn
mína hugsan! Vita, um eg gangi á
glatunarvegi og leið meg hin æviga
vegin!” (Sálmur 139,24-25).
So fari eg at ynskja øllum
Føroya fólki eini gleðilig jól og eitt
av Harranum signað nýggjár í Jesu
navni, við tøkk fyri árið sum skjótt
er útrunnið.
Jólini – fylling
tíðarinnar
“Men tá ið fylling tíðarinnar kom, sendi
Guð son sín, føddan av kvinnu, føddan
undir lóg, til tess at hann kundi keypa tey
leys, sum vóru undir lóg, so at vit kundu
fáa sonarættin” (Galatarabrævið, 4,4-5)
Eitt barn er føtt í Dávids stað,
tí eru øll so glað í dag;
tí Jesus Kristus føddur er,
tey tíðindi ein eingil ber.
Tað sótu hirðar seyðum hjá,
tá boðar eingil teimum frá;
ein frelsari nú føddur er,
hann, sum alheimsins syndir ber.
Ein stjørna lýsti fjósi á,
har Jesus-barnið sæla lá;
tá sungu einglar jólalag,
um hann ið mannabørn ger glað.
Í dag vit halda kristin jól,
nú Jesus er vár náðarsól;
hann føddur var til pínslu, deyð,
og bjargar oss úr synd og neyð.
Kom haldi andi, ver oss hjá,
so frelsu sína vit øll sjá;
sum ætlað er til hvørja tjóð,
tí syngja vit øll glað og fró.
Vár jólagestur, Jesus, ver,
so øll tín sæla sáttargerð;
sum fram var har á Golgata,
tí syngja vit halleluja.
Kjartan Stakksund
Jólasálmur
Yrktur til jólini 2010
(Lag: Nú ringja klokkur)
SPURNINGUR
– Hvussu er við Jesus-barninum?
Verður tað fjónað í øllum
jólastákinum? Hetta er tann stóri
og brennandi spurningurin, sigur
Kjartan Stakksund av Eiði