mikudagur 22. desember 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
16
Sosialurin
Kjak
Jógvan Arge
formaður í mentamálanevndini í Havn
Nógv
verður
kjakast
um, hvussu stóran part
føroyingar eiga í makreli
num. Tað sær út, sum onkur
er vaknaður við kaldan
dreym. Men skilið er líka
ringt og verri í býtinum av
norðhavssildini. Her hava
føroyingar í nógv ár góðtikið,
at EU fær væl størri part
enn Føroyar, hóast sildin at
kalla ikki kemur inn í EU
sjógv, meðan nógv sild er í
føroyskum sjógvi, sí mynd.
Í seinastu avtaluni, sum
varð undirskrivað fyri tveim
um mánaðum síðan, fáa
Føroyar góð 50 túsund tons,
meðan EU fær 26% meir.
EU fiskar alla sína veiðu
inni hjá øðrum, tí eingin
sild er í EUsjógvi. ICES
ráðgeving í oktober 2010
sigur um norðhavssildina: “In
general, the fishery follows
the migration of the stock as
it moves from the wintering
and spawning grounds along
the Norwegian coast to the
summer feeding grounds
in the Faroese, Icelandic,
Jan Mayen, Svalbard, and
international
areas”.
Her
er onki nevnt um EU
sjógv, tí har er eingin veiða.
Hetta er eisini váttað í
strandalandaavtaluni.
Tí er tað høpisleyst, at
føroyingar
skriva
undir
eina avtalu um býtið av
norðhavssildini, har EU fær
størri part enn Føroyar.
Bjarti Thomsen
Hví tosar ongin um sildabýtið, sum
er skeivari enn makrelbýtið
EU fær størri part av norðhavssildini enn
Føroyar, hóast EU neyvan hevur rætt til
at vera partur í hesum býtinum
Hoyvíkstjørn var ein depil
á longu farleiðini millum
Havnina og Hoyvík ella øvut,
millum Hoyvík og Havn
ina, og tjørnin var tann tíð,
tað var, nærri Hoyvík enn
Havnini.
Hoyvíkstjørn
hevur
kortini verið ein savningar
depil hjá Havnarfólki. Hon
er størsta vatn í okkara
grannalag.. Djúp er hon ikki,
men her er hugnaligt bæði
á sumri og vetri, og tí hava
Havnarfólk stevnt higar.
Mesta mannavirksemið á
Hoyvíkstjørn var um veturin.
Ung sum gomul havnarfólk
løgdu leiðina higar í frosti
og kava at aka á skoytum.
Býurin hevði longu fyri
meir enn 100 árum síðani
eitt skoytufelag, hvørs limir
serliga royndu síni kynstur
her á tjørnini, og hetta helt
fram so at siga alla øldina.
Á sumri var hetta eitt av
mongum
útferðarstøðum,
og her bar til at eygleiða eitt
áhugavert fuglalív, sum ikki
er heilt horvið, hóast Havnin
hevur breitt seg langt niðan
um Hoyvíkstjørn, heilt til
Hoyvíkar.
Millum
Hoyvíkingar
finnast onkrar røvarasøgur
um vandan at ferðast fram
við Hoyvíkstjørn í ófull
fíggjaðum standi. Tað var
upprunin til søgurnar um, at
býargartnarin Tóri í Hoyvík
og hansara fólk høvdu funnið
eitt mannarað, tá teir løgdu
tjørnina turra fyri nøkrum
árum síðani.
Tann søgan hevði ikki so
nógv upp á seg, men nakað
var í tí, at ein maður fyri
mongum árum síðani hvarv
á leiðini millum Havnina
og Hoyvík, men tað var ikki
her.
Í dag avdúka vit eina
standmynd á Hoyvíkstjørn.
Og hví ikki?
Her savnast fólk fram
vegis at njóta eina friðarliga
løtu saman við børnum og
familju og ikki minst saman
við svanum, dunnum og
dunnuungum og so likkun
um, sum lúra eftir ungunum,
ið nóg illa hava tikið við lívi.
Hvør av øðrum liva má,
sigur orðatakið jú.
Standmyndina hevur fugl
firðinginurin Helgi Midjord
gjørt. Hansara list fevnir
víða: Hann hevur roynt seg
við málningum, tekningum,
yrkingum,
tónleiki
og
standmyndum.
Hesa
standmyndina
nevnir
hann
”Uppdrift”.
Ovast er eggið við fostrinum,
sum umboðar uppgangandi
megi. Tann tunga rustaða
stálketan, sum hevjar seg
upp móti himni, er nalva
strongurin, sum hevur fatur
í móðir jørð.
Helgi sigur, at henni eiga
vit øll at taka okkum væl
av, so okkara eftirkomarar
fáa eitt virðiligt lív. Uttan
hennara grøði og føði var
einki lív og ongin uppdrift.
Ketan sigur eisini frá,
hvussu týðandi øll lið í lívi
num eru. Tað veri seg mein
ingar og ætlanir, orð og
ítróttur, list og virðing, skil og
semja, felagsskapir og mangt
annað.
Ein ummælari sigur, at
hóast standmyndin ikki sær
út av so nógvum í vævi, so er
hetta er eitt stórt og sterkt
verk, sum fer at kveikja
og stimbra eyga og sál á
einumhvørjum
stað,
har
verkið verður sett upp.
Listarmaðurin sigur, at
standmyndin
”Uppdrift”
er einføld, men hon kann
tulkast út í tað óendaliga.
Tí hugsi eg, at tað er væl
valt at seta standmyndina
her á Hoyvíkstjørn – einari
lítillátnari
oasu
millum
húsini í Havn, har tey smáu
javnan spæla sær fram við
tjarnarbakkanum, har tey
gomlu liva sítt lívskvøld í
grannahúsunum
Tjarnar
garði, meðan dunnur, svanir
og aðrir fuglar og stundum
eisini fiskar liva sítt lív á og
í sjálvari tjørnini.
Og eftirsum eg havi orðið
júst á hesum stað, fari eg
til endans at heita á Lendis
deildina,
Tóra
í
Hoyvík
og
Jákup
Simonsen
og
teir um sum skjótast at
fremja ætlanina um betri
møguleikar at stytta sær
stundir kring Hoyvikstjørn
við
góðari
tillaging
av
lendinum og fleiri borðum
og stólum og ruskspannum.
Tað fer í longdini at tæna
bæði
umhvørvinum
og
standmyndini.
Standmynd á Hoyvíkstjørn