mikudagur 22. desember 2010síða 16
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 175 · jólini 2010
16
blaðið
Jól undir krígnum
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
– Nú er so stór yvirflóð av øllum, og
jólini vara í fleiri mánaðir. Tá gleddi
man seg til jólaaftan, tí tástani komu
jólini. Og tað var nakað heilt serligt,
minnist Poul Sørensen. Hann er føddur
í Havn og hevur búð her alt sítt lív. Nú
býr hann á ellisheiminum Tjarnargarði,
har marinustøðin áður helt til.
– Nei, leggur Hannefía afturat, – Eg
minnst heldur einki til, at desember
mánaður var nakað serligt. Alt var
sum vant, og jólini komu ikki fyrr enn
jólaaftan. Hannefía Næss er av Kirkju,
men kom til Havnar sum ung at vera
arbeiðskona, og hon fór aldri út aftur
til Fugloyar.
Jólatræ
Poul greiðir frá, at tey í Havn vóru von
at hava jólatræ, men tá kríggið kom, og
sambandið við umheimin steðgaði upp,
bar ikki til at fáa hendur á jólatrøum.
– Man vandi seg skjótt við, at nú var
tað kríggj, og so var tað bara soleiðis.
Vit hugsaðu ikki so nógv um, at tað var
øðrvísi, enn tað plagdi.
– Men tey seinnu árini av krígnum
fekk Valdemar Lützen nøkur stór
jólatrø heim, tey vóru hægri enn
manshædd, og tey endaðu á skúlum
og hjá ymsum felagsskapum. Børnini
dansaðu jólatræ í skúlanum, men tá
tey fóru í jólafrí, so stóð tað bara har
til onga nyttu. Pápi mín var yvirlærari,
og tí fingu vit jólatræið heim til okkara
jólaaftan.
– Eftir, at vit høvdu brúkt tað jóla
aftan, gekk tað uppá skift til ymsar
samkomur og KFUK. Men tað mundi
vera nakað miserabelt at enda. Tá var
tað væl brúkt og var flutt fleiri ferðir,
minnst Poul flennandi.
Á Kirkju var ikki vanligt at fólk
høvdu jólatræ heima. Hannefía sigur,
at tað altíð bleiv dansað í skúlanum,
men undir krígnum var einki jólatræ
í bygdini.
– Tá jólatrø seinni fingust aftur, tóku
fleiri seg saman og keyptu eitt jólatræ
í felag, so børnini skuldu sleppa at
dansa.
Tá var heldur ikki pyntað til jóla,
sum nú. Hannefía sigur, at húsini blivu
væl og virðiliga skúrað til jóla, men tey
høvdu einki jólapynt.
– Jólatræið hjá okkum bleiv har
afturímóti væl pyntað, minnist Poul.
Hann greiðir frá, at børnini ikki
sluppu at pynta træið, tí tað gjørdu
mamman og pápin, og tað var gjørt
í allari hemmiligheit. Ikki fyrr enn
jólaaftanskvøld sluppu børnini at síggja
pyntaða træið.
– Eitt árið hevði ein av beiggjunum
hjá mær sníkt seg at lúrt eftir trænum.
Tá varð hann var lagdur uppá lærið, tí
tað gjørdi man ikki, minnist Poul við
einum brosi.
Myrkalagt
Desember mánaður var tá ikki baðaður
í ljósi og perum, sum hann er nú. Alt
skuldi vera myrkalagt, og tað var ikki
lukkuligt, um onkur ljósrípa kom undan
gardinunum.
– Einaferð minnst eg, at politiið
bankaði uppá hjá okkum kl 2 ella 3
um náttina. Tá vóru gardinurnar ikki
nóg væl drignar fyri uppi á loftinum, so
ljósið sást. Eg minnist, at pápi kom upp
á loftið og bað okkum fáa gardinurnar
ordiliga fyri. Tað var ikki at skemta við,
minnist Poul.
Tað var einki serliga hugaligt at
vera úti, eftir at tað var vorðið myrkt,
tí tað gjørdist so bølamyrkt orsakað av
myrkaleggingini.
– Skuldu vit út, eftir at myrkrið
varð komið á, so kundu vit hava eina
lummalykt við okkum, men hon skuldi
lýsa beint niður á vegin. Vit máttu ikki
lýsa framfyri okkum, har vit gingu,
greiðir Hannefía frá.
– Ja, sigur Poul, – og lyktirnar á
bilunum vóru eisini blendaðar, soleiðis,
at tær bara lýstu beint niður og ikki
frameftir.
Hannefía greiðir frá, at tey í Fugloy
keyptu petrolium upp í fløskur til lamp
urnar.
– Undir krígnum spardi man alt,
man kundi, men eg minnist, at jólaaftan
varð petroliumslampan ikki sløkt um
kvøldið, sum vant. Ístaðin slapp hon at
brenna út, og tað var nakað heilt serligt,
greiðir hon frá.
Rationeringar
– Tað var trot á matvørum, og tí vóru
Jólini
undir krígnum
– Alt vAr myrkalagt, so tAð vAr ikki hugSingur um At hAvA ljós uttAndurA.
Og jólini byrjAðu jólaaftan, tey vArdu ikki fleiri mánaðir, sum tey gerA nú.
undir krígnum vAr sjálvAndi lítið til Av øllum, men tey royndu sum frægaSt
At gerA tAð hugnAligt og gOtt fyri børnini. men jólamannin, hAnn kendu
vit ikki, sigA POul SørEnSEn og hannEfía næSS, sum bæði eru fødd í 1923.
Vit hAvA sett tEimum stevnu á ellisheiminum tjarnargarði,
hAr tey búgVa, fyri At tosA um jólini undir krígnum.
Poul Sørensen og Hannefía Næss práta um gamlar dagar á Tjarnagarði, har tey bæði nú búgva.
Tey vóru bæði 16 ár, tá seinna kríggið brast á, og tey minnast tí væl jólini undir krígnum.