mikudagur 22. desember 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
Sosialurin
Biedermeier er eitt hugtak, sum stingur seg
upp í fyrra helmingi av átjanhundrað. Um
hetta mundið veksur miðal stættin við hand
verks meistarum,
embætis monnum
o.s.fr.,
sum eisini vildu vera við í mentanar lívi num,
sum bert var beskorið teimum múgvandi.
Hetta hugtak fevndi um arkitekt ur, skaldskap,
mynd list, møblasmíð og tón leik. Biedermeier
var eitt skalda navn, sum fyrstu ferð varð brúkt
í eini yrking frá 1855 og varð vanligt havt á
munni uml. 1900. Tónleik ur úr størri verkum
var umskrivaður fyri smærri bólkar, so henda
nýggja miðalstættin eisini kundi røkka tí
tónleiki, sum tað betra slagið hevði sum mið
og mál á tí mentanarliga økinum í síni frítíð.
Hetta varð ofta spælt heima við hús og t. d.
sum salontónleikur. Úr hesum streymi spratt
hugtakið Biedermeier, sum Katja Voloveskaja,
floytu, Nikolas Kapnas, bratsch og Bo Isholm,
gittar tóku til sín sum teirra “dópsnavn”, sum
sá sín dag fyrstu ferð í 2007.
Í Oyndarfjarðar kirkju
Fríggjakvøldið 2. nov 2007 hevði hendan trio,
Bieder meier Trio, eina sjáldsama konsert í
Oyndarfjarðar kirkju. Hetta var ein sláttur av
dygdargóðum tónleiki og spælt av dugnaligurm
tón leikarum, ið numu við alt tað suð og sjóð,
sum var kring kirkjuna hetta kvøldið. Eitt
symfoniskt sonatuljóð av áarsuði í Stórá, skvatli
í Krabbahyli (í fjøruni niðanvert kirkjuna)
og aldudragi um gjarvaksnu Kattarhellu
(klettur í Støðni). Her var tín barnaheimur,
sum rann fram fyri teg hesa løtu á tí myrka
heystkvøldinum framman fyri altarið av
tí sjaldsomu altartalvuni av Carl Wilhelm
Eckersberg – Jesus í Gethsemane. Aftantil í
myndini liggja læru sveinarnir og snorksova.
Teir kundu havt ressast við eitt lítið sindur,
nú henda vala trio setti seg undir kvistarnar
millum sperrur og bjálkar beint framman
fyri kórsgáttina. Sjálvandi var Jesus tyngdur
av síni trongd, nú deyðsóttin fór um hann.
Eingin av lærusveinunum megnaði at vaka
hesa døpru, sorgtungu nátt saman við honum,
men tað gjørdi Biedermeier Trioin við sínum
livandi tónum, sum settu seg á pannu og enni
Jesusar. Jesus tók um tónarnar og goymdu teir
í sínum hjarta, til hann á krosstræi fór upp og
fullgjørdi verkið fallkomna heiminum til bata
við ljóminum frá hesi trio.
Bo Isholm stóð so tign ar ligur og greiddi
frá Bieder meier hugtakinum á kórs gáttini,
og aftantil kom máln ingurin av Eckersberg
til sjóndar millum hann og kórstólparnar.
Jesus Kristus í Gethsemane kíndi hesum
gittarspælara, og Jesusar sálartyngdu eygu
festu seg við hesa trio, sum vildi vísa vegin til
jólaføstuna, sum lá ein mánað fyri framman.
Jesus bað Biedermeier Trioina vaka við sær,
og tað lovaði Bo Isholm. Ja, har sótu vit –
Kristina mostir og eg – hon 85 ára gomul og
eg 63 ára gamal, og lurtaðu. Ofta havi eg sitið
undir hennara lið og notið tann reina angan av
nývaskaðum viði í hesi kirkju frá barnsbeini av.
Ja, einki angar so væl sum ein nývaskað føroysk
trækirkja. Andin er í hesum “viða spjørrum” –
ein Guds ond av fólkinum, sum hevur gingið út
og inn undir hesum hválvi. Huglagið var gott
og stimbrandi fyri sál og likam. Tú sást hesi
fólk fyri tær. Teir vælvaksnu oyndfirðingarnar
sita við andakt og boyggja høvur. Teir vóru í
halgidóminum, og halgidómurin var næsta
fet í Guds garð, serliga tá ið altarborðið varð
borðreitt og Jesus í Gethsemane rætti tær sínar
hendur við tónleiki av Bach – triosonata fyri
orgul, men sum var útsett fyri bratsch, floytu
og gittar hetta kvøldið.
Johs. S. Bach
Sonata kemur av tí latínska orðinum sonare – at
ljóma. Tann mildi Bach – tann 5. evangelisturin,
tók sjóðið av gjarvaksnu Kattarhelluni og legði
tað í altarringin, so Jesus Kristus í Gethsemane
skuldi njóta hesa dýrd, hvørja ferð triosonatan
ljómaði í fløðandi sjógvi frá Biedermeier Trioni.
So eiðasørt, at lærusveinarnir kvaklaðust við.
Teirra dølskna sinni tók yvir, ella møðin ruraði
teir í blund, og teir steinsvóvu sum kópurin.
Bach var tann seinasti av teimumn stóru
komponist unum, sum helt fast við, at grundar
lagið undir tón leikinum skuldi vera eitt og tað
sama, sorg ella gleði, dagur ella nátt og ikki tann
“ dualistiska” gongdin svart móti hvítum, tað
góða móti tí ónda, dagur og nátt, sorg og gleði.
Nei spunin í gongdini var frameftir, frameftir –
og vænta vit, at huglagið knapp liga skal venda
til meira seindrigið lag, ella at gongdin verður
heldur kenslu som, fara vit skeiv. Sjálv andi er
mót og viðrák í hans ara tón leiki, sum stingur
seg upp í viðkvomum dur og mol skift um og
skiftandi spæli millum ljóð førini. Men tað ógvu
s liga tónamálið millum skift andi temu er ikki at
finna í tón leiki num hjá Bach.
Hendan trio dugdi at mana fram hesa
bylgjandi gongd í hesi sonatu av Bach millum
sperrur, altar, áhoyrarar og Jesus í Gethsemane.
Hóast hetta var 2007, kundi hetta eisini verið
1961, eins og tað kundi verið í gjár ella ein
annan dag.
Kirkjan fyltist við fólki. Omma fylgdist við
dóttrini, Miu mostir, sum doyði sunnunáttina
21. nov. í ár kl 3:30 95 ára gomul. Tær settu seg í
sama stól, har eg og Kristina mostir sótu hetta
fríggjakvøldið 2. nov. 2007. Mia skein sum ein
brúður, og omma kom so eym, kærleiksfull og
fjalin inn eftir gólvinum var nú so glað fyri,
at dóttirin var komin í Himmiríkið og kundi
vera hennara stuðul saman við Sáru og Mariu
moy. Omma, Lena í Ansastovu, var áttati trý ára
gomul, tá ið hon andaðist í 1963 , so hon var nú
vorðin 130 ára gomul. Tær settu seg saman við
okkum, nutu tónleikin frá Biedermeier Trioini,
og serliga væl dámdu teimum at hoyra Bach.
Altargongdin í juni 1961
Einum sinni Omma og Mia vóru til altars, slókn
aði eitt kertu ljós á altarinum. Mia lá millum
ommu og Sámalsar Trinu( Katrina Sofía), ið
var ættað úr Rituvík og gift við Sámal á Breyt
ini, Samuel Peter Joensen. Ljós ið var ikki bert
ljós, men eisini ein boð beri um æviga lívið, ein
kertu stubbi, sum við lítla kroppi sín u m toygdi
seg upp ímóti Jesusi í Gethsemane, sum næstan
var liv andi gjørdur av hesum fingra merkta
kertu stubba og Bieder meier Trioini. Kríllurin á
kert uni fekk hesi ser merktu andlitini at livna
upp av tí bleiktr andi kertu stubb a num. Jesus í
Geth semane fær ein sjáld saman dám av einum
kói úr ein um ævinn ar sprota, sum vit bert
kunnu fáa úr Kristus ar likami og blóði.... men
slókn ar ljósið undir altar gongd ini, so verður
ikki gott.
Omma og Sámalsar Trina høvdu gjøgnum
eitt heilt lív ligið undir hesum ljósi og útrættu
hondum Jesusar í Gethsemane. Tað var eins og
Jesus hetta fríggjakvøldið 2. nov 2007 longdist
aftur til karlagna fjósið í Betlehem, hóast tað
var vesasligt og lítið, so var tað frægari at liggja
í eini krubbu enn at hanga her á bróstinum í
Oyndarfjarðar kirkju og síggja eina kertu
brádliga slókna. Jesus í Gethsemane visti um
hetta at siga. Hendir slíkt undir altargongdini, so
skal ein av teimum, sum liggur á knæfallinum
skjótt doyggja. Sjálvur visti hann, at hans ara
tími nærkaðist. Hann sá á andlitsbrøgdunum
á Miu, at hon blundaði inni liga og kendi sjálv
týdn ingin av hesum, at nú pikk aði deyðseingilin
uppá. Omma, Lena í Ansastovu, og Sámalsar –
Trina, hvíldu í síni trúgv, vóru gamlar og brátt
var fjørðurin hjá teim um rógvin, men hóast
tað, so vildu tær vaka saman við Jesusi Kristi
og ikki sova á sporinum, meðan Jesus stríddist
í Gethsemane og Biedermeiertrioin spældi.
Tær høvdu eisini bitið merki í, at kertan
slóknaði, og lótu við vørrunum lívsbøn, sum
tær dugdu frá barni av:
O du Guds Lam!
med korsets skam,
du bar al verdens synder,
dermed al fred begynder;
af kærlighed
giv os din fred!
Tær reistust upp frá knæ falli n um og fóru aft
u r á sína føstu brík og høvdu smakk in av bæði
breyði og víni í gómanum saman við tón u n um
frá Bach. Hetta var eitt gott bland at hava við
sær inn í komandi jólaføstu.
Mia, sum lá ímillum ommu og Sámalsa
Trinu, hevði fingið hesa forsjón gjøgn um
ljósið, sum kódnaði undir altargongdini, at
feigd ini kundi eingin forða. Øll, sum vóru tikin
til altars hendan dag, vistu, at Jesus Kristus í
Gethsemane fór at taka onkran til sín, ungan
sum eldri. Deyðin hugdi ikki at tonnunum.
Hetta var í 1961 og stutt eftir hesa altargongd
andaðist Sámalsa –Trina 4. juli 1961 og fór til
gravar 7. Juli, sjeyti fýra ára gomul. Sostatt
hevur hendan altargongd verið stutt undan
deyða Katrinu.
Endi
Biedermeier Trio manaði fram hesa skaldakendu
løtu í hesum Harrans húsi, har smátt bleiv stórt,
og lív kom í andlit og kvistar av kertunum, sum
brunnu á altarinum. At ein kódnaði av onkrum,
sum okkum var ókent,vóru eisini eini boð um
at fyrireika seg til tað, sum koma skuldi. Tað
gjørdi Jesus úr Nasaret í Gethsemane, og tað
gjørdi Sámalsa – Katrina, Lena og Mia, Anna
Maria, í Ansastovu.
Havi havt hesa kon sert í huganum hesi ár,
og slepst ikki undan stroki num frá Nikolas
Kapnas, floytu spæli num hjá Katju Volovelskaja
og gittar spæli num hjá Bo Isholm. Hesir
tónleikarar undirvísa allir í Føroya musikkskúla.
Lív er komið aftur í kertuna á altarinum aftan á
tað kveikjandi spælið av Bieder meier trioini og
nú, ið punkt um er sett, stendur henda konsertin
ljóslivandi fyri mær og livir í vitskuni sum eitt
vakurt, bleiktrandi kertu ljós í mínum sinni
restina av lívinum.
Biedermeier Trio konsert
í Oyndarfjarðar kirkju
fríggjakvøldið 2. nov. 2007 og onnur uppliving frá tí farna í hesi kirkju
Frits Johannesen