mikudagur 22. desember 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 175 · jólini 2010
28
blaðið
Samrøða
Tróndur Arge
Tað er 11. desembur, og norðari partur
av Bretlandi er klæddur við tjúkkum
kava aðru vikuna á rað. Í Newcastle er
tað nógva av kavanum ruddað burtur,
og kuldin tykist ikki fara at órógva
dyst in millum Newcastle og Liverpool,
ið er á skránni hetta leygarkvøldið.
Til dyst við Jóan Símuni
Jóan Símun hevur bjóðað Sosialinum
við á St. James’ Park, ið er heimavøllurin
hjá besta liðnum hjá Jóani Símun og
teim um í Newcastle. Sosialurin hittir
Jóan Símun uttanfyri St. James’ Park, ið
lig g ur mitt í Newcastle býi. Jóan Símun
er ílatin einar ljósar kovboybuksur, eina
gráa hettutroyggju, og so hevur hann
eina ljósabláa húgvu smoygda niður
um bæði oyruni. Hann er bara 19-ára
gamal og livir fót bólts dreym in í einum
av teimum
størs tu fót -
bólt s feløg-
u num
í
Ong landi.
Tað eru
tveir tímar
til dysturin
skal bríkslast í gongd, men fleiri við-
haldsfólk eru longu møtt upp at vísa
sína ónøgd
við Newcastle eigaran, Mike Ashley.
Hann er komin í andróður tí hann í
vikuni koyrdi vældámda venjaran,
Chris Hughton, frá. Sjálvt um vit ganga
mitt gjøgnum eina mannamúgvu av
fanatiskum New catle viðhaldsfólkum,
so er tað ongin, ið kennist við Jóan
Símun.
- Nei, tey kenna meg ikki aftur, men
vónandi gera tey tað í framíðini, sigur
Jóan Símun við einum smíli og tað
skilst týðuliga, at hann vil hava tey
at kenna hann aftur fyri síni avrik á
vølli num.
Skift venjara
Viðhaldsfólkini halda fram við at rópa
slagorð eftir Mike Ashley. Oddvitin
í mótmælinum er ein stuttur skal l-
u t ur maður í Newcastle toyggju. Á
r yggi num stendur; “Up where we be-
long”(Upp har sum vit hoyra heima)
vísandi til, at Newcastle aftur er í bestu
deild ini hetta kappingarárið.
-
Hasin
plag ar
at
verða til onkr-
ar av okkara
venj ingum,
sig ur
Jóan
Símun, meðan
leið in gongur
gongur inn har fjølmiðlarnir halda
til. Har skal mynda maðurin hjá
Newcastle taka nakr ar myndir av
Jóan Símuni.
Spælararnir hjá Newcastle royna at
tosa sum minst um fráfarna venjaran
Chris Hughton og nýggja venjarin
Alan Pardew. Tað er eisini galdandi
fyri til tíðir lítilatna toftamannin.
- Tað kemur sum eitt lítið sjokk,
akkur át tá teir koyra Chris Hughton.
Vit á eykaliðnum leggja ikki so væl
til merkis, at fyrstaliðið hevur fingið
ein nýggj an venjara. Vit hugsa bara
um at spæla fótbólt, sigur Jóan Símun,
meðan vit ganga gjøgnum
tunnilin, ið leiður okk um út á grasið á
St. James Park.
Bæði myndamaðurin og fjølmiðla-
ábyrgd a rin hjá Newcastle kennast
við Jóan Símun og heilsa upp á hann.
Mynda maðurin gevur Jóani Símun
eina Newcastle troyggju, og so er klárt
at taka myndir. Myndamaðurin tekur
nakrar og biðjur síðani Jóan Símun fara
úr húgvuni. Við eitt sindur av illvilja
tekur Jóan Sìmun húgvuna av, men
sigur samstundis smílandi á føroyskum,
at tað er myndin við húgvuni, ið skal
nýtast.
Býr hjá vertsfamilju
Jóan Símun kom einsamallur til New-
castle sum bara 18-ára gamal, men
Tey fara aT ke
Fyri skjótt einum ári síðani Flutti
JóAn Símun EdmundSSon Frá tryggu
umstøðunum á TofTum til ein
ókendan heim í nEwcASTlE í norður
onglandi. síðani er jóan símun blivin
Fastur maður á lAndSliðnum og
á EykAliðnum hjá newcastle. Við
hAldS fólkini kenna ikki ljósa hárið
á toFtamanninum enn, men stend
ur tað til JóAn Símun sjálvan, so
verður tað ikki leingi aFturat, inn
til hann verður kEndur aFtur
Eg havi faktist gjørt
fram stig á øll økjum, men
tú mennist eisini, tá tú kemur at
venja við betri leikarum.
Tú venur teg skjótt
við, at tað eru
kendir Premier League
leikarar, ið tú venur
saman við.
- Í longdini er
málið sjálvandi
at sleppa á besta liðið.