Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 32

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175 32 Sosialurin Um tað ikki var so álvars­ ligt, var tað næstan stór­ skemtiligt at eygleiða lands­ stýrissamgonguna. Fyri bara at taka nøkur dømi í seinastuni: Jóannes Eidesgaard hóttir fakfeløgini við lønar­ niðurskurði og setir trumf á við at siga, at tað fer at kosta uppsagnir, um lønir­ nar hækka. Nakrar vikur seinni, hóttir hann sínar sam­ gonguflokkar við at uppsiga samgonguna, tí teir nú siga nett tað sama, sum Jóannes hevur sagt við fakfeløgini. Løgmaður sigur, at danskir bankapakkar hava bjargað føroyska fíggjargeiranum og vísir aftur øllum krøvum um at fyrireika politiskar ætlanir í Føroyum. Nakrar vikur seinni sigur hann, at landsstýrið sjálvsagt má bjarga Eik, tá á stendur. Jóhan Dahl gevur stjóran­ um á Skráseting Føroyan eina ávaring við hóttan um uppsøgn, tí at starvsfólk hava úttalað seg um eitt mál, ið fór fram áðrenn hesin stjórin varð settur. Og hann ger onki við skjalfestan kritikk frá Løgtingsins Umboðsmanni móti Vinnumálaráðnum. Anfinn Kallsberg og Fólkaflokkurin føra fram, at tað fer at minka um rættar­ kensluna millum manna, at Løgtingið samtykkir at kanna møguleikarnar fyri at reisa rættarligt ábyrgdarmál móti fyrrverandi landstýris­ monnum (!). Hans Pauli Strøm og javn­ aðarflokkurin eru rasandi og skelda dúgliga inn á asosiala fíggjarpolitikkin, sum teirra egni formaður hevur lands stýrismannaábyrgdina av, og sum tey øll hava samtykt saman við ABC­flokkunum. Og oddagreinaskrivarin hjá Sosialinum sigur, at CHE­samgongan hevur skyldina av støðuni hjá javnaðarflokkinum og endur­ tekur sínar fordómar og ræðumyndir um fullveldi. Og í veljarakanningunum gongur Sambandið fram. Kaj Leo Johannesen sigur, at føroyingar velja “ríkisfelags­ skapin”, sum er so “tryggur og stabilur”. Ja, tað skulu vit halda við. Um hetta er tryggleiki og stabilitetur, har bankar tríggjar ferðir í hálva øld eru koyrdir á heysin, og føroyskir myndugleikar sita sum áskoðarar uttan mál og mið, so hevur orðið tryggleiki og stabilitetur mist sína meining. (Og tað hevur verið gongdin undir hesi samgongu: Øll virðir, hugtøk og prinsipp fyri samfelagið, gerast meiningsleys). Sambandið elur fram ótta og ótryggleika Sannleikin er jú ikki, at føroyingar sambært veljara­ kanningum velja “ríkisfelags­ skap og tryggleika”. Sann­ leikin er hinvegin, at meirilutin enn velur teir flokkar, ið sambært síni skrá vilja fullveldi. (At so ein av teimum altíð leypir í sam­ bandsleypin kortini, er annað mál). Sambandið sær út til at ganga fram, jú verri teir stýra og jú meira ótryggleika teir skapa. Rættast hevði tí verið at sagt, at fólk velja ábyrgdarfráskriving og ótta, tá tey velja sambandið. Tann óttan, sum sambands­ flokkurin sjálvur roynir at skapa við øllum sínum undirbrotligu úttalilsum og vantandi politikki. Ótrygg­ leikin, sum sambandið skap­ ar, gevur teimum politiska framgongd. Loyvi mær tó at ivast í, at hetta er veruleikin. Havi nógv størri álit á føroyska veljaranum enn, at fólk veruliga stuðla hesi ábyrgdar­ fráskriving og antipolitikki. Sannleikin er eisini, at ongin samgonga hevur nakrantíð havt so nógvan pen­ ing at brúka, sum ABC­sam­ gongan. Eftir fullveldisland­ stýrið vóru 2,3 mia. spardar upp og skuldin niðurgoldin. Bruttotjóðarúrtøkan nær­ um tvífaldað. Og ABC­ flokkarnir hava havt 1,6 mia. fyri Føroya Banka, umframt aðrar serinntøkur, sum teir hava futtað av. Veruleikin er somuleiðis, at tað sum hevur koyrt føroyska bú­ skapin av leið, var ein ábyrgdarleysur fíggjar­ og búskaparpolitikkur undir sambandsleiðslu, har skattalættar og meirnýtslur sprændu pengar inn í ein glóðheitan búskap – og ongin skuld varð niðurgoldin ella peningur lagdur til viks. Hetta er ikki andstøðutos, men tað sum bæði Búskaparráðið og landsstýrismaðurin hjá sambandsflokkinum sjálv­ um, Magni Laksáfoss, søgdu aftur og aftur fyri bara tveimum árum síðani. Fólkaræðið fánar Í slíkum støðum er svarið ikki, at lata onnur taka avgerðirnar og undirgrava føroyskt fólkaræði alt meiri. Svarið er at taka ábyrgd og vísa atgerðardygd. Vit hava ikki ráð til hetta politiska ráðaloys­ ið í eini støðu, har fíggjar­ marknaðurin, búskapurin, vinnan, húsarhald og einstak­ lingar krevja greið politisk boð og atgerðir, sum fólk kunnu hava álit á og halda seg til. Føroyska fólkaræðið hevur als ikki ráð til, at vit venja okkara ungdóm og fólk við at byggja upp eitt misálit á okkum sjálv, sum verður sent dagliga út frá landsins politisku leiðslu. Vit í Tjóðveldi vilja hava frælsi og ábyrgd í Føroyum. Í løtuni hava vit ístaðin eina skipan við ábyrgdarfrælsi fyri tey, ið hava bjóðað seg fram at stjórna landinum. Hetta má steðgast nú, tí upptakið verður størri fyri hvønn dag, hetta heldur fram. Bjargingarstjórn og endurreisingarval Tí skal eg endurtaka okk­ ara inniligu áheitan og uppskot til allar flokkar og almenningin annars: Gevist, vælsignaðir gevist. Lat okkum so áseta eitt løgtingsval í mai (ella gjarna fyrr). Har skulu flokkarnir leggja greitt fram sínar hug­ sjónir og ítøkiliga boð fyri framtíðarleiðina hjá føroyska tjóðini. Ímeðan skipa vit eina bjargingarstjórn, sum eina minnilutastjórn við 5­6 ráðharrum. Ongin ráðharri ella flokkur sleppur at føra valstríð við landskassanum við at gjara út við fiskiloyvum, stovns­ flytingum, vegagerðum ella øðrum tilvildarligum rossahandlum. Stjórnin skal samráðast við allar flokkar og gera avtalur um at loysa hesi høvuðsmál fram til valið (havi sett eitt nýtt mál inn, í mun til mítt uppskot fyri viku síðani, nevniliga um upprudding í fyrisitingini): At endurskoða fíggjar­ lógaruppskotið fyri 2011 beinanvegin og sosialu trygdarskipanirnar. Við tí endamáli at byrgja upp fyri teimum sosialu skeiklingun­ um og ójavnunum, sum ger­ ast alt djypri millum fólk og økir í landinum. At greiða karmarnar fyri fiskivinnuni á sjógvi og landi frameftir í samráði við vinnufeløg, fakfeløg og serfrøði – herundir greið mál fyri stovnsrøkt, fiskirættinda­ marknað, landingarskyldu, framleiðskrøv á sjógvi og landi, próvførslu um burðardygd o.a. At taka politiska ábyrgd av fíggjarmarknaðinum í Føroyum og beinanvegin at samráðast við donsku stjórnina um eina loysn, har føroyskir myndugleikar taka avgerðirnar um framtíðina og søluna av Eik og krevja fult innlit í øll viðurskifti. Endamálið er at tryggja ein fíggjarmarknað við realkreditti og øðrum amboðum, sum kann veita vinnu og húsarhaldum eina sámiliga og bíligari fígging. At fremja djúptøkna upprudding í fyrisitingini, har øll ivamál verða tikin opið fram, kanningar gjørdar og avleiðingar staðfestar. Og har bygnaðurin og talið av ráðum verða endurskoðað og umleggingar framdar. Kjak Høgni Hoydal Gevist, vælsignaðir gevist! Nú er álvaratos nóg mikið við eini samgongu, har øll eru í andstøðu. Øll eru ímóti førda politikkinum, onki kann takast fyri fult – og sambandsafturhaldið sýnist at vinna, hóast tað hevur fremstu ábyrgdina av skilinum Hvat verður fólkið í Sandoy virt, vit hoyrdu í morgun, sum ótaligar ferður áður, at flaggskipið Teistin hevur teknist, brek hetta tekur til og versnar. Hvat ger man. Vit hoyra bara at skipið siglur ikki, so má tú sjálvur gita hvat hendur, verður skipið liggjandi leingi. Fólk skal til abreiðis á miðstaðarøkinum kl 08.00. Hvat nú tey ikki møta ella um nú arbeiðsplassi skal siga fólki upp. Ja so er nokk fragast at siga tey upp, sum ikki møta til arbeiðis. Hvat við at seta annað skip í sigling ella kunna um tað í miðlunum, ikki bara vísa til heimasíðuna, øll ganga ikki við teldu í reyvalummanum. Tað eru mong, sum missunna okkum Sandoyartunnilin og halda at vit hava nóg góða rutu sum er, men tað fremmanda fólkið kemur í Sandoynna og uppliva at hava staðið í kø í fleiri tímar, men ikki sleppa við álíkavæl, tá ilskast tey. Tað gevur at bíta, Teistin silgdi eykatúr við borgarstjóranum í Tórshavn, meðan køin var av Gomlurætt heim at Velbastað, og var eg ein av teimum, sum skuldi til arbeiðis, men var ovseinur. Heðin Mortensen borgarstjóri hevði annars sloppið til Tórshavnar hálvan tíma seinni, um hann bíðaði sum onnur vanlig fólk. Eg spurdi umborð hvat hetta var. Jú ordrar frá Strandferðsluni? Sandoyggin verður illa hagreidd sum støðan er, men kanska verður betur nú Føroyar eru eitt valdømi, at vit fáa meira akademikarar í løgtingið. Føroyar leingi livi! Tekniskt brek og aftur tekniskt brek Gerhard Lognberg løgtingsmaður