mikudagur 22. desember 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 175 · jólini 2010
31
blaðið
Tey seinastu árini eru norðmenn
í størri og størri mun farnir frá
pappírs jólakortum sum verða keypt
í handl um, – til heldur at bíleggja síni
jólakort á netinum.
Rákið er vaksandi, og er so líðandi
vorðin ein lønandi vinna hjá norskum
aktørum.
Sambært bransjufelagsskapinum
Fotorådet fara norðmenn í ár at
bíleggja 70 prosent av sínum jóla
kort um á henda hátt.
Hetta staðfestir eisini leiðarin í
netfotohandlinum www.nfoto.no.
Øystein Reed Bratten sigur, at rákið
er púrasta greitt:
– Í ár vísa nýggjastu tølini, at
parturin hjá kvinnunum av okkara
jóla kortkundum er hægri enn
nakran tíð áður, við einum parti uppá
90 prosent.
– Í 2002 vóru tað bert menn sum
keyptu jólakort umvegis netið, meðan
kvinnurnar hava tikið fullkomuliga
yvir í dag, sigur Bratten.
Tað vísir seg eisini, at ein øktur
áhugi er fyri at sniðgeva síni egnu
kort.
Ómakaleyst
Tøknin gevur í dag møguleikar at
gera royndir, og seta ein persónligan
dám á jólakortini.
At tað er vorðið so nógv lættari
at fáa fatur á, gera og bíleggja hesi
jólakortini, hevur eisini gjørt sítt til
økta vøksturin í ár.
– Fyrimunurin er, at ein rættiliga
ómakaleyst og skjótt kann gera kortini
persónlig, sigur marknaðarleiðarin
hjá FotoKnudsen í Noregi, Cecilie
Gaustad.
Støðan er vorðin greiðari og
greið ari seinastu trý árini: Norsku
jóla kortini verða keypt á netinum.
– Eftirspurningurin eftir persón
ligum jólakortum er tvífaldaður
seinastu tvey árini frá 1,2 mió í
2008 til 2,2 milliónir kort í fjør, vísir
Cecilie Gaustad á.
Tað sjáldsama er eisini, at kvinn
urnar eru tær sum keypa flest kort á
henda hátt. 85 prosent av kvinnunum
sum keypa jólakort hjá FotoKnudsen
eru í aldrinum 2545 ár.
Bæði her og hjá Nfoto.no vænta
tey metsølu í ár, kanska so nógv sum
35 prosent.
Tøl frá norska postverkinum
vísa, at hvørt húski sendir upp til 10
kort, meðan hvør vaksin norðmaður
sendir 45 kort.
Hetta er mín jólasangur
Steinvør Fonn: I heard the bells on Christmas day
– Av teimum mongu góðu
jólasangunum havi eg valt "I
Heard the Bells on Christmas
Day" við Bryan Duncan, sigur
Steinvør Fonn úr Klaksvík.
Hvørt ørindi í hesum sanginum
endar við: "Friður á jørðini í
menniskjum góður tokki".
Í Lukas 2, 14 stendur: "Dýrd veri
Gudi á hæddini, friður á jørðini, í
menniskjum góður tokki!" Hvussu
mangan hoyra vit ikki hasi orðini
um jólini? Men hvat siga tey
okkum? Hvør er hesin friðurin?
Hvør kann skapa og geva frið?
Jú, beint áðrenn ein stórur
himmalskur herskari lovaði Gudi
við hesum orðunum, stendur:
"Óttist ikki! Eg kunngeri tykkum
stóra gleði, ið skal vera fyri alt
fólkið; Tykkum er í dag Frelsari
føddur, sum er Kristus, Harrin, í
staði Dávids."
Vit skulu tí ikki óttast men
frøast, tí ein frelsari er føddur.
Gud gjørdist menniskja, fyri at
gera okkum ein útveg aftur til Sín, og tá ið vit fáa frið við Hann,
verður Hann friður okkara. Hesin frelsarin er Jesus, sum ynskir at
geva øllum Sín frið.
Hvør ynskir ikki frið? Vænti tey flestu okkara elska ljóman av
orðinum "friður". At njóta frið heima eftir ein strævnan dag. At njóta
frið saman við familju og vinum. At liva í friði og semju við onnur
uttan stríð og klandur. Jólini og hesin sangurin minna meg á hetta
vakra orðið, og at Frelsarin ynskir at geva øllum Sín frið, sum er ein
djúp sæla, tá ið Hann er í hásæti.
Heimurin í dag skríggjar eftir friði. Hann osar av órættvísi, hatri
og ófriði. Og tað er júst henda stóra gjógvin millum frið og ófrið, sum
kemur fram fyri meg, tá ið eg hoyri hendan sangin.
Tí jólini sum heild, Jesus, Hansara friður og hesin jólasangurin
minna meg á, hvussu gott eg havi tað; hvussu signað og rík eg eri at
hava ein himmalskan pápa, sum elskar meg treytaleyst; og harafturat
at hava so góð foreldur og at vera uppvaksin í Føroyum, har vit hava
tað so gott.
Í ljósinum av tí komi eg at hugsa um øll tey, sum ikki hava tað
so gott, bæði her í Føroyum og úti í víðu verð, har ósemja, klandur,
ófriður, órættvísi, neyð og kríggj valdar.
Men sum seinasta ørindið sigur, so skal tað góða sigra á tí ónda at
enda. Ein dag skal rættvísi og friður sigra á øllum órættvísi og ófriði.
Áh, sum tað fer at vera gott!, sigur Steinvør Fonn.
I heard the bells on Christmas day
I heard the bells on Christmas day
Their old familiar carols play,
And wild and sweet the words repeat
Of peace on earth, good will to men.
And thought how, as the day had come,
The belfries of all Christendom
Had rolled along the unbroken song
Of peace on earth, good will to men.
Till ringing, singing on its way
The world revolved from night to day,
A voice, a chime, a chant sublime
Of peace on earth, good will to men.
And in despair I bowed my head
“There is no peace on earth,” I said,
“For hate is strong and mocks the song
Of peace on earth, good will to men.”
Then pealed the bells more loud and deep:
“God is not dead, nor doth He sleep;
The wrong shall fail, the right prevail
With peace on earth, good will to men.”
Song writers: Oliver Dale, Bernie Herms, John Mark Hall
- Ein dag skal rættvísi og friður
sigra á øllum órættvísi og ófriði.
Áh, sum tað fer at vera gott!,
sigur Steinvør Fonn úr Klaksvík
Senda heldur
jólakort
á netinum
Hetta er tíðin, tá fólk senda jólakort til familju,
vinir og kenningar. fyrr varð hetta gjørt við
frímerki á, men nú hevur nýggja tøknin tikið
yvir. Bara í ár verða 70 prosent av norsku
postkortunum send umvegis alnetið.
lag til rættis: snorri Brend
Nýggja tøknin hevur gjørt tað bæði lætt, bíligt og
ómakaleyst at fáa jólakort síni gjørd umvegis netið
»Eftirspurningurin
eftir per sónligum
jóla kortum er
tvífaldaður seinastu
tvey árini – frá 1,2
mió í 2008 til 2,2
milliónir kort í fjør«