Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175 Sosialurin part ur verður bygdur einar tveir kilometrar frá býnum. Har eru bygdir einir 80 nýggir íbúðar blokkar og fleiri koma aftrat. Grønlendingar kon­ sen trera seg um Nuuk eins og føroyingar fara til Havnar, har meira arbeiði og útbúgv­ ing armøguleikar e ru. Nógvir av teimum gomlu bygn ing unum, sum eru bygd ir í 60­ og 70­unum eru og verða tiknir niður og nýtt bygt ístaðin. Summir teirra eru illa farnir og vornir tað reina slumm. Tað, sum verð­ ur bygt nú, er nútímans og væl gjørt. Fyrr varð bygt í fáum hæddum men við long­ um gongum, har nógv fólk búgva tætt saman. Nú verður bygt meira upp eftir og tí verð ur sosiala umhvørvið heilt øðrvísi. Tá fólk búgva í smáum íbúð um í blokkum og nógv fólk eru stúvað saman, so gev ur tað sosialar trupul leik­ ar. Fólk liva ov tætt upp at hvørjum øðrum, og tað skap­ ar konfliktir. Tað er annars ringt at slep pa undan blokk bygg ing­ ini og gera tað øðrvísi, tí tað er ikki pláss til at byggja alla staðni. Plássið er sera av­ mark að, og tí verða fá vanlig set hús bygd. Nú Kristian er við at legg ja seinastu hond á sína arbeiðstíð í Grønlandi sann­ ar hann, at Grønland er eitt ótrú liga vakurt og stórbært land og vil hann mæla øll­ um føroyingum til at fara til Grønlands um ikki júst at arbeiða at vitja sum ferða­ fólk. ­ Tað er vakurt í Føroyum, men tað er tað so sanniliga eisini í Grønlandi, her er alt bara so nógv størri, so eg fari at royna at koma yviraftur eina ferð í framtíðini sigur Kristian Dahl við Sosialin. jan@sosialurin.fo Kristian uttanfyri politistøðina í Nuuk Mynd Jan Müller Kristian Dahl úr Havn til arbeiðis á politistøðini í Nuuk. Mynd Jan Müller