mikudagur 22. desember 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 175 · jólini 2010
30
blaðið
SoleiðiS koma
vit í jólahýr
Hjá summum er tað stýrt at kalendaranum, hjá øðrum er tað kavin, og hjá
nógvum er tað angin av onkrum jólaligum, ið fær tey at koma í jólaHýr.
vit hevur spurt tríggjar kendar føroyingar um, hvat fær tey at koma
í jólaHýr, og hvørjum tey hava Hug at geva eina jólagávu í ár
lagt til rættis: inna tørnroos
myndir: sosialurin
Selma Ellingsgaard, forkvinna
í Starvsmannafelagnum
Hvat fær teg at koma í jólahýr?
‒ At nýta tíð saman við dóttrini at tilevna og pynta heima og
angin av granni og Ingrid Mariu súreplum er avgjørt nakað,
ið vekir mínar sansir og fær sinnið ótilvitað at leita jólahýrin
fram.
‒ Deiligi jólatónleikurin, bæði heimiligi og útlendski,
skapa sjálvsagt eisini serliga stemningin.
‒ Eg havi eitt serligt barnaminni, og tað er eitt vakurt
jólaorógv við myndum av og um Øskufíu, ið altíð varð hongt
upp, tá jólini nærkaðust.
Hvør persónur hevur uppiborið eina jólagávu í ár?
- Eg haldi, fleiri hava uppiborið eina jólagávu. Tað eru mong,
ið gera eitt stórt arbeiði at gleða og vera nakað fyri onnur, og
tey vænta sær onki afturfyri. Hesi fólk hava stórt rós og tøkk
uppibornað, og torført er at taka dagar ímillum.
– Um eg skal finna onkran ávísan at peika á, so meti eg
avgjørt, at Absalon Matras eigur at fáa eina jólagávu. Hann
og fleiri við honum hava í áravís verið í Rumenia við hjálp til
teirra, ið treingja, og teirra arbeiði er
avgjørt eina stóra jólagávu
vert.
Sigrún Brend, sjónvarpsvertur
Hvat fær teg at koma í jólahýr?
Eg eri eitt sindur kalendarastýrd, tá tað snýr seg um
jólini. Fyrsta sunnudag í advent pynta vit til jóla,
og jólatónleikurin verður tikin fram. Men treyðugt so, - nú
ein dagin kavaði av møkum, og tá stóð nógv á, tí eg fekk
slíkan hug at gera tað jólaligt heima.. So, tað er sindur ilt at
siga, nær eg komi í jólahýri.
Hvør persónur hevur uppiborið eina jólagávu í ár?
Haldi, at jólaaftanstiltakið fyri einlig, sum KFUK skipar
fyri á hvørjum ári, hevur uppborið ein stóra jólagávu. Tað
eru Sonja Klein og maður hennara, Holger Arnbjerg, sum
samskipa tiltakið. Summi ár hava verið upp í 30 fólk til
jólahugnan.
‒ Hetta er so hjartanemandi tiltak, og tey ofra hetta
familju kvøldið til frama fyri einlig. Sonja og Holger keypa
jóla gávur, persónligar jólagávur, til hvønn einstakan, sum
hevur teknað seg til at koma. So tað eru nógvir handlar at
fara í, áðr enn tey hava funnið jólagávurnar til gestirnar.
Flott, flott og takk fyri
tað Sonja, Holger og
KFUK.
Atli Gregersen, fólbóltsspælari
Hvat fær teg at koma í jólahyr?
‒ Eg komi í jólahýr, tá sonurin opnar sín
sjokulátajólakalendara og kalendarin frá deyvafelagnum.
Seinni sama dag fara vit altíð í føðingardag hjá babba, har
síggja vit tvær fittar nissur hanga á vegginum, sum mamma
altíð hevur hangandi á jólum.
Hvør persónur hevur uppiborið eina jólagávu í ár?
– Eg haldi avgjørt, at komandi konan hjá mær, Jenny, hevur
uppiborið heimsins størstu jólagávu. At oyrini hjá henni
halda til alt mítt prát er heilt ótrúligt!!
– Haldi eisini at øll, sum hava mist pengar í Eik, burdu
fingið ein fittan jólapakka.