mikudagur 22. desember 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
30
Sosialurin
Jan Müller
Tann 1. januar í nýgg ja
árinum situr løg reglu mað
ur in Kristian Dahl aftur í
sín um sessi á politistøðini
í Havn. Men hann er ríkari
og glaðari enn seinast hann
var til arbeiðis har. Tá hevur
hann nevniliga í skjótt eitt
ár verið til arbeiðis í ein
um heilt øðrum landi við
aðrari mentan og siðum
í Grønlandi. Kristian er
sera takksamur fyri tíð
ina í Grønlandi saman við
familjuni. Sosialurin hit ti
hann ein myrkan og kallig an
desembermorgun á politi
støð ini í Nuuk, har hann var
til arbeiðis saman við sínum
grøn lendsku
og
donsku
starvs brøðrum.
Kristian var fyrstu ferð
í Grønlandi í 1998, tá hann
søk ti eitt summarvikarstarv
í Nuuk og endaði við at vera
har í fýra mánaðir. Hon
um dámdi so mikið væl,
at hann hevði eitt ynski
um at sleppa yvir aftur. Og
tað høvi kom so, tá konan
fekk eitt starv í býnum, og
Kristiani stóð í boði at ar
beiða á løgreglustøðini í eina
tíð. Hann tók av, og tað iðrar
hann seg avgjørt ikki um.
Tvørtur ímóti kennir hann
tað sum at liva mitt í verðini
at vera partur av politista
lið num í einum av heim sins
norð asta býum.
Nú hann er við at gera
klárt til at pakka saman og
fara heimaftur til Føroya
hev ur hann tey góðu ráð til
sínar starvsbrøður og systr
ar í Føroyum: at gera sum
hann og fara til Grønlands
at arbeiða í eina tíð. Tað
held ur hann kunna vera eina
stóra avbjóðing og broyting.
Hann dylur ikki fyri, at tað er
rætti liga stórur munur á at
arbeiða í Nuuk enn í Havn.
Her í Grønlandi er nógvur
harð skap ur. Her er nógv
rukku lív og húsaófriður og
nógvar harðskapssakir í mun
til í Føroyum.
Tað er altíð keðiligt, tá tað
er nógvur harðskapur, men
tað er so ein stór avbjóðing at
ar beiða her í mun til í Havn,
har arbeiðið er rættiliga nógv
øðrvísi.
Harðskapur
Vit spurdu Kristian, hvør
or søkin er til, at tað er so
nógvur harðskapur í Grøn
landi?
Tað
er
spurningurin,
sum so mong seta sær. Eitt
av svarunum er nógva rús
drekka nýtslan. Tað eru nógv
ar aðrar teoriir, og ein er, at
tað so eisini má hava nak að
við sinnalagið hjá fólki at
gera. Eg kenni so ikki enda
liga svarið.
Tað eru í meðal eini 10
dráp í Grønlandi um árið.
Hesa tíðina Kristian hevur
ver ið í Nuuk hava tað verið
trý morð. Tað er tíverri við at
gerast ein partur av gerandis
degnum.
Kristian kennir eisini á
egnum kroppi, at út við 100%
av teimum uppgávum teir
eru úti til, har harðskapur
og húsaófríður eru uppi í,
har stavar tað frá rús drekka
nýtslu. Tíverri.
Hann greiðir frá, at tað
verð ur roynt at upplýsa um
vandar nar og avleiðingarnar
av at misbrúka rúsdrekka
og eitt stórt fyribyrgjandi
arbeiði verður m.a. gjørt í
skúlu num. Fyri at avmarka
og minka um nýtsluna av
rús drekka
eru
prísirnir
hækk aðir nógv, og í ávísum
bygd um er rúsdrekkaforboð
ávísa tíð.
Í Føroyum er nógv av
rukku lívinum miðsavnað í
Havn, meðan tað í Grønlandi
er um alt landið. Í nógvum av
smærri bygdunum gongur
tað oftani sera harðliga fyri
seg.
Hóast tey á løg reglu
støðini hava úr at gera í
sam bandi við tann nógva
húsa ófriðin og harðskapin,
so vísir Kristian á, at tað er
umráðandi ikki at general
i sera og skera alt yvir ein
kamb, tí tað eru sera nógv
væl virkandi fólk í Grønlandi.
Man hevur lyndi til at foku
sera uppá tey ringastu. Hann
við gongur tó, tað kortini er
tal an um ein lutvíst stóran
part av fólkinum, sum er í
harð skaps umhvørvinum.
Arbeiðsdagurin
Hvussu sær so ein ar beiðs
dag ur hjá Kristiani út! Hann
er vaktleiðari fyri tað mesta
og arbeiðir skiftisvakt, um
dag in, um kvøldið og um
nátt ina. Høvuðsuppgávan er
at vera vaktleiðari hjá teim
um, sum koyra úti á gøtu ni
tvs. at taka ímóti frá boða
num frá fólki og so rað festa
hesi og geva tey víðari til
koyrandi løg reglu menn inar.
Ein arbeiðsdagur í Nuuk
er tí rættiliga nógv øðrvísi
enn í Havn. Hann dylur ikki
fyri, at tað er nógv meira at
gera í Grønlandi. Tey eru so
held ur ikki so væl mannað
á støðini, sum ynskiligt
kun di verið. Oftani eru tey
undir mannað til tær upp
gáv u r, sum eru, og tí er ofta
ni neyðugt at raðfesta upp
gávur nar. Og tíverri eru tað
tí ikki øll, sum fáa vitjan alt
fyri eitt eftir eina fráboðan.
Politiskúli
Grønland hevur sín egna
politi skúla, men trupulleikin
er, at ov fáir grønlendingar og
her serstakliga kvalifiserað
fólk søkja inn á skúlan. Ein
ann ar trupulleiki er, at alt ov
nógvir grønlendskir poli tist
ar gevast ov skjótt. Teir a r
beiða í nøkur ár og so søkja
teir onnur størv. Teir hava
nevni liga lætt við at fáa onn
ur størv, tí man metir teirra
út búgving at vera góða og at
hava stóran týdning.
Eg havi varhugan av, at
fólk skifta nógv arbeiði. Tað
veldst so um, hvar man fær
best løn og sømdir, so tað
er kapping um tey bestu ar
beiðs fólkini.
Umleið 2025% av politist
unum í Grønlandi eru dan ir.
Men nógv av teimum leið
andi størvunum eru sett av
grøn lendingum í mun til
onn ur yrki í landinum, har
dan ir sita á teimum flestu
leið andi størvunum.
Enn ein trupulleiki er, at
tað gongur sera striltið at
fáa nokk av grønlendingum
at søkja inn á politistaskúlan
og blíva verandi í hesum ar
beiði, tá man hevur fingið
eina útbúgving.
Málið ein trupulleiki
Málspurningurin er eisini
sera sentralur í arbeiðinum
hjá løgregluni. Nógvir grøn
lendingar duga ikki grøn
lendskt og so eru tað eisini
teir, sum ikki duga væl
danskt heldur.
Kristian heldur sjálvur, at
borg arin hevur uppiborið at
fáa ein grønlendskan politist
á vitjan, tá okkurt er á vási
held ur enn ein dana, sum
ikki kennir til grønlendska
mál ið. Men mangulin uppá
grøn lendskar politistar ger,
at hetta er ikki møguligt í
øllum førum. Hetta er stórt
spell, tí tað átti at ver ið so,
at tað bara vórðu grøn lend
ingar, sum duga grønlendska
mál ið, ið fóru út á vitjan, tá
okkurt er áfatt.
Mong fólk, sum venda
sær til løgregluna, skilja ikki
danskt og duga als ikki at
tosa tað. Hetta haldi eg er ein
stórur trupulleiki, tí fleiri av
politistunum eru danir, sum
so heldur ikki duga ella skil
ja grønlendskt. Tí má man
royna fáa fatur á einum
grøn lendingi.
Tað eru annars nógvar
yms ar meiningar í Grønlandi
um
málspurningin.
Tað
eru tey, sum halda, at man
skal ikki læra danskt, men
grøn lend ingar,
sum
bara
duga grø n lend skt fáa so ein
trupul leika at klára seg utt
an fyri Grøn land. Tá kann
danskt koma væl við.
Tað eru so eisini summir
grøn lendingar, sum bara duga
danskt. At vera grøn lend ing ur
og ikki duga sítt egna mál, tað
er heldur ikki gott. Man má
royna at finna ein millumveg,
so man dugur bæði málini
heldur Kristian Dahl.
Farið til Grønlands
Hóast hesar san n royndir og
trupulleikar vil Kristian, sum
hevur ar beitt í Føroyum síða
ni 1991, ráða sínum starvs
feløg um í Før oy um at fara
til Grøn lands at arbeiða eina
tíð. Tá man hevur verið so
leingi í sama arbeiði heima
held ur hann tað vera sunt at
fara út til onnur lond at fáa
sær royndir og læra onnur
fólk at kenna. Tað er ein góð
ballast at hava hjá einum løg
reglu menni.
Eg kann bara viðmæla
øll um at fara út og royna
okkurt annað og síggja eina
aðra mentan og læra onnur
fólk at kenna. Hetta hevur
ver ið ómetaliga gevandi fyri
meg.
Kristian leggur dent á, at
hann er rættiliga hugtikin av
Grøn landi. Havnin og Nuuk
min na ikki sørt um hvør ann
an sum høvuðsstaðir í ein um
lítlum samfelag, men mun ur
in er tann, at býr tú í Havn,
so kanst tú seta teg í bilin og
koyra alt landið runt. Her
kanst tú bara koyra í Nuuk.
Skal tú víðari mást tú antin
flúg va ella sigla.
Nuuk í menning
Býurin Nuuk er í stórari
menn ing. Ein nýggjur býa r
Grønland
brúk fyri
føroyskum
politistum
Starv Hóast húsaófríður, harðskapur og entá morð eru gerandishendingar
hjá einum løgreglumanni í Grønlandi, so dámar havnamaðurin Kristian Dahl
so væl sítt arbeiði í Nuuk, at hann mælir starvsfeløgum at gera sum hann
Stór íbúðarbygging fer fram í Nuuk
Mynd Jan Müller