Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 175 · jólini 2010 29 blaðið hvus su hevur Newcastle tryggjað, at Jóan Símun fær nakað ordiligt at eta? - Í mínum føri gjørdu tey tað soleiðis, at eg slapp at búgva hjá eini familju. Eg búði fyrst hjá einum eldri pari og tað var super, men í longdini kendi eg meg kanska eitt sindur einsamallan. Nú búgvi eg hjá eini familju úr Avstralia, ið hevur ein son, sum eisini spælir á eyka lið num hjá Newcastle. Tað er eisini ein frá lík loysn, sigur Jóan Símun. Áðrenn farið verður inn til áskoðara- plássini, gongur leiðin inn til “Shearer’s bar”, ið er uppkallað eftir málrevinum og legenduni í Newcastle, Alan Shearer. Nógv fólk eru komin saman at hugna sær, og á stórskýggjanum vísa teir Sky- Sports, ið fylgir gongdini í øllum hinum dyst i num. Venur við stjørnunum Jóan Símun venur við jøvnum millum- bil um við besta liðnum, men hvussu er tað so at venja saman við kendum Premi er League leikarum, so sum ný- klak ta enska landsliðsframherjanum Andy Carroll? - Eg venji onkuntíð við besta lið- num, og tað er eitt stórt lop frá at venja og spæla við eykaliðnum. Tú venur teg skjótt við, at tað eru kendir Premier League leikarar, ið tú venur saman við, men tað er sjálvandi eitt sindur spenn an di og stuttligt, sigur Jóan Símun utt an at ljóða alt ov imponeraður. Ein knappan tíma undan dystar- byrjan fara vit inn á St. James’ Park, ið kann hýsa yvir 50.000 áskoðarum. Jóan Símun er fastur fúsur á stadium, tá besta liðið spælir. - Tað er ótrúliga stuttligt at koma á St. James’ Park at hyggja eftir fótbólti saman við 50.000 fólkum. Støðið í Premi er League er sera høgt, tað má eg bara viðganga. Tað er serliga stórsigurin á Sunderland, ið nógv verður gjørt burt ur úr. Tað var ein serstakur dystur. Tað var eisini stuttligt at vera til dystin, tá Newcastle vann 6-0 á Aston Villa, sig- ur Jóan Símun, tá leikararnir koma á vøllin at hita upp. Jóan Símun sigur sína hugsan um, hvus su hann væntar, at Newcastle fer at stilla upp. Eftir at hava sett lið upp einar tvær ferðir, velur hann teir 11, ið hann væntar skulu dystast ímóti Liver pool. Peter Beardsley Venjarin hjá Jóan Símuni á eyka lið- num er Peter Beardsley, ið er fyrr ver- andi Liverpool- og Newcastle leikari, um framt at hann hevur spælt á enska lands lið num. Jóan Símun er sjálvur ov ung ur at minnast aftur til tíðina, tá Peter Beardsley var í síni hædd sum fót bólts spælari. - Eg havi sæð nakrar upptøkur av hon um, tá hann spældi. Hann var ein fantast iska góður spælari. Tað eru eisini fleiri av teimum eldru har heima, ið min na meg á tað. Fyri meg er hann tó ein venjari og mær dámar hann væl, sig ur Jóan Símun, meðan leikararnir koma á vøllin. Jóan Símun kollgitti liðið hjá Newcastle og tykist trúgva upp á ein sigur á Liverpool. Vil verða verandi Newcastle viðhaldsfólkini rópa ókvæmis orð eftir Mike Ashley, men tað gongur bara ein løta, so leggur New castle liðskiparin, Kevin Nolan, New castle á odda. Brátt tagna rópini eftir eigaranum, og nú eru rópini bara stuðuls róp til Newcastle spælararnar í eyð kendu svørtu og hvítu troyggjunum. Jóan Símun hevur atgongumerki sam an við hinum eykaliðsleikarunum og ungdómsleikarunum. Undir liðini á honum situr ein viðleikari hjá Jóan Sím uni og heldur hond við einum ung- um sprundi. Eitt tað kendasta andlitið í ensku fjølmiðlinum er Cheryl Cole, ið hev ur verið gift við Chelsea leikaranum Ash ley Cole. Hon er úr Newcastle og spurd ur, um Jóan Símun hevur funnið sína Cheryl Cole, flennur hann bara. - Nei, tað havi ikki, sigur hann, með- an hann flennur víðari. Í hálvleikinum fellur prátið inn á fram tíð ina og hvørji mál Jóan Símun hev ur við fótbóltinum. - Í longdini er málið sjálvandi at sleppa á besta liðið, men í løtuni eru mínir tankar bara á eykaliðnum. Eg taki hetta kappingarárið fyrst, og so fáa vit at síggja í summar. Vónandi sleppi eg at vera verandi í Newcastle, sigur Jóan Sím un, stutt eftir at Liverpool hevur javn að. Dysturin endar við, at Newcastle vinn ur 3-1 við tveimum málum sístu tíggju minuttirnar. Seinasta lítla árið er Jóan Símun farin frá at vera B68 og U-21 landsliðsframherji, til at verða New castle og A-landsliðsframherji. - Eg havi avgjørt ment meg nógv. Eg havi faktist gjørt framstig á øll økjum, men tú mennist eisini, tá tú kemur at venja við betri leikarum. Eg kenni eisini á mær at eg eri blivin ein betri leik ari. Tað hevur verið ein góð tíð og ikki minst ein lærurík tíð. Eg angri so bestemt ikki at eg tók av, sigur Jóan Sím un at enda. nna meg afTur Myndir: www.nufc.co.uk - Ian Horrocks - Eg havi sæð nakrar upp tøkur av hon um, tá hann spældi. Hann var ein fantastiska góður spælari. Jóan Símin um Peter Beardsley Jóan Símun Edmunsson við Newcastle troyggjuni á St. James' Park ein kaldan desember dag í Newcastle