hósdagur 21. februar 2002síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 36 - 21. februar 2002
Nr. 36 - 21. februar 2002
13
UTTAN ÚR HEIMI
Búskapur og vinna:
Hægri
húsaprísir
Norska
byggivinnan
væntar, at húsaprísirnir
í Oslo og summum
landspørtum fara at
hækka nógv tey næstu
árini, og eftir metingini
fara prísirnir í Oslo,
Akershus, Sør Trønde-
lag og Troms at hækka
til tað tvífalda innan
2008.
Í dag kostar ein íbúð í
Oslo umleið 20.000
krónur fermeturin, men
sambært byggivinnuni
verður
prísurin
um
40.000 krónur í 2008.
Felagið hjá byggivinn-
uni sigur, at tað hevur
nýtt búskapargongdina
í Noregi tey seinastu
árini sum grundarlag
fyri sínum metingum.
Styrkja
DONG
Danska stjórnin hevur
gjørt av at styrkja tað
almenna
oljufelagið
Dansk Olie og Natur-
gas, DONG. Í fyrsta
umfari er ætlanin, at tað
norðursælendska
el-
felagið Nesa skal leggj-
ast afturat DONG, men
ætlandi verða fleiri
samanleggingar í fram-
tíðini.
Leiðslan í Dansk
Olie og Naturgas sigur,
at donsku orkufeløgini
eru sera smá, um tey
verða borin saman við
orkufeløg uttanlands.
Tað merkir, at donsku
feløgini kunnu ikki
standa seg í kappingini
við útlendsku feløgini,
og tí er neyðugt at
leggja fleiri feløg sam-
an, sigur leiðslan í
DONG.
Skuldin
minkar
Ein uppgerð hjá danska
Tjóðbankanum vísir, at
danska
uttanlands-
skuldin minkar støðugt.
Á nýggjárinum skyld-
aðu danir 513 mia.
krónur uttanlands. Tað
var 25 mia. krónur
minni enn fyri einum
ári síðani, og Tjóðbank-
in væntar, at skuldin fer
at mina 30 mia. krónur
í ár.
Uppgerðin hjá Tjóð-
bankanum vísir eisini,
at danir rindaðu 37 mia.
krónur í rentum av
uttanlandsskuldini
í
fjør.
Úr Norðurlondum:
Stríð
kostar
Norski Arbeiðaraflokk-
urin hevur nú so lítla
undirtøku í fólkinum,
sum flokkurin ikki hev-
ur havt í mong ár, og
formaðurin í bróður-
flokkinum í granna-
landinum Svøríki ivast
ikki í, at stríðið um
formansstarvið í norska
flokkinum er ein stór
orsøk
til
gongdina.
Gøran Persson heitir tí
inniliga á teir báðar
oddamenninar í Ar-
beiðaraflokkinum,
Thorbjørn Jagland og
Jens Stoltenberg, um at
binda frið og leggja
dent á tað politiska ar-
beiðið heldur enn for-
mansstarvið.
Bók um
svik
Norski fiskaútflytarin
Jarle Kvalheim fekk
herfyri meiri enn seks
ára fongsul fyri at hava
svikað við meirvirðis-
gjaldinum. Hann hevur
avgjørt at kæra dómin,
men skuldi dómurin
verið staðfestur, verður
Jarle Kvalheim ikki
arbeiðsleysur.
Hann boðaði týsdag-
in frá, at hann fer at
skriva eina krimisøgu
um vik í fiskivinnuni,
og sambært tí komandi
høvundinum er ov mik-
ið at taka av. Sjálvur
hevur hann verið í virk-
in í vinnuni í umleið 30
ár, og hann sigur seg
hava nógv dømi um, at
fólk og fyrtøkur hava
svikað við meirvirðis-
gjaldi og øðrum al-
mennum reglum, men
at tey forvitnu noyðast
at bíða eftir bókini.
Undir
umsiting
Tann
nógv
umrødda
danska kommunan Far-
um er nú sett undir um-
siting. Býráðið dugdi
ikki at greiða innanríkis-
ráðnum frá, hví komm-
unan er komin í tað
fíggjarliga óførið, sum
hon er í, og tí skal innan-
ríkisráðið
nú
halda
eygað við øllum, sum
býráðið ger.
M. a. kom fram, at
kommunan hevur lænt
450 mió. krónur til jarð-
arkeyp, men at jørðin
kostaði 190 mió. krónu.
Hvat hinar 260 mió.
krónurnar eru nýttar til,
dugdi býráðið ikki at
siga innanríkisráðnum.
Tær eru so ikki í komm-
unukassanum,
tí
har
resta næstan 90 mió.
krónur í fyri at fáa javn-
vág.
Katólskir prestar í
Boston hava í fleiri ár
misnýtt fleiri
hundrað børn og ung
USA
Árni Joensen:
Amerikanarar er skelkaðir,
eftir at tað er komið fram,
at nógvir katólskir prestar í
býnum
Boston
hava
misnýtt hundraðtals børn
og ung. Eftir tí, sum higartil
er komið fram, hava umleið
90 prestar hava misnýtt
børnini og tey ungu, og
hetta hevur staðið við í
nógv ár.
Gølan byrjaði, tá blaðið
The Boston Globe fór at
kanna søguna um prestin
John Geoghan, sum herfyri
varð dømdur sekur í at hava
misnýtt ein tíggju ára
gamlan drong fyri góðum
tíggju árum síðani. Hann
varð eisini skuldsettur fyri
at hava misnýtt fleiri onnur
børn og ung, men tað
eydnaðist kirkjuni at loysa
tey málini við at rinda teim-
um misnýttu og foreldrum
teirra meiri enn tíggju
milliónir dollarar í endur-
gjaldi.
Men
nú
hevur
The
Boston Globe avdúkað, at
ovasti leiðarin í katólsku
kirkjuni í USA, kardinal-
urin Bernard F. Law, var
vitandi um, at John Geog-
hen misnýtti børnini. Law
var erkabiskupur í Boston í
18 ár, áðrenn hann gjørdist
kardinalur, og í áttati-
árunum fekk hann at vita,
hvat Geoghen tókst við.
Kortini setti erkabiskupurin
Geoghen í starv, hvørja ferð
hesin ynskti at flyta til
onkra aðra kirkju at ar-
beiða.
Kardinalurin hevur síð-
ani biðið um umbering fyri
tað, sum hendi. Sjálvur
sigur hann, at hetta var eitt
mistak, og hann vissaði
samstundis
amerikanska
fólkið um, at børnini skulu
kenna seg trygg saman við
teimum prestunum, sum nú
virka í katólsku kirkjuni í
USA.
Men longu dagin eftir var
aftur galið. Tá kom fram, at
fyrst tveir og seinni seks
virkandi prestar hava gjørt
seg inn á børn og ung. Nú
krevja mong, at hetta skal
fáa avleiðingar fyri leiðsl-
una í katólsku kirkjuni í
USA.
Síðani mánadagin
hava 32 palestinar og
10 ísraelsmenn latið
lív hevndarálopum í
Ísrael og teimum
palestinsku økjunum
MIÐEYSTUR
Árni Joensen
Týsdagin
doyðu
seks
ísraelskir
hermenn,
tá
víðgongdir palestinar lupu
á teir nærhendis bygdini
Ein Arik tætt við býin Ra-
mallah á Vestara Áarbakka.
Hetta var seinnapartin.
Fyrrapartin
sama
dag
royndi ein palestinskur
sjálvmorðsbumbumaðiur at
spreingja ein ísraelskan
buss í luftina, men atsóknin
miseydnaðist.
Í gjár kom ísraelska svar-
ið. Fyrst søktu ísraelsk her-
skip at málum í Gaza-geir-
anum, og seinni lupu jag-
araflogfør og tyrlur á Gaza-
bý. Fýra hermenn í teirri
sonevndu Deild 17 hjá
palestinsku myndugleik-
unum doyðu í álopunum.
Hetta var fyrstu ferð í
næstan hálvt annað ár, at
ísraelsmenn søktu at skriv-
stovunum hjá palestinsku
sjálvsstýrismyndugleikunu
m í Gaza-býi.
Gjáranáttina lupu ís-
raelsk flogfør og tyrlur á
fleiri mál í Ramallah við
rakettum, samstundis sum
fleiri stríðsvognar fóru inn í
býin. Rakettirnar raktu
fleiri bygningar, teirra mill-
um eina skrivstovu hjá
palestinsku fregnartænast-
uni. Hendan skrivstovan
var í somu húsum, sum
palestinski leiðarin, Yasser
Arafat, hevur hildið til í,
síðani ísraelsku myndugl-
eikarnir sýttu honum at fara
úr Ramallah. Palestinska
trygdartænastan
boðaði
aftan á álopið frá, at Arafat
sjálvur hevði ikki fingið
skaða, men at tveir av
hansara lívverjum høvdu
latið lív.
Í gjár frættist eisini, at
ísraelskir hermenn høvdu
skotið níggju palestinskar
løgreglumenn í einari bygd
nærhendis Ramallah.
Heldur stríð enn frið
Ísraelski forsætisráðharrin,
Ariel Sharon, hevði í gjár
fund við serligu trygdar-
nevndina
hjá
stjórnini.
Sambært ísraelska útvarp-
inum umrøddi nevndin,
hvussu farast skal fram í
stríðnum við palestinar.
Ætlanin var, at Shimon
Peres,
uttanríkisráðharri
skuldi fara til Spania at
hitta José Maria Aznar,
forsætisráðharra, men ferð-
in varð avlýst í gjár. Peres
hevur ætlanir um at leggja
fram eina friðarætlan, men
høgravongurin í stjórnini
heldur tað vera rættari at
herða
tey
hernaðarligu
tiltøkini
ímóti
palestin
unum, og eygleiðarar siga,
at ísraelsku álopini á Gaza-
bý og Ramallah eru tekin
um, at Sharon og hansara
viðhaldsmenn hava vunnið
hetta stríðið.
Blóðugir dagar í Miðeystri
Daglig sjón í Ísrael. Her eru tað ísraelskir hermenn, sum syrgja ein vinmann, sum doyði í
einum álopi týsdagin.
Mynd: Reuters
Gøla um pedofilar prestar skakar USA
Hóast tað finnast
borgarar við viðkom-
andi fakligum før-
leika í flestu
kommununum í
landinum, so verða
barnaverndirnar
kring landið kortini
mannaðar við meira
ella minni tilvildar-
liga valdum leikfólki.
Hetta er ábyrgdar-
leyst av politikar-
unum, heldur limur
barnaverndini í
Vestmanna
BARNAVERND
Rúnar Reistrup
- Tað er óheppið, at barna-
verndirnar kring landið eru
mannaðar við leikfólki
heldur enn fólki við fak-
ligum kunnleika . Men
sjálvari barnarverndarskip-
anini er einki galið við.
Trupulleikin liggur hjá
fólkavaldu
kommu-
nalpolitikarunum,
sum
velja so at siga tilvildarlig
fólk í barnaverndarnevnd-
irnar, heldur enn at brúka
tey fakfólkini, sum finnast í
kommununi.
Tað heldur Birgir Waag
Høgnesen, sum sjálvur er
skrivari í barnaverndar-
nevndini
í
Vestmanna
kommunu. Hann metir tað
vera beinleiðis ábyrgdar-
leyst av kommunalpolitik-
arum, tá teir velja at manna
barnaverdnarnevndir eina
við leikfólki.
- So at siga hvør komm-
una hevur borgarar, ið, við
tað at teir til dømis eru lær-
arar, sjúkrasystrar, peda-
gogar, politistar og annað,
hava fakligan førleika á
økinum, men kortini verða
leikfólk vald at sita í
barnaverndini. Hetta er ein
trupulleiki, tí barnavernd-
irnar hava brúk fyri fak-
ligum førleika, sigur skriv-
arin í barnaverndini í Vest-
manna, sum sjálvur er
tryggingarmaður.
- Eg veit ikki, hví júst eg
skal sita í barnaverndini, tá
bygdin er á tremur við
fólki, ið fakliga hava nógv
betri kvalifikatiónir at røkja
hetta arbeiði, enn eg havi.
Einki galið við
skipanini
Í grein í blaðnum í gjár
førdi
Jancy
Biskopstø
Klein, leiðari á Sosialu
Deild í Klaksvík, millum
annað fram, at kommunalu
barnaverndarnevndirnar
ofta eru ókvalifiseraðar til
at røkja sína uppgávu mót-
vegis børnunum og sam-
felagnum, tí tær eru mann-
aðar av leikfólki, ið ikki
hava neyðuga førleikan at
røkja uppgávuna hjá einari
barnavernd.
Hesum er Birgir Waag
Høgnesen fult samdur í.
Men hann er ikki samdur
við leiðaranum á Sosialu
Deild í Klaksvík, tá hon
sigur, at tíðin tískil er farin
frá verandi skipan, har
barnaverndirnar
verða
politiskt valdar.
- Tað er einki í barna-
verndarskipanini,
sum
forðar kommunalpolitikar-
unum í at velja fólk við
hóskandi fakligum førleika
í barnaverndarnevndirnar.
Men kortini velja politik-
ararnir at seta húsmøðrar,
skiparar og ein tryggingar-
mann sum meg at røkja
arbeiðið. Tað er soleiðis
eftir mínum tykki ikki
skipanini tað er galið við,
men heldur nærlagninum
hjá kommustýrinum, tá
leitað verður eftir fólki til
barnaverdnirnar. Eg haldi,
at har er tað ofta tilvildin,
sum ræður.
Málini ganga nær
- Trupulleikin við at barna-
verdnirnar eru mannaðar
við leikfólki er ikki, at hesi
fólk ikki vilja ella ikki
royna at gera sítt besta, men
málini hava tað við at draga
út, tí sakkunnleikin finst
ikki í nevndini, og tað tekur
tíð, tá nevndin allatíðina
skal leita sær køna hjálp
uttanifrá, heldur skrivarin í
barnaverndini í Vestmanna
kommunu.
Ein afturvendandi trupul-
leiki hjá landsins barna-
verdunum er eisini, at
málini ofta ganga barna-
verndarlimunum nær. Her
metir Birgir Waag Høgne-
sen eisini, at fakfólk eru
betur búgvin til at skera
ígjøgnum.
- Um vit fara útum Havn-
ina og Klaksvíkina, so er
søgan tann, at mestsum
hvørt einasta mál gongur
onkrum barnaverndarlim
nær á onkran hátt. Tí er sera
umráðandi at hava fólk í
barnaverdnunum,
sum
kunnu handfara hesi mál
professionelt, og tí skilji eg
ikki, hví kommunalpolitik-
ararnir ikki eru meira nær-
lagdir, tá teir finna fólk at
manna
barnaverndirnar,
sigur Birgir Waag Høgne-
sen, skrivari í barnavernd-
ini í Vestmanna kommunu.
30 vaksin fólk um-
framt 15-16 skúla-
næmingar turka høvd
á nýskapandi høvda-
virkinum í Leirvík.
Skúlanæmingarnir
arbeiða eftir somu
bonusskipan, sum
hini fólkini á virkin-
um, og teir eru væl
nøgdir
Vilmund Jacobsen
FMP,
Faroe
Marine
Products, eitur felagið, sum
leygardagin, 8. september
2001 fór undir nýskapandi
virksemið í Leirvík – at
turka høvdu til nigerianska
marknaðin við fjarhita frá
brennistøðini hjá IRF.
Tað ljóðar kanska eitt
sindur løgið, at virksemi
byrjaði ein leygardag, men
søgan er hendan:
FMP er eitt føroyskt/
íslendskt felag, har før-
oyingar
eiga
50%
og
íslendingar 50%. Íslend-
ingar vildu, at framleiðslan
skuldi byrja ein fríggjadag,
tí tað merkir eydnu í Ís-
landi. Men í Føroyum er
hesin dagurin ikki hin best
dámdi til nýggja byrjan, tí
hann merkir óeydnu. Før-
oyingar hildu, at mána-
dagurin var hin rætti at
byrja, men mánadagur er
óeydnisdagur í Íslandi; so
tað bar heldur ikki til. Valið
fall ímillum hesar báðar
dagarnar, og tí fekk ar-
beiðsfólkið boð um at møta
til arbeiðis leygardagin, 8.
september.
Stóra framleiðsluorku
FMP keypir høvd úr øllum
landinum. Keypt verða
toskarhøvd, upsahøvd og
hýsuhøvd, sum verða løgd
á rimar og turkað í eina
góða viku ella so – alt eftir,
hvussu stór ella smá høvd-
ini eru. Síðan verða tey
pakkað í hessian-sekkir og
send niður á nigerianska
marknaðin. Eirikur á Húsa-
mørk sigur, at framleiðslu-
orkan á virkinum er 9.000
tons um árið, men hetta
fyrsta árið hava teir sett
nøsina upp ímóti 6.000
tonsum. - Higartil hava vit
turkað 2.000 tons av rá-
vøru. Vit turka vanliga góð
150 tons av toskarhøvdum
um vikuna, og tað eru vit
nøgdir við. Hitan, sum
nýttur verður til turkingina,
keypir virkið frá IRF, og
Eirikur sigur, at hetta sam-
starv eru teir sera væl
nøgdir við.
Upprunaliga er virkið hjá
FMP bygd sum lýsivirki,
men fótaði sær av ymiskum
orsøkum ongantíð sum
slíkt. Longu tá keypti virkið
fjarhita frá IRF.
- Virksemið, sum nú er á
virkinum,
krevur
nógv
meira hita enn framleiðslan
av rálýsi kravdi, og tí verð-
ur hitin nógv betri gagn-
nýttur nú.
Á FMP arbeiða 30 fólk
vanliga frá kl. 8 til 16. Men
tá ið nógv er at gera, hevur
virkið 15-16 skúlanæm-
ingar til arbeiðis frá kl. 16-
20. Hesir arbeiða undir
somu bonusskipan, sum
hini fólkini, og næming-
arnir eru væl nøgdir.
Eingin fær minni enn
tímaløn, men ert tú ágrýtin
og fær nógv frá hondini,
tjenar tú eisini meira.
Gott samstarv við
íslendingar
FMP er stovnað við 4 milj.
krónum í eginpeningi, og
tað er nógvur peningur. -
Hetta er eitt stórt og ný-
skapandi virki, og tí er
neyðugt við stórum egin-
kapitali, sigur Eirikur.
Hann vísir á, at tað hevði
ikki latið seg gjørt at bygt
upp hetta virksemi so
skjótt, um teir ikki fóru út í
hetta samstarv við íslend-
ingar, sum hava 20-30 ára
royndir við hesi framleiðslu
og marknaðinum, sum fyri
føroyingar var meira ella
minni ókendur.
- Royndir vórðu gjørdar í
Syðrugøtu at turka høvd,
men hesar hildu uppat, tá
ið virkið brendi, leggur
hann aftrat.
Laugarfiskur, sum er ís-
lendski parturin við 45%,
hevur 20 ára royndir innan
framleiðslu og sølu av
turkaðum høvdum. Eitt
annað felag í Íslandi,
Norðfish, eigur hini 5% av
íslendska partinum.
Í Føroyum eigur Sp/f H.
Konoy 45% og ein ein-
stakur persónur hini sein-
astu 5%.
- Tað er neyðugt at læra
at grulva, áðrenn tú lærir at
ganga, og tá ið tú lærir teg
at ganga, kann vera gott at
hava onkran at halda í
hondina á.
Annars kanst tú detta og
sláa teg illa. Vit høvdu
ongantíð megnað at bygt
hesa framleiðslu upp so
skjótt uttan íslendska hjálp,
sigur Eirikur á Húsamørk.
Høvdavirkið, FMP í Leirvík:
Hevur turkað 2.000 tons av høvdum
Leikfólk í barnavernd:
Kommunalpolitikarum vantar nærlagni
Eirikur á Húsamørk sigur, at
tað hevði ikki latið seg gjørt
at bygt upp hetta virksemi
so skjótt, um teir ikki fóru út
í hetta samstarv við
íslendingar, sum hava 20-30
ára royndir í at turka og selja
høvd
Mynd: Edvard Joensen
- Eg veit ikki, hví júst eg skal sita í barnaverndini, tá bygdin er
á tremur við fólki, ið fakliga hava nógv betri kvalifikatiónir at
røkja hetta arbeiði, enn eg havi, sigur Birgir Waag Høgnesen,
limur í barnaverndarnevndini í Vestmanna
C
M
Y
K
13
12