mikudagur 22. desember 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
Sosialurin
Við hesum verður línuskipið Fugltúgvan, kallimerki
OW2435, lýst til sølu við tilhoyrandi loyvum.
Fugltúgvan hevur hesi loyvi:
460 tons undir Íslandi, harav 94 tons av toski
135 dagar á landgrunninum
26 dagar á Føroyabanka (Fiskiárið 2007/2008)
Skipið verður selt skjótast gjørligt við tilhoyrandi fiskiloyvum. Seljarin
tilskilar sær rætt til at velja millum øll innkomin boð og eisini til ikki at
taka av nøkrum. Møgulig boð mugu verða seljara í hendi í seinasta lagi
30. desember 2010.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Beintu B. Nolsøe ella Símun
Joensen á Vinnulívsdeildini í BankNordik á tel. 330 330.
www.banknordik.fo
Fugltúgvan
til sølu
MASKINMAÐUR
til P/F Faroe Farming
Vit sóknast eftir einum maskin
kønum manni, at byrja skjótast
tilber. Arbeiðið umfatar viðlíka
hald av bátunum hjá felagnum v.
m. Umframt vanligt maskin
arbeiði, er eisini rættuliga nógv
hydraulikkarbeiði.
Roknast skal við, at arbeiða í
vaktarskipan, so vit forvæntað, at
tú ert førur fyri at arbeiða sjálv
støðugt.
Løn sambært avtalu og
kvalifikatiónum.
Freistin at søkja starvið er
31. desember 2010
Meira fæst at vita um arbeiðið,
við at ringja til tlf. 221447 (Erhard)
Áhugaðir umsøkjarar, kunnu
senda umsókn til:
P/F Faroe Farming
Postboks 97
900 Vágur
ella á teldupost:
erhard@faroefarming.fo
P / F F A R o E F A R M i n g · P o s t b o k s 9 7 · 9 0 0 V Á g U R
Kjak
Til
seinasta
val
boðaði
Sjálvstýrisflokkurin
sum
einasti flokkur at tíðin ikki
var tann rætta til milliarda
íløgur í vegir og tunnlar.
Sum einasti flokkur á tingi
hevur Sjálvstýrisflokkurin
hildið fast um givin lyfti.
At henda støðutakan hevur
kostað – eisini briksl frá
hinum
flokkum
á
tingi
– hevur ikki fingið Sjálv
stýrisflokkin at broytt støðu.
Verri er, at hinir flokkarnir
hava tikið so langa tíð at
koma til somu niðurstøðu.
Ímeðan vanlig fólk hava
sæð hvønn veg tað gekk,
hava ABC samgongurnar frá
2004 gjarað út til høgru og
vinstru.
Eitt
milliarda
projekt
fyri og annað eftir hava sæð
dagsins ljós, so hvørt sum
fíggjarvánirnar eru vornar
daprari. Tað tykist sum
stjórn okkara roynir at finna
undirhald til fólkið, so fólkið
ikki hugsar um, hvussu stýrt
verður, bert fyri at tey sjálvi
kunnu blíva sitandi á ovastu
rók sum longst. Hetta er
at halda fólk fyri tað turra
spott.
Hvør hevur vakt
Jóannes?
Nú Jóannes letst farin í
krossferð fyri teimun ‘bleytu’
virðunum, er rímuligt at
spyrja,
hvat
hevur
vakt
hann?
Nú um miðan desember á
sjeynda ABCári letst Jóannes
við fylgi, at hetta hevur altíð
verið teirra hugsjón. Hetta er
enn ein spinnsjónleikur fyri
fólkið.
Hesin høgi harri – sum
við
fylgi
sínum
hevur
atkvøtt fyri tunnlum, vegum
og skattalættum líka til
henda dag – hava gjarað út
úr
landskassanum
úttan
fyrilit fyri at fíggjarvánirnar
broytast, tí raksturin av
føroyska samfelagnum er
vaksin til meir enn vit megna.
Antin letst hann at spæla
býttur, ella tað sum verri er
– hann heldur føroyingar eru
býttir.
Svarið er helst veljara
kanningin! Einasta, sum er
broytt, er ein veljarakanning.
Soleiðis
er
rímuligt
at
staðfesta, at hugsjónirnar hjá
hesum javnaðarflokkinum
bert er ‘veljarakanningar!’
Ikki sannførðing um rætt
ella skeivt, ikki eyðmýgd og
tokki fyri fólkaræðinum, ikki
samkensla við teimum, sum
tørva, ikki ein spurningur
um,
hvat
er
best
fyri
Føroya fólk – tað er bert ein
spurnngur um, hvat er best
fyri meg – hvussu kann eg
blíva sitandi á hægstu rók?
Níggju fólk sita tey á rað, á
tingi og í landsstýri og hava
sína inntøku av at samtykkja
og fremja fólkaflokspolitikk.
Nú ræðast tey, at uppsagnir
koma
at
kosta
størv
–
javnaðarstørv!
ABC má vrakast,
sosial-liberalt sjálv-
stýri er alternativið!
Seinastu mongu árini hevur
Javnaðarflokkurin
javnan
klætt
seg
spillnaknan,
blakað øll prinsippir og
allan politikk fyri at sleppa
at sova í somu song sum
fólkaflokkurin. Síðani 1974
hevur javnaðarflokkurin oft
ast og mest verið í samgongu
við júst fólkaflokkin.
Soleiðis hevur Javnaðar
flokkurin heilhjartaður og
áhaldandi ført tann karráða
fyrilitarleysa
borgarliga
politikkin, sum hann nú
ávarar ímóti.
Nú ein veljarakanning
gevur ábending um, at song
in tykist smalka, og javnaðar
flokkur kann detta á gólv
eftir í áravís at hava ligið
og neyðhildið seg í uttasta
høgraflokkinum, nú rópa tey
knappliga, at tey heldur vilja
sleppa í aðra song.
Jóannes Eidesgaard fer
í søguna sum politikarin,
sum segði, at tú hevur
ein karm, til tú velur ein
annan. Eftir at hava víst á
karmin sum stórsigur fyri
javnaðarflokkin og bedýrað,
at lønarhækking fór at føra
við sær uppsagnir, ja so
ávarar flokkurin nú ímóti
kørmum og uppsagnum.
Landsnevnd Sjálvstýris
floksins
má
vísa
á,
at
politikkur, sum bert tænir
at endurvinna egnan sess,
kemur at hava avgerðandi
neiligan
leiklut
í
næstu
samráðingum um skipan av
virkisførari stjórn. At sam
starva við politikarar, sum
lova og lova úttan at royna,
og hvørs einasta endamál er
at vera afturvaldir, kemur
ikki uppá tal eftir næsta val.
Sjálvstýrisflokkurin vil, at
tey sum stjórna hesum landi,
gera tað fyri fólksins besta,
ikki egna besta. Vit geva fá
lyfti, men vit halda tey.
Jan Asbjørnson Joensen
landsnevndarformaður Sjálvstýrisfloksins
Javnaðarflokkurin eigur at senda sær
sjálvum ultimatum