mikudagur 22. desember 2010síða 36
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
36
Sosialurin
Ummæli
Malan Marnersdóttir
T
órshavnar Kommuna fer
at seta eina standmynd
á plássið millum B36 húsið,
ÍSB/Neistahúsið,
Svimji
høllina og Tórsvøll – har
nýggj fimleikahøll er bygd.
Hon er vald burtur úr fjúrtan
innkomnum
uppskotum,
og tey eru øll sýnd fram í
høllini.
Uppskotini eru áhugaverd
og summi ordiliga vøkur.
Eg kann ímynda mær, at
tað hevur ikki verið lætt at
velja.
Við uppskotinum hjá Ole
Wich er ein stak áhugaverd
greining av ítróttarøkinum í
Gundadali, sum hann sigur er
eyðkent av visuellum óljóðið.
Tað er vakurt sagt um hetta
eftir mínum tykki mishátta
øki, sum Gundadalur er
vorðið. Niðurstøða hansara
er, at alt hetta krevur eina
standmynd,
sum
larmar
meira enn tað, sum longu er
har – gras og graslíkivøllir,
áskoðarapláss
í
ymsum
klubba,
felags,
banka,
sparikassa og tryggingar
felagslitum, sum als ikki
skapa eina nakað sum kemur
í námind av listfrøðiligari
heild.
Tvørturímóti.
Ole
Wichsa uppskot er tí eitt,
sum larmar visuelt. Tað líkist
hesum smábarnaleikunum,
sum eru úr litføgrum stál
bogum við onkrum uppiá,
sum børnini kunnu flyta
eftir bogunum.
Hini
uppskotini
hava
ikki greiningar av økinum
við, men listafólkini hava
kanska eisini hugsað um
hetta við visuella ganginum,
tí tey flestu royna at gera
okkurt, sum røkkur langt
upp í loft ella í aðrar mátar
fyllir upp. Tróndur Patursson
hevur gjørt eitt glastorn
við
eyðkendum
Tróndar
glasmálaríi. Tað uppskotið
minnir nakað nógv, haldi
eg, um trapputornini, og
kappingin millum tey og
glastornið hjá Tróndi, hevði
ørkymlað meira enn tað hevði
virka væl. Jóna Rasmussen,
Finnleif Mortensen og Eyðun
DalChristiansen, Heðin Ferjá
Heldarskarð, Jógvan Horn
hava myndað nakað, sum
sipar til fimleik – vimplar,
stíliseraðar menniskjaskap
og annað. Brandur Patursson
hevur gjørt eina veru við
óvanliga
longum
limum,
sum strekkja seg fram við
jørðini – ikki so galið, men
eitt sindur navnleys. Eitt
hugtakandi uppskot haldi eg
er tað hjá Magnusi Petersen
og grótvirkinum í Skopun
– ein basaltkúla, sum flýtur!
Bara haldi eg at formurin
ella ílatið, sum kúlan skal
flóta í, er klombrut og dregur
kúluna niður. Hon sipar ikki
beinleiðis til ítrótt, men
tað er heldur ikki neyðugt
vildi eg hildið. Eli Smith og
Jákup Eli á Lava hava gjørt
eitt uppskot við trimum
risasiluettum í stáli, og upp
skotið hjá Gianfranco Nonne,
italska vágbinginum, er einir
grønir gangandi føtur – ikki
óeffið og nakað áhugaverdari
enn kvinnan, sum vaskar fisk
við Skeiva pakkhús.
Nógv umrødda uppskotið
hjá Bjørn Nørgaard sær
áhugavert út. Men. Hann
hevur ikki nógv skil fyri
tilfari, tá ið hann skrivar,
at
tær
báðar
súlurnar,
sum eru høvuðspartarnir í
standmyndini, skulu setast
saman av 18 granitfláum í
ymsum litum – ein flá úr
hvørjari oyggj. Í Føroyum.
Granitt?
Harafturat
er
tað merkisvert, at Bjørn
Nørgaard, sum er kongiligur
hovgobelinskapari,
har
allir møguligir landspartar
í ríkinum eru avmyndaðir
uttan
Føroyar,
at
hann
myndar føroysku konuna
við tjaldurshøvdi og føroyska
mannin við veðrahøvdi. Tað
speisemið dugir Edward Fuglø
nógv betur, og hjá honum
rakar tað, har tað skal. Men
kgl. hovlistamaðurin Bjørn
Nørgaard háðar føroyingar,
tá hann lýsir teir sum
menniskjaligar verur, sum
hava veðra ella tjaldurshøvd.
Við øðrum orðum føroyingar
ella í minsta lagi ítróttarfólk
hava seyða og fuglaheilar
– ella okkurt tann vegin. Eg
skilji inniliga væl, at hetta
verkið var sáldað frá – so
kann Bjørn Nørgaard vera
so
altjóða
viðurkendur
sum vera vil. Tað er ikki
eitt argument fyri at velja
hansara uppskot, tá eitt so
einfalt sum kunnleikin um
tilfarið er avmarkaður.
Guðrið
Poulsen
hevur
gjørt eitt uppskot, sum eitur
Himmalspegilin, og tað er
beint mótsett tí hjá Ole
Wich. Hennara larmar ikki,
tað er friðarligt, heldur seg
niðri á jørðini, men sendir
ljós upp í loft og liggur í
túninum. Hon ger av við
beton og asfaltyvirflatarnar
í økinum, brýtur flottu, men
strongu arkitektformarnar
í
trapputornunum
við
handgjørdum flísum. Hon
ger benkur, sum eru lagdir
við flísum, og sum eisini fara
at hava henda handgjørda
dámin. Sum heildin er lýst
minnir hon um hugskotið í
bonkunum hjá Antonio Gaudi
á terassuni í Güelparkini í
Barcelona. Men Guðrið er,
tíbetur eftir mínum tykki,
ikki so sleingjandi dekorativ
sum hann. Hennara snið eru
strammari, greiðari og er ikki
ovbyrjað. Guðrið Poulsen
hevur gjørt eitt intelligent
uppskot til standmynd uttan
fyri Fimi. Tað fer at bjóða
fólki av, sum hava ørindi
í Fimi ella bara ganga um
plássið. Vónandi fer tað at
gera vart við seg í visuella
ganginum í Gundadali.
PS: Tað kundi verið nógv
betur skilað til framsýningina
á staðnum – plakat í durin
og okkurt sum vísti oman
gjøgnum trappurnar, á røttu
hurðina o.s.fr.
Fimisprýði – millum óljóð og list