mikudagur 22. desember 2010síða 37
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
Sosialurin
Nøvn
Eg vil hervið skriva um foreldur okkara, sum
søgdu okkum farvæl, tað bleiv innan fyri
sama ár, ja bert 9 mánaðir í millum tey. Fyrst
í februar, og so nú í november, hvør skuldi
vantað tað, at tað bleiv so stutt tíð ímillum.
Hjá okkum virkar tað so tómligt at hava mist
tey bæði í sama ári.
Mamma og Pápi komu saman á einari
ólavsøku. Tey gingu nøkur ár saman, áðrenn
tey giftust. Tey ætlaðu at giftast, men tað
mátti bíða, tí pápi fekk tuberklar og fór á
gamla hospitalið í Havn at liggja. Hann lá
í heili tvey ár púra stillur á bretti. Tíðina
meðan pápi lá sjúkur, arbeidi mamma á
Sjómansheiminum í Havn, hon vitjaði pápa
hvønn dag hesi árini. Mamma var eina tíð hjá
Gudmund Isfelt og hjálpti konu hansara við
børnunum. Eg havi hoyrt, at kona Gudmund
var ógvuliga góð við mammu. Tað var helst tí,
at mamma vildi hava ordan í tingunum.
Tá pápi bleiv frískur og kundi sleppa
heim, mátti hann fara at læra seg at ganga.
Mamma og pápi giftust 24. januar 1952. Tey
búðu fyrst á Oyrarbakka, men so helt pápi, at
tey skuldu flyta til Haraldssundar. Mammu
dámdi væl á Oyrarbakka, men tá hon helt,
at pápi vildi flyta norður til Haraldssundar,
so skuldi hon ikki siga nei. Tey fluttu so til
Haraldssundar í 1955, tey fingu 4 børn, eina
dóttur og 3 dreingir, tey búðu inni hjá abba og
ommu. Abbi røktaði Fyri Uttan á Skarið. Tá
abbi eldist, bað hann pápa røkta. Hann hevði
gott skil fyri seyði, og kendi væl seyð,
Telefonstøðin var inni hjá okkum, og tað
var mamma sum tók sær av henni og gekk út
til húsini við telfonboðum og telegrammum.
Seinni kom telefon í hvørt hús, og tá slapp
hon frá at ganga við telefonboðum, tí tá
kundi hon stilla um til hvønn einstakan.
Í 70'unum fór pápi at sigla við ferguni, sum
fekk navnið Sundafergan, sum sigldi millum
Selatrað og Hvalvík fleiri túrar um dagin við
fólki og bilum. Beiggjarnir hjá honum høvdu
saman við øðrum keypt ferguna í 1969. Jú
pápi kendi nógv fólk, og so visti hann eisini
nógv um slekt.
Her kundi eg sagt nógv um okkara góðu
foreldur, men verður hetta ov drúgvt, so
her ein lítil partur av tí, eg havi at siga.
Mamma fekk 85 ár, og pápi tey 88 árini her á
fold. Tey góðu okkum systkinum ein góðan
uppvøkstur. Vit fingu at vita um okkara
Harra Jesus Kristus. Tey høvdu okkum við í
kirkju. Nú vita vit hvør stendur okkum næst,
tað er okkara styrki at hava Harran, nú tá tey
eru farin.
Seinastu árini búðu tey á Norðoyar
Røktarheimi Niðrstovu. Mamma kom hagar
í 2006, og í 2007 slapp pápi eisini inn har.
Mamma var so mikið sjúk, at hon hevði
trupult við at tosa hart. Eg haldi, at tað var
henni ein stórur tryggleiki, tá ið pápi eisini
kom at búgva har.
At enda vilja vit fýra børnini takka
teimum sum arbeiða í Niðurstovu fyri ta
tíðina, foreldrini vóru har. Tit hava veruliga
veitt foreldrunum okkara eina góða hjálp. Vit
takka ógloymandi løtur, tá ið vit hava vitjað
í Niðurstovu, har mamma og pápi fingu eitt
virðuligt lívs kvøld.
Skriv dig, Jesus på mit hjerte,
du min konge og min Gud!
at ej lyst, ej heller smerte
deg formår at slette ud!
Denne indskrift på mig sæt :
Jesus udaf Nazaret,
den krosfæsted, er min ære
og min salighed skal være !
Friður verður við minninum um foreldur
okkara,
Andrass Jacobsen
Minningarorð um okkaru kæru foreldur
Erikku fødd 28. november 1924, deyð 7. februar 2010
Simon Jacobsen føddur 14. mars 1922, deyður 3. november, 2010
Tórur var skúlatænari hjá Tórshavnar Kvøld-
og Ung dómsskúla/Listaskúla og Tórshavnar
Musikkskúla í meira enn 25 ár. Eisini var
hann lærari í steinslíping, horn–, bein- og
silvurarbeiði í umleið 18 ár.
Kvøldskúlin helt til í 33 ymiskum
bygningum í komm ununi og Musikkskúlin
í tveim um, so tað var víða um at fara hjá
Tóra. Hann skuldi síggja til, at alt var í
góðum standi, tá ið skúlin byrjaði, og tá ið
skúlin endaði – ofta seint á kvøldi – skuldi
alt verða læst, og ljósið sløkt. Hetta arbeiði
gjørdi hann fyri myndarliga væl við stór ari
ábyrgd. Tá onkur trupul leiki kundi verða,
var hann kvikur at finna loysnir, so alt aftur
kom at rigga. Hann kundi alt, og sjáldan sendi
hann boð eftir fak fólki. Ja, hann var góður og
bíligur fyri skúlan og harvið kommununa.
Sum lærari var Tórur sera nærlagdur og
fakliga sterkur. Alt skuldi gerast gott, sterkt
og prýðiligt. Honum dámdi ikki, tá ið fuskað
varð, og hann hjálpti næmingunum við at
gera lutin nógv betur og prýðiligari, so at
bæði næm ingurin og lærarin blivu nøgdir.
Næmingarnir fingu nógv burturúr. Í 18 ár
hava framsýningar verið av næm ingaarbeiði
hjá Tóra. Tær hava verið framúr vakrar og
hava fingið góð um mæli.
Tey seinastu árini, tá heils an fór at bila,
hevur hann sett við, t.v.s. lært tveir næmingar
at undirvísa – ja, oyst av síni vitan, so skúlin
kundi halda á fram. Hann sá , hvønn veg tað
bar. Hann orkaði ikki meira og mátti lúta fyri
hervi ligu sjúku fríggjadagin 26. november.
Tórur var hestmaður, sonur Signhild –
ættað av Tvøroyri – og Mikkjal í Hesti. Tey
vóru 5 systkin: Petur og Karin búgva í Íslandi,
Minna býr í Keypmannahavn, og Katrina,
sum býr á Tvøroyri.
Tórur var giftur við Ingu, og børnini eru Jón,
Walter, Ankey og Sóley. Abbabørnini eru 11, og
langabbabørnini eru 5. Tórur var barnavinur,
var góður við tey øll og tosaði nógv um tey.
Hevði tey ofta úti á trøðni, har hann hevði
seyð og gæs. Náttúr una dámdi honum væl.
Sat mang an og eygleiddi og teknaði. Síðani fór
hann heim at telgja og evna tað til, sum hann
hevði teknað. Hann var meist ari til at fáa lív í
alt, sum hann gjørdi.
Nógvir eru teir lutir, sum hann hevur givið
til vinir og kenningar. Eisini hevur hann selt
nakað, tá onkur hevur biðið hann um tað.
Tórur reyp aði ongantíð av tí , hann sjálvur
gjørdi, tá var hann lítillátin, men ein sannur
lista maður.
Tórur kom til Havnar bert 15 ára gam al,
lærdi til timburmann, hjálpti til á Sjó mans-
heiminum og var til skips millum annað í
Grøn landi við Borgini - skipari var Torvald
Hjelm. Hann arbeiddi eisini á grótvirkinum,
har hann var tiltikin fyri at gera vakrar lutir
og at hava gott hug flog. Millum annað gjørdi
hann royki borðið, sum stendur í sa longini
um borð á konga skip inum. Her hevur hann
høgt føroya kort ið í steinplátuna og høgt
hvalir allan vegin rundanum. Sera prýðiligt
handverk. Minn ings varðan á Fløtuni Fríðu
suðuri í Vági hevur hann somu leiðis gjørt og
laðað rund an um hann. Eisini kann nevn ast,
at hann hevur gjørt vind eyga karm arnar á
Lands sjúkra húsinum og mangt steypi.
Einaferð Tórur arbeiddi sum timburmaður,
var hann fyri óhappi. Hann datt nógv ar
metrar niður og fekk álvars lig an skaða. Tá
hann var so fræg ur, at hann kundi fara í
holt við okk urt lætt ari arbeiði, var hann so
heppin, at Sheila Arn skov bjóðaði sær til at
hjálpa honum at finna eitt læru pláss í Keyp-
manna havn. Hann skuldi læra til silvur smið.
Her fekk hann um mæli sum sera dugna ligur
við góðum skapandi evnum. Tórur gloymdi
ongan tíð Sheilu Arn skov fyri hennara stóru
hjálp, og tos aði mangan um hana.
Hetta gjørdi eisini, at hann fór at undirvísa
og fekk dirvi til at byrja aftur at brúka sínar
góðu gávur. Hann fekk seinni prógv sum
undir vísari.
Tórur kundi vera bersøgin og dámdi væl at
skemtast. Men honum dámdi ikki, tá onkur
sá niður á og tosaði spillandi um nakran.
Hann vardi altíð tey veiku. Tórur var sterkur
í trúnni og læs nógv í skriftini. Hann var
góður við allar kirjur og samkomur, og sat
hann mangan millum áhoyrararnar.
Tórur bleiv borin úr Havn ar Kirkju 30.
november við sanginum: Jesus til vár sálar-
gagn.
Vit hugsa um tykkum, sum sakna.
Skúlin/leiðsla, lærarar og næmingar siga
Tóra stóra takk fyri alt og lýsa frið yvir góða
vin okkara Tóra Natte stad, í vónini um at
hittast aftur.
Poli
Minningarorð um
Tór Nattestad – Tór í Hesti
f. 28. august 1932 – d. 26. november 2010