mikudagur 22. desember 2010síða 51
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
51
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 22. des. 2010 · Nr. 175
leggja á Nólsoyarfjørð og at royna
at sleppa inn á Havnina. Skipið
fór tískil beinleiðis til sjós og tók
Christian við sær. Hann hevði
ongantíð verið uttanlands og var
ikki fegin um, at tað ikki bar til
at geva boð til hansara húski um
hesa
uttanlandsferðina.
Skipið
skuldi fyrst til Skotlands, og hagar
var hann noyddur at fylgja við. Tá
komið var til Rothesay á Isle of Bute
í útsynnings Skotlandi, fingu teir at
vita, at fyrsta skip til Føroya skuldi
fara nakrar dagar seinni.
Slapp at síggja
sporvogn fyrstu ferð
Dagin fyri, at farast skuldi, varð
Christian sendur til Leith saman við
einum yvirmanni, sum fekk boð um
at syrgja fyri at fáa ferðamannin
væl og virðiliga umborð á skipið til
Føroya. Á ferðini frá Greenock yvir
Edinburg til Leith fekk Christian
høvi til at síggja nøkur av nútíðar
uppfinnilsum, sum sporvognar,
tok, háhús og nógv annað. Og tað
sást eisini á andlitinum á honum,
hvussu bilsin hann var.
Men mest hugtók tað Christian
tó at síggja tann stóra skotska
hestin. Í Føroyum kendi hann bert
tann lítla føroyska hestin, sum
ikki var stórt størri enn ein stórur
danskur hundur.
Christian kom heim í øllum
góðum og kundi greiða frá øllum,
hann hevði upplivað.
Og hann fekk mangan høvi at
minnast aftur á hesa hending um
borð á “Dagmar”, tá skipið seinni
kom á Havnina, og hann kom um
borð sum “karantænebetjent”, eitt
starv sum hann hevði í nógv ár.
Varð ”loftaður” á floti
Henda søgan er kend í ættini, sum
hevur hetta ískoytið:
Christian var sjálvur annar á
floti við snøri, tá ið fregattin kom
inn í Nólsoyarfjørð. Teir løgdu
at bátinum, og kommandørurin
ynskti loðs til Vestmanna. Christi
an fór sum hann stóð. Hin maður
in róði inn til Havnar og gav boð
um, at Christian var farin til Vest
manna. Men tá ið teir komu inn
í Vestmannasund, var so nógvur
mjørki, at kommandørurin hættaði
sær ikki víðari; men valdi at sigla til
Glasgow í Skotlandi, har hann hevði
onkra umráðandi avtalu. Loðsurin
mátti fylgja við, uttan at tað bar til
at geva boð frá sær.
Í Skotlandi var hann til hann
slapp heim aftur við Lyru. Hann
var enn í somu útróðrarklæðum.
Tá høvdu tey heima verið bangin
um hann.
Til minnis um ferðina fekk hann
innrammaðu myndirnar av korvett
ini ”Dagmar” og av sær sjálvum á
dekkinum.
Eisini hevði Christian seinni
javnan vitjan av yvirmonnum á
“Dagmar.” Kristian greiðir frá, at
ein av hesum gestum, yvirmaðurin
Broberg, gjørdist nærum heimsgitin,
tá ið hann ein av fyrstu døgunum
undir 1. heimsbardaga, bað donsku
myndugleikarnar um loyvi til at
skjóta eftir einum týskum herskipi,
sum var komið inn um danskt
sjómark við Saltholm í Oyrasundi.
Hann gjørdi hetta fyri at bjarga
manningini á einum bretskum
kavbáti, sum var strandaður har, og
sum týskarar gjørdu seg inn á.
Broberg legði seg við sínum
skipi ímillum, og bað um loyvi til
at skjóta. Men hetta var noktað
honum av hægri myndigleikum.
Kristian heldur, at um Broberg
hevði fingið loyvi til at skjóta,
hevði tað í hvussu er kunnað skapt
virðing fyri Danmark fyri at vilja
verja sítt sjóøki.
Um Christian
Christian giftist sum nevnt inn í
Ólastovu í Havn við Anne Marie
Christine Danielsdatter.
Christian í Ólastovu lívbjargaði
sær við útróðri og fyrifallandi
arbeiði her í Havn. Men frá einaferð
í 1860unum fer hann at føra
skipini hjá Skibstedhandlinum.
Við jaktunum førir hann ymsar
vørur út til úthandlarnir, og hann
førir fisk og aðrar innkeyptar
vørur aftur til Havnar. Hann var tí
sera væl kendur við sigling millum
oyggjarnar. Hann verður nevndur
“Skibsfører”
í
fólkateljingunum
frá 1870. Prógv sum “Sætteskipper”
fekk hann í 1893, 59 ára gamal.
Hann ognaði sær fitt av jørð,
traðir í Havn, umframt umleið tvær
merkur í Vestmanna og Tjørnuvík,
sum hann fekk við arvi.
Anna Maria var slektað av
Válinum. Fólkið í teimum ymisku
bygdunum kendu Christian væl og
høvdu so stórt álit á honum, at tey
lótu hann gera ymisk ørindi fyri seg.
Til dømis lótu tey honum pengar at
seta inn, og tey lótu honum spari
kassabøkurnar í varðveitslu.
Tveir yngri brøður hansara Hans
Andreas á Vertshúsinum og Jens
Christian sigldu úti í verðini. Jens
Christian búði í USA meginpartin
av lívinum og kom sum gamal heim
til Føroya, og her doyði hann. Tískil
er hann jarðaður undir Svínaryggi.
Hans Andrias fekk
løgmann til son
Anna Maria og Kristian fingu bert
ein son, sum var Hans Andrias
Djurhuus, vanliga nevndur Dia
í Ólastovu (18691949). Hann var
giftist við Ellen Cathrine Larsen,
(18691937), úr Gjørðum í Porkeri.
Hans
Andreas
var
avlærdur
timburmaður og var ímillum teir,
sum smíðaðu bakarahandilin hjá
Frants Restorff og Sanatoriið í
Hoydølum. Í fleiri ár var hann
vitapassari á Skansanum og løg
tingsmaður 191018. Eisini legði
hann eins og faðirin traðir inn.
Hann hevði so mikið av jørð, at tey
høvdu tvær kýr í Ólastovu.
Skrínið av burturgingna
bátinum bjargaði
tjørnuvíkingum
Dia hevði ringa sjóeydnu. Tað
komst av eini ferð, tá ið hann hevði
verið í grind. Stór grind var deyð í
Miðvági (540 hvalir) Ólavsøkudag
1895. Teir høvdu verið sjey mans har
vesturi við einum áttamannafari og
róðu nú aftur til Havnar við nítjan
skinnum av grind umborð. Komnir
út fyri Sveipini millum Kirkjubønes
og Glyvursnes tók báturin sjógv inn
og fór síðani runt. Tað eydnaðist
teimum at koma upp á kjøl, og róku
teir nú út við eystfallinum. Tað róðu
fleiri bátar fram við uttan at bera
eyga við teir, inntil ein hoyvíksbátur
við millum øðrum Johan Simonsen
sá teir og tók teir upp. Tá vóru teir
bert tveir eftir, Dia og Niels á Bakka
(Niels Debes). Teir, sum sjólótust,
vóru Ludvig Thomsen, C. P. Ziska,
Jacob Jacobsen (Jáku á Mýrini),
Poul Johannes Poulsen (á Kletti)
og Janus Hansen (á Bakka). Hendan
hendingin tók Dia so fast, at hann
neyvan fór í bát aftur.
Báturin og alt, sum var umborð
á bátinum, bleiv burtur. Seks
vikur seinri vóru tjørnuvíkingar á
útróðri á Norðhavinum. Knappliga
kom mjørki á teir. Stilli var, so teir
høvdu einki at miða seg eftir, og teir
gjørdu av at bíða, til tað lætti aftur.
Meðan teir bíða, kemur okkurt
rekandi fram við, og tað vísir seg
at vera útróðrarskrínið hjá Dia við
kumpassini í. Við henni kundu teir
so rógva inn aftur. Kistan kom so
aftur í Ólastovu og er til enn.
Sonurin gjørdist løgmaður
Synir Hans Andreas vóru Kristian,
føddur 1895, giftur við Onnu
Margrethe Nielsen fødd 1893 í
Heiðunum, Johan føddur 1897,
sum doyði ógiftur 21 ára gamal
og Johannes Martin (Martin í
Ólastovu) føddur 1900, giftur við
Edel Kristine Mortensen, fødd 1907
á Tvøroyri.
Kristian og Margretha giftust inn
í Ólastovu. Tey fingu synirnar Johan
Frits, seinni virdur skrivstovustjóri í
landsstýrinum, Hans Andreas, sum
virkaði í danska uttanríkisráðnum,
Erling og Ejler.
Hugin til at dyrka úr nýggjum
tók hann við til Suðuroyar, har
hann legði stórar traðir inn.
Martin í Ólastovu, postmeistarin,
hevði eisini stóran áhuga fyri
traðarbrúkinum og var formaður
í Traðarmannafelagnum í Havn í
fleiri ár. Fyri Traðarmannafelagið
sat hann í Jarðarráðnum. Hann
legði sær stóra trøð inn úti í
Vikanum í Havnardali.
Í 1963 varð Ólastova seld til
Tryggingarsambandið
Føroyar.
Tryggingarsambandið lat Ólastovu
til Føroya Fornminnisfelag, sum
hevur umvælt bæði uttan og innan
til prýðis fyri havnarlagið.
Dia á Ólastrovu, pápi
Kristian Djurhuus
Fyrsta landsstýrið 1948-1950. Standandi Kristian Djurhuus tv.
Og Jóan Petur Davidsen. Sitandi Andrass Samuelsen og Louis Zachariassen
Í komandi parti, sum verður
um 14 dagar vegna jólini,
kemur fyrsti partur av
frásøgnini hjá Kristian og
hjá Ejler
Myndin av Dagmar,
sum Christian fekk til
minnis um ferðina