Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 50

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 50 Miðvikan Mikudagur 22. des. 2010 · Nr. 175 1. partur K ristian Djurhuus var fyrst landsstýrismaður 1948-1950. Hann gjørdist løgmaður 1950-58, síðan varaløgmaður hjá Petur Mohr Dam 1959-1963. Hann gjørdist aftur varaløgmaður hjá Dam í 1967, og tá ið Dam doyði í 1968 gjørdist Kristian aftur løgmaður til 1971. Hann var annars fyrstu ferð valdur á ting í 1932. Hann kom tískil at merkja føroyskan politikk í 40 ár. Grundarlagið fyri hesa røðina er mest higartil ókent tilfar. Kristian gjørdi nógv við at skriva ævisøgu sína niður. Hann náddi at skriva ikki færri enn knappar 2.300 maskinskrivaðar síður. Hetta tilfar er í varðveitslu hjá abbasoninum Høgna Djurhuus. Tað verður tó bert ein lítil partur av hesum tilfari við í hesi frásøgn. Eg havi fingið atgongd til tað, sum Kristian skrivar um sín barndóm og ungdóm. Men tað er sera áhugavert at lesa lýsingina hjá Kristian av sínum barndómi og ungdómi í Havn. Hann er føddur í 1895 og minnist tíðina um aldaskiftið. Kristian er 10 ár yngri enn Petur Alberg, hvørs dagbók beint er komin út. Men Kristian lýsir sína tíð á eitt sindur øðrvísi hátt. Hann hevur rættuliga nógv við, sum neyvan hevur verið á prenti fyrr. Havi eisini tosað við Ejler Djur- huus, son Kristian. Hann greiðir nakað frá pápanum, men hann greiðir eisini frá síni egnu tíð, eisini sum sýslumaður í meira enn 40 ár. Millum annað hevur hann áhuga- verda frásøgn um flogvanlukkuna á Trongisvágsfirði í 1954 og um ein ógvisligan skottilburð um somu tíð. Seinni fara vit at hava frásøgn hjá Johan Restorff Jacobsen, sum arbeiddi saman við Kristian Djurhuus hansara fyrstu tíð sum løgmaður. Hetta er tískil áhugavert søguligt tilfar. Fyrst eitt sindur um Ólastovu Ólastova er eitt av teimum gomlu húsunum í Havnini, sum bera mansnavn við stovuheitinum afturat. Hon stóð fyrr eitt sindur burturgoymd aftanfyri húsini á økinum, men tá tær seinastu havnabyggingarnar vóru framd- ar, og neyst, pakkhús og aðrir bygningar vórðu tiknir niður, kom Ólastova at standa í fremsta rað á Kongabrúnni, lítil og eitt sindur kroyst svarttjørað ímillum miðfyrisitingin hjá Tryggingar- sambandinum og Stefansons hús. Tað var kaldbaksmaðurin og timburmaðurin Daniel Pedersen, føddur í 1789 slektaður av Sól- gørðum, sum í 1825 keypti eina grót- húsgrund og bygdi sær hús á hesa. Hann flutti eini hús og setti hana á hesa grund. 25. november 1830 giftust Daniel Pedersen og Johanna Johannesdatter í Kaldbaks kirkju, og tey fluttu inn í hesi hús. Johanna, doypt 19. september 1802, var slektað úr Vestmanna. Sambært dópsbræv hennara datt faðir hennara oman í bjørgunum, meðan mamman gekk við henni, og hon var sostatt fødd faðirleys. Eini barnleys hjún, Óli Hansen úr Sandavági og Anne Marie Joens- datter úr Vestmanna, tóku hana til fosturs. Tey vóru eina tíð uppsitarar á amtmannsgarðinum í Álakeri; men í eldri árum flyta tey inn til fosturdóttrina í Ólastovu. Tað kann eisini vera hesin Óli Hansen, sum hevur givið húsinum navnið. Ein dóttir teirra var Anne Marie Christine, sum giftist við Christian í Áarstovu, og hann gjørdist eftir hetta Christian í Ólastovu. Hann var pápabeiggi teir sokallaðu Áar- stovubrøðurnar, Hans Andrias, Janus og Poul Juel umframt systr- ina Armgarð, mamma Hákun Djur- huus. Pápi teirra var Óli Jákup, beiggi Cristian Søgan er eisini, at Maria fyrst var trúlovað við Hans Andreas á Verts- húsinum, sum sigldi úti í heimi. Petur Alberg skrivar, at áðrenn Christian fór avstað út at sigla, bað hann bróðurin Christian ansa sær eftir gentuni. Væl var ansað, tí tá ið Djurhuus kom aftur vóru Christian og Maria gift! Hetta broytti Føroya søgu, sum nøvnini eisini benda á. Ein abba- sonur teirra varð júst Kristian Djurhuus. Hans Andreas man hava kent seg sviknan, tí hann setti ikki síni bein aftur í Ólastovu. Kristian skrivar annars um ommuna, at hon hevði tænt hjá Pløyen amtmanni. Fekk ókeypis uttanlandaferð Tað finst ein áhugaverd frásøgn um eina serliga uttanlandsferð hjá Christian. Fyrst verður endurgivin frásøgn úr donsku bókini Orlogs- minder, skrivað av E. Wessel, sum kom út í 1926: Í mai 1896 fór korvettin “Dagmar” til Føroya, har skipið skuldi hava støð eina stutta tíð. Tá korvettin var liðug við sína uppgávu í Føroyum, fór hon av Havnini við Christian sum staðkendum fiski- manni umborð. Farast skuldi á Vestmanna, har vatn skuldi takast. Veðrið var támut, og tá komið varð á Vestmanna var toka. Ætlanin var at fara av Vestmanna, tá vatnið var tikið. Christian skuldi setast av á Havnini og síðan skuldi farast avstað. Tá korvettin kom út av Vestmanna, gjørdist mjørkin so tjúkkur, at tað vildi verið óráð at Kristian Djurhuus: Søgan um ein løgmann og hansara ætt Tað er ikki nógv skrivað um søguna hjá Kristian Djurhuus, sum var Føroya løgmaður í 10 ár og landsstýrismaður í onnur 8 ár. Men nú fara vit undir eina røð við hansara søgu Ólastova er svarta húsið við flagtaki mitt á myndini Christian í Ólastovu á dekkinum á Dagmar, sum burturflutti hann