Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 49

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

49 Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175 Sosialurin Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum á ymiskan hátt vóru við til at gera brúdleypsdag okkara tann 24.07. 2010 so minnisríkan og góðan. Takk fyri gávur, blómur, heilsanir og hjálp á okkara stóra degi. Eisini vilja vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Arnbjørg og John Eg og foreldur míni takka hjartaliga øllum tykkum, sum gleddu meg á konfirmatións­ degnum 10.10.10. gleðilig jól og gott nýggjár. Blíðar heilsanir Hildur Horn Góði fitti Sverri Hjartaliga tillukku við 16 ára føðingardegnum, sum er 21. des. Flottur sum altíð, eisini í troyggju. Jesus pápi signi lívsleiv tína. Tey allar bestu ynski frá okkum her norðuri Heilsanir Góði fitti Dan Eyðun Hjartaliga tillukku við 8 ára degnum 18. des. Katarina og Karsten lata heilsa. Vit elska teg. Alt tað besta. Ynski Sanna Tøkk Vit vilja takka øllum tykkum, ið gjørdi gullbrúdleypsdag okkara tann 23. juli 2010 so góðan og minnisríkan. Takk fyri gávur og heilsanir og tøkk til tykkum mongu, sum hjálptu til, á ymiskan hátt. Ein serstøk tøkk til Streingjakórið, sum vakti okkum við sangi og Klaksvíkar hornakestur, sum byrjaðu veistluna í KFUM&K við góðum tónum. Eisini vilja vit ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nýggjár. Hergerð og Eiler, Klaksvík Tøkk Vit vilja fegin takka øllum tykkum, sum vóru við til at gera okkara brúdleypsdag tann 14. aug. 2010, so góðan og ógloymandi. Eisini stóra tøkk til øll tykkum, sum á ymiskan hátt hjálptu til. Somuleiðis vilja vit eisini nýta høvi at ynskja familju, vinum og kenningum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Jana og Signar Djurhuus Tøkk Vit vilja takka øllum tykkum, ið gjørdu hjúnabandsdegin hjá okkum tann 10. juli 2010 so góðan og minnisríkan. Takk fyri gávur og heilsanir og tøkk til tykkum mongu, sum hjálptu til á ymiskan hátt. Tykkum øllum verður ynskt eini gleðilig jól og eitt av Harrans signað nýggjár. Svanna og Jógvan Ingi 30 ár ;) Hjartaliga tillukku við piparinum ;) Nú mugu damurnar passa uppá í býnum um jólini. nú man byrjar at blíva desporat ;)