mikudagur 22. desember 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 175 · jólini 2010
2
blaðið
Jólini hava fleiri andlit. Fittastu andlitini eru
strálandi andlit barnanna. Tá gleðin og spentleikin
gera, at tey eru um at fara úr sínum góða skinni.
Andlitið broytist tó mangan, tá tey seinni,
útkoyrd av alt ov nógvum søtmeti og uppbygdum
spenningi til forloysandi løtuna, tá pappírið
endiliga kann skræðast av, koppa yvir í møði.
Eitt annað andlit á jólum er tað á mammuni,
sum so fegin vil náa alt. Tíðin strekkir ikki bæði
til at arbeiða fulla tíð, baka, vaska, klippa, vitja
jólatiltøk, keypa gávur og lesa søgur, hvussu
fegin man enn vil. Men alt verður sett í eitt hægri
gear í ein mánað, og mammurnar bíta tennirnar
saman, fyri at fáa tann rætta hugnan heima. Tí eru
mammuandlitini mangan móð á jólum.
Jólini koma eisini til teirra, sum bera sorg, og
sum eru í iva um, hvussu tann stóra jólagleðin skal
taklast mitt í sorgini. Kann man tilláta sær at syrgja
og oyðileggja jólagleðina hjá hinum? Ella øvugt,
um jólagleðin vísir seg mitt í sorgini, eigur man
so at hava ringa samvitsku, tí man heldur átti at
syrgt? Jólini hava eisini eitt sorgarbundið andlit.
Óansæð hvat andlit jólini vísa okkum í ár, so
fevna tey á onkran hátt um okkum øll. Tey, ið hava
mist arbeiðið óforvarandi og tey, ið klíva høgt á
karrierutindinum. Tey gomlu og tey nýføddu. Tey,
ið hava nógv og tey, ið hava lítið. Øll verða vit á
onkran hátt drigin við í stóru mylluna, sum jólini
eru.
– Jólini eru ein illusjón um tað perfekta, og eru í
veruleikanum merkt av strongd, skeldi og grátandi
børnum, verður onkuntíð sagt.
Men vónandi geva vit okkum tó eisini far um,
at jólini, umframt øll hini ymsu andlitini, eisini
eiga eitt friðsælt andlit. Vónandi minnast vit,
at tað onkuntíð er upp til okkum sjálvi at finna
friðsæluna. At tann vakrasti parturin av jólunum
ikki vísir seg, um vit ikki geva okkum sjálvum
stundir, umstøður og loyvi at varnast hann.
4 Sorgin nívir á jólum
Samrøða við fimm ungfólk, Sum hava miSt
8 Hugna Sær í geglinum
11 Jólagávur í SeinaStu løtu - tipS
12 gJørdiSt bilSin av at verða Settur frá
Samrøða við allan Skaalum
16 Jólini undir krígnum
Samrøða við Poul SørenSen og hannufíu næSS
18 oddvør er PiParkøkukona á Jólum
vøkur PiParkøkuhúS
20 HalgiSøgan um eiturkoPPin og jeSuSbarnið
22 SukurSJokk og SJóðHeitur grátur
um børn, jól og Sukur
23 Jólayrking og Stuttlig Sitat um jólini
24 tereSa á kontórinum hjá jólamanninum
26 vakrar og Stuttligar gávur
28 tey fara at kenna meg aftur - Samrøða
við jóan Símum edmundSSon í newcaStle
30 kendir føroyingar í jólahýri
31 mín jólaSangur
jólavikuskifti
22. desember 2010
útgevari: Sp/f Sosialurin
post@sosialurin.fo
redaktørur:
eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
blaðfólk:
inna tørnroos
Jan müller
randi Jacobsen
Snorri brend
tróndur arge
uni arge
eydna Skaale
myndamenn:
álvur Haraldsen
Jens kristian vang
lýsingar:
marknaðardeildin
umbróting:
grafikska deild, Sosialurin
Prent:
prentmiðstøðin
Permumynd:
álvur Haraldsen
mongu andlitini
á jólum
Innihaldsyvirlit
Eydna Skaale
redaktørur