Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-02-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2002síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 36 - 21. februar 2002 Tvingsilssøla Hósdagin, 14. mars 2002, kl. 900 verður á Dómaraskrivstovuni, C. Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn, hildin tvingsilssøla yvir ogn- ina matr. nr. 121 Hval- ba (AS 2–44/2001). Talan er um sethúsa- ogn sum liggur í Hvalba. Grundstykkið er sambært tingbók- ini stórt 843 m2. Húsini eru sambært tryggingarskjalinum uml. 59 m2 í einari hædd við lofti og eru inrættað soleiðis: Stovuhædd: Gongd við trappu uppá loft, 1 wc við brúsu, køkur, stova, 2 kømur og 1 klædna- rúm. Loft: Gongd við skápum undir vaðingini og 1 endakamar. Á grundøkinum er eisini ein hjallur og eitt úthús. Viðmerkjast skal, at húsini eru í sera vána- ligum standi. Víst verður annars til tvingsilssøluuppstil- lingina,harundir skrá- setingarrnotat, sum er gjørt í samband við tvingsilssøluna. Tvingsilssølan er um- biðin av Jógvan E. Ellefsen, adv.,Yviri við Strond 4, 100 Tórs- havn, tlf. 311260 (sak nr. 4389101), sum kann geva upplýsing- ar um ognina og sum nærri avtala kann gerast við, um ynski er at síggja ognina. Tvingsilssøluuppgerð kann umbiðjast hjá nevnda advokati ella hyggjast ígjøgnum á Dómaraskrivstovuni. tann 18/2–2002 Føroya Fútarættur á Høgabóli · Tlf. 447604 Niels Finsensgøta 18 · Box 1094 · FO-110 Tórshavn · Tlf. 314930 · Fax 314933 Ger kvettið!!! Hesa og næstu viku hava vit tær sera góðu ScanPan pannurnar uppá tilboð. Tú kanst steikja feittfrítt og nýta stálreiðskap. Tær eru lættar at reingera og kunnu fara í ovnin upp til 260° Fyrr Nú 24 cm 375,- 248,- 28 cm 428,- 278,- 32 cm 560,- 328,- AVMARKAÐ NØGD Skundi tykkum Manhattan PUB & CAFÉ Manhattan PUB & CAFÉ Sverrisgøta • Tórshavn Tel 31 96 96 Dugnaligt fólk søkist til Manhattan at arbeiða í vikuskiftunum. Umsøkjarar við royndum hava fyrimun Løn sambart avtalu Barrvørður søkist Lýsið við brúktum bilum www.sosialurin.fo www.sosia www.sosialurin.fo www.sosia www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo Sosialurin Tíðindi Ítróttur Viðmerkingar Nøvn Skráir Tiltøk Sosialurin Lýsingar Bilar Veðrið Samstarvið millum Opel og Renault innan vøruvognar hevur nú fleiri ár á bakið, men fyrst nú síggja vit bilarnar her um okkara leiðir. Fyrst vóru tað Opel Movano og Renault Master, ið teir sam- starvaðu um. Nú komu so Opel Vivaro og Renault Trafic eisini á marknaðin BILAR Magnus Gunnarsson Opel Vivaro verða saman við Renault Trafic fram- leiddir á eini fyrrverandi Vauxhall bilverksmiðju í Luton í Onglandi. Henda verkætlan er ivaleyst ein størri nýggjheit hjá Opel enn hjá Renault, sum hava havt vøruvognar í síni vøruskrá í mong ár. Opel hava ikki havt størri vøru- vognar síðan Opel Blitz, sum vit minnast frá fimmti og sekstiárunum. Fleiri dieselmotorar Hetta samstarvið gevur eisini Opel atgongd til teir framkomnu turbodiesel motorarnar hjá Renault við beinleiðis commonrail inn- spræning. Vivaro fæst við dieselmotorum við 82 og 100 hk. Eisini kemur ein 2.0 litur bensinmotori við 120 hk. og ein 2.5 litur turbodiesel við 133 hk. Eykaútgerð sum í Omega Nógv er gjørt burturúr trygdini á Opel Vivaro, ið hevur skivubremsur við øll fýra hjólini, ABS bremsu- skipan við bremsukraft- deilara til bakhjólini, airbag til bilføraran og møguleika til airbag til síðumannin. Vivaro kann leverast við somu eykaútgerð sum Opel Omega. Bilurin verður gjørdur við tveimum aksulfrástøðum, har 40 cm eru á muni millum longra og styttra modellið. Sum minibussur Tað at Vivaro eisini fæst sum minibussur, merkist á koyrieginleikunum. Bilurin er sum ein persónbiliur at koyra, samstundis sum hann ber lastina væl. Setrini eru góð at sita, eisini á longri túrum. Gir- stongin, ið er í niðara parti av instrumentborðinum, ger sítt til at bilurin er so lættur at handfara. Sum vørubilur lastar hann 1,2 tons. Nr. 36 • hósdagur • 21. februar 2002 • 76. árg. Opel Vivaro 1.9 DTI Motorurin: 4 syl. 1.9 DTI turbodiesel og 100 hk v. commonrail innspræning Oljunýtsla: 13.5 km/l (blandað koyring) Dekkstødd: 205/65-16 Stødd og vekt (styttra modellið): Longd 478,2 cm Breidd 190,4 cm Hædd 195,9 cm Eginvekt 1900 kg Lastar 1200 kg Kassin 5.3 rúmmetrar Prísur: kr. 205.000,- Søluumboð: P/F Meinhardt Arge við Oyggjarvegin FO-110 Tórshavn Tel. 345400 Opel Vivaro - nýggj generatión av vørubilum frá Opel Kári Hansen, Opel sølumaður hjá Meinhardt Arge, sýnir her fram nýggja Opel Vivaro vørubilin. Bilurin á myndini er útgjørdur við el-pakkanum, ið umfatar t.d. el rútar, sentrallás, el-spegl, viskarar aftan og tokulyktir farmman. El pakkin kostar 10.000 krónur eyka Innan er bilurin sum ein persón- bilur. Girstongin situr sera væl fyri á niðara parti av instrument- borðinum Vivaro verður eisini gjørdur sum minibussur. Bilurin er sum ein persónbilur at koyra og ber vektina væl. Lessihæddin er lág og lætt er at handfara vøru í og úr bilinum C M Y K 17 16