mikudagur 22. desember 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 175 · jólini 2010
14
blaðið
fara undir at seta síni fingramerki
á bygn aðin á Landssjúkrahúsinum.
Sam an við hinum í leiðsluni setti hann
sær fyri at menna leiðslumentanina,
starvsfólkatrivnaðin, búskaparligu
stýr ing ina og viðurskiftini hjá sjúk
ling unum. Ein endamálsorðing varð
gjørd fyri Landssjúkrahúsið, og húsið
fekk eina neyva visión. Visión in var í
trimum og snúði seg um at seta sjúk
ling ar nar, starvsfólkini og sam felag
ið í miðdepilin. Hetta, at øll fingu
felags stevnumið at arbeiða eftir,
held ur Allan Skaalum í dag var eitt
tað týdningarmesta, ið kom burtur úr
stjóra tíðini.
Tá vit fingu orðað stevnumiðini og
kundu skipa arbeiðið eftir tí, lætti tað
beinanvegin um fatanina av, hvussu vit
skuldu raðfesta. Tað var sera gleðiligt,
at vit hildu játtanina í 2009, men hetta
hevði ikki borið til, um ikki øll høvdu
eina felags fatan av, hvør uppgávan var.
Eg haldi, at góða úrs lit ið sást aftur á
starvsfólkunum, tí tey rættu ryggin og
vóru errin. Samanborið við øll onnur
sjúkrahús í ríkinum var tað sjáldsamt
at halda játtan ina, so hetta var eg eisini
sjálvur feg in um. Gleðiligt er í dag at
síggja, at sein asta nøgdsemiskanningin
millum sjúk ling arnar vísir stóra
framgongd saman borið við kanningina,
vit gjør du fyri góðum tveimum árum
síðan. Alt hetta sigur mær, at vit gjørdu
nógv rætt, sigur hann.
Eftir boðini um uppsøgnina fríggja
kvøldið 20. august fóru hann og konan
uttanlands í feriu, eins og tey høvdu
ætlað. Í Turkalandi fylgdi hann við
orðaskiftinum um, hví hann var biðin um
at fara heim, og skjótt sá hann, at fleiri
hildu hetta vera margháttligt og órímiligt.
Hann kundi ikki annað enn vera samdur.
Tá tey bæði so komu heimaftur nakr ar
vikur seinni, frætti hann um undir
skriftirnar frá fleiri enn 400 starvsfólkum
á Landssjúkrahúsinum, ið vildu hava
hann settan aftur í starvið. Hóast hann
væl visti, at hetta neyvan var realistiskt,
fløvaði stuðul in frá starvsfólkunum
almikið.
Tá ein leiðsla sum tann á Lands
sjúkra húsinum tekur avgerðir, er ein
staka stavsfólkið langt frá altíð samt
við henni. Í 2009, tá stór inntriv vórðu
gjørd fyri at halda játtanina, bóru bæði
leiðsla og starvsfólk tungar byrðar,
m.a. tí semjur vórðu gjørdar, ið gingu
teirra fakliga stoltleika nær. At allar
hes ar undirskriftirnar kundu verða
savn aðar saman eftir so stuttari tíð,
hóast Landssjúkrahúsið á mongum
økjum ikki bjóðar starvsfólkunum
nøkt andi arbeiðstreytir, gjørdi meg
ov farn an. Kanska komst stuðulin av,
at eg allatíðina royndi at spæla við
opnum kortum, og at starvsfólkini
kendu grundgevingarnar fyri teimum
skerj ing um, vit máttu gera, sigur Allan
Skaalum.
Lítur framá
Tíð hansara á Landssjúkahúsinum er
nú farin, og síðan hann fór úr stjóra
starvi num, hevur hann havt stundir at
putlast við sovorðið, hann ikki hevði
fing ið frá hondini heima í Gundadali.
Eisini hevur hann havt stundir at vera
við í onkrari spennandi verkætlan.
Sjálv ur heldur hann tó, at ov long
tíð helst ikki má ganga, áðrenn hann
aftur fer í fast starv, og undir sam røðu
ni nevnir hann, at møguleiki er fyri,
at hann skjótt verður aftur at sígg ja í
onkrum áhugaverdum starvi.
Eg haldi ikki, at nógv størv í Før
oyum eru so spennandi sum stjóra
starv ið á Landssjúkrahúsinum, men eg
hevði hugsað meg væl um, áðrenn eg
fór inn í eina politiskt stýrda fyritøku
aftur. Eg havi fingið eina barlast við
mær á Landssjúkrahúsinum, sum er
gull verd, sama um eg fari at ar beiða
hjá tí almenna ella tí privata. Lend ing
in á Landssjúkrahúsinun var hørð, men
eg havi valt at líta framá, og eg vóni, at
starvsfólkini á Lands sjúkrahúsinum fáa
ein góðan stjóra aftan á meg. Eg havi
verið og heilsað uppá, síðan eg gavst,
og eg haldi, at tingini eru avklárað. Eg
misun ni honum ella henni, sum tekur við
eftir meg, og kann bara siga, at Lands
sjúkrahúsið er eitt av bestu arbeiðs
pláss unum í Føroyum, sigur fyrr verandi
stjórin.
Nú framtíðin liggur opin fyri honum,
og tíðin á Lands sjúkra húsi num er eitt
minni um eina farna tíð á lívsleið hansara,
kann hann eins og øll onnur gleða seg
til jólafriðin, ið skjótt fer at leggjast um
landið. Jólini fer hann at halda í heima
í Gundadali.
Vit fara at eta gás úr Syðradali og
dun nu jólaaftan. Fyrsta jóladag plaga vit
at vera saman við brøðrunum hjá konu
míni og teirra familjum hjá ver móð ir
til fleskasteik. Seinastu jól var so góður
kavi, at vit fóru niðan á Kleynisvarða
at skreiða. Vónandi verð ur kavi aftur í
ár, so vit kunnu fáa ein frískligan túr í
kavanum oman á góða jólamatin, sigur
Allan Skaalum.
Fakta
Allan Skaalum, 47 ár.
Giftur við Guðny.
Tey eiga trý børn, 15, 16 og 19 ár.
1991: Cand.Merc. prógv frá CBS í
marknaðarføring og leiðslu
1991-1995: Fulltrúi, Føroya Banki
1995-1997: Búskaparfrøðingur,
Oljufyrisitingin
1997:
Fíggjarleiðari, ALS
1997-1999: Stjóri, ALS
2000-2001: Stjóri, ReproZ
2001-2006: Vinnukundaráðgevi,
Føroya Banki
2006-2010: Sjúkrahússtjóri,
Landssjúkrahúsið
Allan Skaalum, fyrrverandi
stjóri á Landssjúkrahúsinum
Mynd: Jens Kristian Vang