Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175 14 Sosialurin Jólablaðið Handilin HeimDesign í Havn, sum áður helt til í Dr. Jakobsensgøtu, er nú fluttur út í Hornabø. Tað er Jói Winther, sum eigur og rekur handilin, ið hevur spesiali­ serað seg í øllum, sum hevur við dustsúgvarar at gera og selur ymiskt til húsarhaldið. Tað var í 2006 at hann yvirtók grannahandlarnar Heimdesign og Dulamenn í Dr. Jakobsensgøtu. HeimDesign er sostatt ein hand il við nógvum ymiskum hús­ ar haldstólum og øðrum til húsar­ haldið sum t.d. ketlar, kaffi kannur og Rosendahl stell og gløs. Jói sigur, at hann leggur stóran dent á at selja kvalitetsprodukt og at hava skjóta og góða tænastu eins og altíð at kunna hjálpa kund­ anum. Tað er ofta at fólk koma við gomlum dustsúgvarum, har t.d. rør og slangur eru í ringum standi. Í hesum sambandi hevur HeimDesign rør og slangur í stand­ ardstøddum at bjóða kundum sínum eins og dustsúgvaraposar til 500 ymisk sløg av dustsúgvarum. HeimDesign selur eisini dust­ súgvarar. Jói Winther sigur, at hann leggur dent á at selja dustsúgvarar í góðum kvaliteti. Tað hevur eisini stóran týdning, at dustsúgvararnir eru lættir at handfara, serliga her hjá okkum, har fólk búgva í húsum við fleiri hæddum. Jói sigur, at hann hevur lagt til merkis, at handilin mill um fólk verð ur nevndur støvsúgvara­ handilin. Tað er hann væl nøgdur við og bjóðar øllum at vera væl­ komin, um tey hava trupulleikar við dustsúgvaranum ella at keypa ein nýggjan. Vit hava eisini nógv góð jólahugskot, eins og jólafløgan “Hin vænasta rósan er funnin” eisini fæst í handlinum. Adressan hjá HeimDesign í Hornabø er Jákup Dahlsgøta 2 – tel. 281960. HeimDesign er nú í Hornabø Alskyns jóla- gávur frá Nema Nema, sum er Føroya fremsti veitari av skrivstovuútgerð, inn ­ búgvi, teldum, fíggjar stýr ings ­ loysnum og menning av fram­ komnum telduskipanum, hevur handlar fullar av jóla gávu hug­ skotum. Nema hevur handlar í Havn, Saltangará og í Klaksvík. Tað var í 2007 at fyritøkurnar Farodane, Com­Data og ReproZ løgdu saman í Nema­samtakið. Nema leggur dent á kunnleika og tænastu, soleiðis at kundin altíð fær tað besta burturúr. Allir Nema handlarnir hava t.d. fyrstuhjálpina, sum er til reiðar at hjálpa, um okkurt óvæntað hendir. Fyrstahjálpin er mannað við vælútbúnum fólki við ser­ kunnleika innan t.d. Apple, Dell, Canon, Sony og HP. Í hesum døgum eru Nema handl arnir fullir av jólagávu­ hugskotum sum t.d. teldur frá Dell og HP og annars alt frá Apple sum t.d. iMac og iPad eins og smartar fartelefonir frá Apple, Nokia, Samsung, HTC, Sony Eriks son, Vodafone og Black Berry. Eisini iPod av ymiskum sløgum og tilhoyr til teldur. Til undirhalds er nógv ymiskt at fáa sum t.d. Playstation og Nintendo telduspøl. Eisini ein heil røð av Canon myndatólum, videotólum printarum og skann­ arum í øllum príslegum. Flottar Bestlife lampur, gávusett við dispensara og tveimum smáum handkløðum, Kubus stakar og gávubond til jólagávur, og ikki at gloyma Pickwick úrvalskassan við alskyns sløgum av te.