mikudagur 22. desember 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Hesa vikuna hava fimm
skip landað í Sørvági, og
í morgin landa tvey skip
aftr at.
Mánadagin var línu
skip ið Venus inni við
72.000 pundum, sum teir
hava fingið á Íslands
ryggi num.
Vesturleiki
landaði
eisini í Sørvági mána dag
in. Teir partrola saman
við
Sjagakletti,
sum
landaði í Hvalba. Vestur
leiki hevði 110.000 pund,
megin parturin upsi.
Týsdagin
landaðu
trý skip landað í Sørvág.
Vestur túgv an og Grøna
nes, sum partrola, høvdu
135.000 pund tilsamans,
megin parturin upsi, og
garnabáturin
Drelnes
hevði 33.000 pund av hav
tasku, sum er ein góður
garna túrur.
Úr Sørvági frættist,
at seinastu landingarnar
fyri jól verða í morgin, tá
garna báturin Vesturland
og
djúpvatnstrolarin
Brest ir koma inn at landa.
vilmund@sosialurin.fo
Út at gera
á bryggjuni
í Sørvági
FISKIVINNA Hesa vikuna
hava fleiri landingar verið
í Sørvági, og aftur í morgin
koma tvey skip inn at landa
Á landingarmiðstøðini í Sørvági hava
tey havt úr at gera hesa vikuna
og Niels Pauli
artrola
verið rættiliga støðug gjøg
num hesi mongu ár. Eisini
árið í ár hevur roynst væl hjá
skipi og manning. Vit hava
fiskað fyri slagar 23 miljónir
krón ur í ár, og eftir hvat vit
hava skilt, er Steintór besti
bát ur av lemmatrolarunum.
Hann sigur, at megin part
urin av veiðini hjá Steintóri
í ár er upsi, men teir gera
al tíð onkran svartkalvatúr
av og á, kanska serliga um
summarið.
Í ár hava vit eisini par
trolað eftir gulllaksi saman
við Vesturbúgvanum. Vit
tóku plássið hjá Eystur
búgva num, tá teir brutu
motor in tíðliga í vertíðini.
Eystur búgvin gjørdist kort
ini klárur aftur, áðrenn gull
laksa vertíðin var av. Steintór
gjørdi
eisini
einstakan
túr saman við øðrum av
partrolar unum
í
Hvalba,
tá annar breyt motorin. At
enda vóru vit á makrelveiði í
heyst saman við Niels Paula
og landaðu til Athenu.
Jákup Pauli sigur, at hó
ast hann ikki hevur verið
um borð, tá fleiri av hesum
roynd um vórðu gjørdar, hev
ur hann tó skilt, at tekniskt
er eingin trupulleiki hjá
Stein tóri at partrola við øðr
um skipi.
At partrola
Bæði Steintór og systirskipið,
Niels Pauli, sum nú fara at
partrola eftir upsa, hava
ver ið á beding hjá MEST í
Havn. Talan hevur verið um
botnreins, skiftan av sinki
og vanligt viðlíkahald. Niels
Pauli er komin av bedingini
aftur,
men
enn
stendur
Stein tór uppi.
Alt eftir, nær skipini
verða klár og leys av MEST,
fara vit at partrola eftir upsa,
og vit vænta, at loyst verður,
tá jólini eru løgd afturum.
Jákup Pauli heldur, at tá
tað hevur borið til at par trol
að saman við øðrum skipum,
skuldi hetta ikki riggað verri,
nú talan er um systirskip við
somu maskinorku.
Skiparin vísir á, at tá
Stein tór í summar var á gull
laksaveiði saman við Vestur
búgvanum, spardu skipini
um leið 40% í oljuútreiðslum.
Vit vænta, at sparingin
verð ur ikki minni, nú vit fara
at partrola eftir, og haraftrat
kemur, at nakað av reiðskapi
eisini verður spart.
Hann leggur aftrat, at
trol ið, sum skipini fara at
brúka, er av sama slagi, sum
hinir partrolararnir brúka.
Við partroli verða eing
ir lemmar brúktir, men bara
ket ur sum vektir. Hetta
sam an við spardum olju
útreiðsl um er í sjálvum sær
ein munandi sparing, sigur
Jákup Pauli Hammer, sum
sig ur seg vera spentan eftir
hesi veruligu royndini við
partroli á upsaveiði.
Eisini aðrir
Tað vanliga hevur verið, at
djúpvatnstrolararnir – ella
lemma trolararnir, sum teir
eisini verða róptir – hava
trol að hvør sær, men seinnu
tíð ina hevur Fiskimálaráðið
loyvt nøkrum av hesum skip
um at partrola. Hesin spurn
ingur hevur verið til umrøðu
í politisku skipanni, og mett
verð ur ikki, at nakað í lógini
um
vinnuligan
fiskiskap
stríð ir ímóti hesum.
Nakrar royndir eru gjørd
ar, og soleiðis er hetta í sær
sjálvum einki nýtt. Hinvegin
er nú líkt til, at áhugin fyri
partroli millum teir, sum eiga
tey størru skipini, er veks
andi, nú oljan aftur er vorðin
so kostnaðarmikil – og eftir
øllum at døma bara gerst enn
dýrari.
Um eini 40% av olju
útreiðslunum kunnu sparast
við partroli í mun til við
lemma troli, er nógv at spara.
Nú Steintór og Niels
Pauli fara at partrola eftir
upsa, skilst, at ætlanin er, at
djúpvatnstrolararnir, Rankin
og Phoenix, eisini skulu gera
eina roynd at partrola.
vilmund@sosialurin.fo
BESTUR
BESTUR
Sum skilst, er
djúpvatnstrolarin
Steintór bestur av
djúpvatnstrolarunum í
ár – við einum veiðivirði,
sum táttar í 23 miljónir
krónur. – Vit eru væl
nøgdir við árið í ár, sigur
skiparin seinastu 22 árini,
Jákup Pauli Hammer
Fakta – SteiNtór
Smíðiár:
1985
Eigari:
P/F Steintór
Útgerðarmaður:
Jákup Pauli Hammer
Fakta – NielS Pauli
Smíðiár:
1983
Eigari:
P/F Niels Pauli
Útgerðarmaður:
Sveinur Poulsen