mikudagur 22. desember 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 175 · jólini 2010
17
blaðið
rationeringar settar á ymsar vørur t.d.
sukur, margarin, the og kaffi, greiðir
Poul frá.
– Ja, fyri at kunna keypa mátti tú
hava eitt rationeringskort, sum tú lat
handilsmanninum. Man fekk eitt kort
fyri hvørt fólk í húskinum, leggur
Hannefía afturat.
Poul sigur, at tey vóru tilsamans
13 fólk í húsi, og at tey tí høvdu nógv
rationeringskort. - Í so máta var tað ein
fyrimunur at hava stórt húski. Men tey
dugdu eisini væl at fáa tað at strekkja
sum var.
– Men sjálvt um vørur manglaðu,
og alt skuldi drýggjast, so merkti eg
ongantíð, at tað var svangligt ella
avmarkað við mati - heldur ikki á jól-
um, sigur Hannefía. – Eg minnist so
ongan tíð, at tað manglaði nakað. Og
vit bakaðu til jóla allíkavæl.
– Tað vóru so smekkfult av eingilsk-
monnum í Havnini, og eg minnist, at
dreingirnir plagdu at stjala egg úr
okkara høsnagarði og bera teimum
tey, sigur Poul.
– Hóast teir bara vóru 4-5 ára gamlir,
so stjólu teir egg, bankaðu uppá hjá
eingilskmonnum og søgdu: "chocolate
for egg". Men tað var ikki nakað, sum
var goymt til jóla, flennir Poul, - tað
varð etið beinanvegin. Og mamma var
nokk ikki altíð so blíð, tá øll eggini vóru
tikin.
Jólagávur
– Tað var ikki yvirflóð av gávum, sum
nú, men tað var ein gáva til hvønn. Øll
vóru nokk ikki altíð líka tilfreds við
tað, tey fingu. Vit vóru 8 systkin, so
sjálvandi bóru vit okkara gávu saman
við gávurnar hjá hinum. Onkuntíð var
ein øgiligur grátur. Men hóast gávurnar
hvørki vóru nógvar í tali ella stórar, so
gleddu børnini seg.
– Nei, tað vóru ongar stórar gávur.
Vit fingu okkurt tinganeyst, men
vit gleddu okkum hóast tað, sigur
Hannefía.
Poul greiðir frá, at undan krígnum
plagdu tey hvørji jól at fáa pakka
sendandi frá familju í Danmark. Har
var altíð ein rúgva av súreplum í.
– Tað saknaðu vit, tá kríggið kom.
At vit ikki fingu súrepli á jólum, sum
vit plagdu.
Eisini í Fugloy vóru tey von at fáa
súrepli og appelsinir á jólum undan
krígnum. – Tað var forkunnugt at fáa
frukt, men tá kríggið kom, so innstillaði
man seg uppá, at tað ikki var nøkur
frukt at fáa. Tað vóru heldur eingir
pengar at keypa fyri, sigur Hannefía.
Jólasiðirnir
– Jólini byrjaðu jólaaftan út á seinna-
partin. Um morgunin var nokk at gera,
sigur Poul.
Hannefía tekur undir við honum
og minnist, at tað mangan serliga var
skundur á stokkunum fyri at fáa pløgg
bundin liðug, áðrenn jólini komu, so
tey ikki skuldi gerast jólatrøll.
– Vit fóru í sunnudagsklæðir, og so
fóru børnini í kirkju við pápa, sigur
Poul. - Mamma var heima og gjørdi
døgverða. Vit høvdu gæs, so vit ótu
altíð gás jólaaftan og jólagreyt omaná.
Tað var mamma, sum bestemmaði í
køkinum, og hon kom úr Suðuroynni,
har tey gjørdu nógv meiri burturúr
jólunum, enn tey gjørdu norðanfyri,
haðani pápi var slektaður. Hon vildi ikki
hoyra talan um ræstan fisk jólaaftan,
sum eg annars veit, at fleiri ótu.
– So dansaðu vit um jólatræið, og
børnini fingu sínar gávur, og so fóru
vit tíðliga í song.
Hannefía minnist ikki, um tey ótu
nakað serstakt jólaaftan, men tey fingu
gávur og sungu jólasálmar. Og jóladag
fingu tey altíð ræst kjøt.
– Á Kirkju gingu vit altíð inn til
hvønnannan á jólum, og øll børnini
fóru altíð oman í Geil at ynskja gleðilig
jól, tí tey høvdu handil, so har fekk
man okkurt gott, minnist Hannefía
smílandi.
– Men jólamannin kendu vit einki til.
Vit høvdu hvørki hoyrt um hann ella um
vættrar. Jólini handlaðu um jesusbarnið
sigur Poul, og Hannefía nikkar samd.
– Millum jól og nýggjár vóru børnini
bjóðað at dansa jólatræ, men tað kom
eingin jólamaður, greiðir hon frá. Á
jólatrænum hingu kramarhús, og Poul
minnist, man dansaði um træið og
hugdi at kramarhúsunum, sum høvdu
onkrar søtar sakir í. - Ikki fyrr enn tað
var liðugt at dansa, fingu vit hvør sítt
kramarhús.
Nógv er broytt
Jólakortini vóru ein stórur partur av
jólunum, og øll sendu jólakort. Poul
sigur frá, at yvirpostboðið einaferð
bankaði uppá hjá teimum jóladag.
– Tá hevði hann eitt jólakort til
pápa frá Richardi Long, sum eisini
var lærari, og sum arbeiddi saman við
pápa. Hóast teir arbeiddu saman, búðu
í Havn og sóust dagliga, so sendi hann
pápa jólakort. Posturin mátti tá ikki
liggja longri enn 2 dagar, og tí mátti
yvirpostboðið koma við tí jóladag.
At nógv er broytt, eru tey bæði ikki
í iva um. – Størstu munirnir á jólunum
undir krígnum og jólunum í dag eru, at
tá vóru jólini myrk, nú eru jólini ljós.
Tá var einki at keypa og einki at keypa
fyri, og nú kann alt keypast.
– Men samstundis er hjarnan á
jólunum framvegis júst tann sama.
Hugnin, familjan, maturin og jólasið-
irnir eru júst teir somu í dag, so í so
máta er einki broytt, eru tey bæði samd
um.
– Mangan var skundur á stokkunum jólaaftansmorgun, fyri at einki
skuldi enda sum jólatrøll, minnist Hannefía Næss av Kirkju
– Jólamannin kendu vit einki til. Og heldur ikki vættrar. Tað
eksisteraði ikki tá, sigur Poul Sørensen út Havn, smílandi.