mikudagur 22. desember 2010síða 17
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
Sosialurin
Jólablaðið
Í SMS hevur Demmus eitt stórt
úrval av skóm og stivlum í øllum
støddum til børn og vaksin.
Demmus er eitt kent navn í hand
ilslívinum í Havn og ein fyritøka
við langari søgu. Navnið Demmus
stavar frá tí tíðini, tá Nicodemus
Joensen, vanliga nevndur Demmus,
í 1920unum yvirtók skósmiðjuna
og skógvahandilin hjá Christian
Holm Jacobsen í Steinagøtu í
Havn.
Seinni
yvirtóku
onnur
handilin, sum var í Steinagøtu til
síðst í 70unum, tá handilshúsini
vórðu tikin niður, og handilin
flutti inn í SMS. Í dag er Demmus
ein av stóru skógvahandlunum í
høvuðsstaðnum.
Elisabeth
Egholm,
leiðari
í
Demm us, sigur, at tey leggja stór
an dent á at hava skótoy til øll
bæði stór og smá í ymiskum prís
klassum. Demmus selur harra
skógv ar av merkjum sum t.d.
Rieker, Camel, Vagabond og André,
og kvinnuskógvar av merkjum
sum Wonders, Bumper og Billi Bi.
Til ungar kvinnur selur handilin
merkir sum t.d. Duffy, Blink, Bronx
og Kawasaki eins og barnaskógvar
av merkjunum Kennedy, Kanguroos,
Bisgaard og Super Fit. Til tey ungu
selur Demmus merkini Boras, DC
og Kawasaki. Umframt nógv onn
ur merkir
Sum nakað nýtt er Demmus nú
farin at selja leðurjakkar og vestar
til kvinnur og taskur av merkinum
OnStage, eins og taskur av øðrum
merkjum. Vit leggja dent á ikki
at keypa tey ymisku sløgini av
leðurjakkum, vestum og taskum
í stórum nøgdum fyri at verja tey
sum keypa, soleiðis at ikki ov nógv
ganga í klæðum av sama slagi
og eins taskum, sigur Elisabeth
Egholm, sum leggur afturat, at øll
eru vælkomin inn í handilin at
síggja okkara stóra vøruúrval.
Jól hjá Demmus í SMS
– Hetta her er ein jólasangur á
sveisiskum og uttan hann, vóru
míni barnajól helst ikki so sum
tey áttu at verið. Sum mær dámdi
sangin væl, og ikki minst nú, ið eg
eri vaksin, sigur Monika Stauss
Joensen í Leirvík.
Tað rørdi okkurt innast í hjart
anum hjá mær at syngja um hirð
arnar og um eingilin. Eg sá hann
fyri mær í míni barnafantasi,
hvussu hann í fínum snjóhvítum
klæð um sveimaði frá himmalinum
nið ur á jørðina.
Um hann fór til bygdina, har
sum nógv fólk høvdu samlað seg,
har rokaligt var og eingin ivast í,
at veitslan var uppá tað besta – nú
familjurnar møttust aftur – um
eingilin kom her, var tað rættiliga
forstáiligt: Tað vóru jú stór tíðindi,
sum hann hevði at bera fólki.
Men nei, hann valdi at fara hagar
sum myrkt var, – har sum nakrir
seyðamenn, sum kanska ikki vóru
so høgt virdir í samfelagnum, sótu
og passaðu eitt seyðafylgi. Helst
vóru klæði teirra skitin, luktaðu av
eldi og seyði, og sótu í einsemi og í
myrkri. Áh, sum tað altíð hevur rørt
meg, at eingilin fór fyrst hagar .......
Um eg sjálv elski at hugna um
í jólatíðini og alt stásið rundanum
við at baka, klippa, finna fittar gávu
o.s.fr., so komi eg oftani at hugsa um
tey sum bera sár og tungar byrðar í
hjartanum – tey sum uppá ein ella
annan máta sita í myrkri.
Veit eg frá mær sjálvari, at ofta,
akkurát í hesum døgum sum tað er
minst ynskt, sníkja kenslurnar av
heimlongsli til har røturnar eru, seg
fram. Og ikki er óvanligt, at meðan
kirkjuklokkurnar ringja jólini inn,
so rennur eitt tár eftir kjálkanum.
– Men so vilja vit fegnast um, at
frelsarin er føddur, sigur Monika
Stauss Joensen.
Hetta er mín jólasangur
Monika Stauss Joensen: Wer springt so durs Stedtli?
(Hóast skrivaða málið í Sveis er týskt,
so finst okkurt smávegis sum er skrivað á “sveisiskum”)
Wer springt so durs Stedtli?
Hvør er tað sum rennur gjøgnum bygdargøtuna?
Wer springt so durs Stedtli, wer mag das wol sy?
He, d Hirte, vom Fáld her gónd d Gasse dury.
Hvør man tað bert vera, sum so seint um náttina rennur eftir gøtuni í lítlu
bygdini? Tað eru hirðarnir frá markini sum ganga her.
Was wánds ácht go gschauá, was hánds ácht vernaa?
Si singed und jublád, de Heiland isch da!
Hvat man tað bert vera sum teir vilja hoyra og síggja? Teir syngja og frøast,
tí frelsarin er føddur.
En lieblichá Àngel, de hát i dá Nacht,
Voll Freudá die Botschaft, de Hirtá grad pracht.
Mitt á nátt kom ein friðfullur eingil at bera
hirðunum á markini gleðiboðskapin.
Drum springd die Mane und jublád so froh,
Mir singed mit iná, de Heiland isch cho.
Hetta er orsøkin til at hesir menn eru so ovurfegnir. Og saman við teimum
vilja vit syngja at frelsarin er føddur.
BYRÐAR
– Um eg sjálv elski at hugna um
í jólatíðini, so komi eg oftani at
hugsa um tey sum bera sár og
tungar byrðar í hjartanum – tey
sum uppá ein ella annan máta
sita í myrkri, sigur Monika
Stauss Joensen í Leirvík
Wär springt so durs Stedtli?