mikudagur 22. desember 2010síða 18
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 175 · jólini 2010
18
blaðið
Oddvør Lamhauge er fødd og uppvaksin
í Vestmanna. Hon hitti svenska mannin
Lars Lamhauge fyri 20 árum síðani, og
tað var frá familju hansara, at siðurin,
at gera piparkøkuhús, kom.
- Tey hava altíð havt tað sum sið
at gera piparkøkuhús á jólum, greiðir
Oddvør frá.
Oddvør er, sum hon sjálv kallar seg,
ein "jólafreak", og fyrsta pyntið er longu
uppi um hálvan november.
- At lurta eftir jólatónleiki og fáast
við okkurt handaligt er tað besta eg
veit, sigur hon.
Ì Svøríki, har Oddvør býr, ber til
at keypa lidnar "síður" og "tak" til
piparkøkuhús, so at tey eru løtt at seta
saman, men tað ger Oddvør ikki. Hon
bakar sítt egna deiggj og sker síðani
byggisteinarnar út.
- Eg havi eina uppskrift til deiggið,
sum er góð at byggja hús við. Kakurnar
gerast eitt sindur harðari enn vanligt,
men tær smakka væl hóast alt.
Vakrasta húsið
Arbeiðsplássið hjá Oddvør hevur í
fleiri ár havt kappingar um vakrasta
piparkøkuhúsið, og Oddvør hevur fleiri
steyp standandi á skrivstovuni.
– Tíverri varð kappingin niðurløgd
fyri nøkrum árum síðani.
Íblástur til húsini fær Oddvør, tá hon
gongur í býnum – ella av sínum egna
summarhúsi.
Summi, ið gera piparkøkuhús fuska,
og nýta lím fyri at fáa húsið stútt, men
tað dámar ikki Oddvør.
– Børnunum hjá mær dáma væl
at ganga og pilka bomm av húsinum
og síðani eta sjálvt húsið. Tí havi eg
ongantíð vilja brúkt nakað, ið ikki kann
etast, tá eg geri míni hús.
Hevur tú gjørt nakað hús í ár?
– Eg havi júst gjørt deiggið. Ætli mær
eisini at gera eitt stórt piparkøkuhjarta
at heingja í vindeygað í ár.
Oddvør
er pipar køku
kOna á jólum
At gerA piparkøkuhús á jólum er fastur táttur í húsarhaldinum hjá
Oddvør lamhauge. hon hevur gjørt hús í eini 15-20 ár, og nøkur ár
hevur hon eisini luttikið í kAppingum. – eg fuski Ongantíð, sigur hon.
lagt til rættis: inna tørnroos
myndir: silja lamhauge
150 g av smøri
5 dl av melis
2 dl av siroppi
2 dl av vatni
1 spsk av kaneli
1 spsk av ingeferi
1 spsk av nelikar
1 spsk natron
uml 1,7 l av hveitimjøli
rør smør, melis, siropp og vatn saman. Blanda alt
tað turra og lat alt í ein miksara. deiggið skal vera
rættiliga fast, men ikki turt. set í køliskáp til dagin
eftir.
lat deiggið standa frammi umleið ein tíma, áðrenn
tú rullar tað út. tú mást rulla deiggið rættuliga
tunt, annars verða húsasíðurnar og takið ov bleytt
at byggja við.
sker húsapartirnar út og baka mitt í ovninum í
umleið 4-5 minuttir á 250 hitastigum.
Glasing:
eggjahvíti
nakrir dropar av sitrón
flormelis til tad er passaliga tjúkt (má ikki vera ov
flótandi)
fruktfarvu (um man vil)
píska eggjahvítan nakrar minuttir, koyr sitrón og
flormelis í.
nýt fleiri skálir um tú vil hava fleiri ymiskar litir
Piparkøku
húsa tipp
frá Oddvør
– Um húsapartarnir eru eitt
sindur skeivir, tá teir koma út
úr ovninum, so er betur at fíla
kantarnar heldur enn at skera
vid knívi.
– Pynta húsadeilirnar við
glas ingini, áðren tú setur húsið
saman. Takið kanst tú pynta eftir,
at húsið er sett saman.
– Tá allir partarnir til húsið
eru bakaðir og pyntaðir hvør sær,
kanst tú seta húsið saman við
glasuri, smeltaðari sjokulátu ella
smeltaðum sukri. Um børn eru
við, er best ikki at nýta smeltað
melis, eftirsum tað er lætt at
brenna seg av tí. Tað er tó lættari
at fáa húsini bein og stútt, um tú
nýtir smelta melis.
– Pynta vid glasing, mini-
smarties og vatti.
– Vindeyguni geri eg antin av
husblasi -ella knúsi eg fruktbomm,
stroyi tey í vindeygaholini og seti
tað inn í ovnin við lágum hita, til
tað er smeltað. Tá kann eg eisini
velja, hvønn lit vindeyguni skulu
hava.
– Um tú vilt hava garð rund-
anum húsini, eru saltar kringlur
útmerkaðar til endamálið.
– Eg geri altíð míni hús bara
av deiggi, men summi gera tey
við grund av sukurmolum og seta
teir saman við glasuri. Tá haldi
eg, at teir myrku eru vakrari.
– Tá húsið er liðugt seti eg tað
fast á eitt hart kartong, á tann
hátt verður tað meiri stabilt.
– Fyri at fáa ljós í húsið geri
eg eitt hol í kartongið og leggi
eina ljósketu inn í húsið (Nýtið
ongantíð livandi ljós og vatt
saman - tað er sera eldfimt)
Deiggj til piparkøkuhús
Hvørji jól ger Oddvør Lamhauge piparkøkuhús. Hon hevur
eisini verið við í kappingum og vunnið fleiri ferðir