mikudagur 22. desember 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 175 · jólini 2010
8
blaðið
jólí arrestini
Randi Jacobsen
randi@sosialurin.fo
Fólk flest droyma neyvan um at halda
jól handan rimarnar. Myndin av jólum
er ein høgtíð, tá ið øll familjan er saman
og hugnar sær.
Arresthúsið ger eisini sítt besta
fyri, at so fá sum gjørligt skulu sita á
jólum.
Eingi fólk verða kallað inn at sita ein
dóm fyri jól, soleiðis at tey koma at sita
á jólum, og hava fangar, sum sita ein
dóm, útferðarloyvi, sleppa tey heim til
familjuna í nakrar dagar at halda jól.
Men summi verða noydd at sita. Tey
hava ein dóm, har revsingin er, at tey
skulu sita ávísa tíð.
Sum støðan sær út beint nú, væntar
Bent Jákup, leiðari í Arresthúsinum, at
fýra menn koma at sita á jólum. Tað
kann altíð henda, at onkur kemur aftrat,
tí viðkomandi verður tikin fyri at hava
gjørt okkurt býtt. Eisini er møguleiki
fyri, at politið kemur fram á onkran,
sum ikki hevur verið til at funnið, og
sum skal takast.
– Tað er næstan á hvørjum ári,
at onkur óvæntað kemur inn at sita
beint upp undir jól, sigur Bent Jákup
Hansen. Hann er fegin um, at eingin
situr avbyrgdur um jólini.
Vilja inn at sita
Onkur, sum hevur ein dóm hangandi,
hevur biðið um at sleppa inn at sita
um jólini.
– Tað hendir av og á, at fólk biðja
um at sleppa inn at sita á jólum, tí tey
hava ongan góðan uttan fyri rimarnar
og vilja fegin uppliva eini hugnalig
jól. Vit hava eisini hoyrt fólk siga, at
jólini í arrestini minnast tey sum eini av
teimum hugnaligastu jólum, tey hava
havt, sigur Bent Jákup Hansen.
Viðhvørt biðjur onkur um at sleppa
at sita á jólum, við tað at fleiri arbeiðs
pláss hava afturlatið í fleiri dagar um
høgtíðina, og við at sita um høgtíðina,
missa tey ikki so nógvar arbeiðsdagar.
Tað er eisini ein máti at sleppa undan,
at arbeiðsgevarin fær nakað at vita.
Nú er trongt
Orsakað av blámisoppi á politistøðini
og í Arresthúsinum situr eingin nú í
gamla partinum av húsinum. Bara sjey
klivar eru.
– Vit krossa tí fingrar fyri, at ikki
fleiri koma inn at sita nú, sigur Bent
Jákup Hansen.
Í Arresthúsinum bíða tey eisini eftir
svari úr Danmark, hvat gerast skal við
blámusoppafongda Arresthúsið. Ein
tíðarætlan má gerast.
Tað er ikki sum at siga tað at finna
onnur høli at brúka sum arresthús. Fá
høli eru í landinum egnað til endamálið.
Tey, sum sita, hava rætt til góðar um
støður og til at vera anonym.
Hugnaligt
– Her er stak hugnaligt á jólum. Vit fáa
góð an døgurða frá Landssjúkrahúsinum,
og tað plagar at vera dunna og alt tað,
sum fólk flest eta á jólum. Húsið plag ar
at keypa frukt og okkurt søtt til at eta á
jólum, og tey, sum sita, keypa eis ini sjálv
okkurt, sigur Bent Jákup Hansen.
Fangarnir plaga at fáa jólagávur frá
Reyðakrossi, og teir fáa eisini gávur frá
sínum skyldfólkum.
Fongsulspresturin Sverri Steinhólm
kemur fast antin tollaksmessudag ella
jólaaftansmorgun at hava guds tæn
astu, og ofta er eisini onkur tón leika
framførsla. Eitt árið kom prestur við
tveimum av systkjum sinum at syngja,
í fjør sungu Jens og Christel Lisberg
sungu i fjør, og eitt árið skipaði Anna
Háberg, sum arbeiðir í Arresthúsinum
fyri sangi.
– Tað er altíð onkur frá kirkjuni ella
frá onkrari samkomu, sum bjóðar sær
til at hugna um við sangi.
Tað er altíð friðarligt á jólum, og tey,
sum sita, fáa fyri ein stóran part tíðina
at ganga framman fyri sjónvarpinum.
Hugna sær í
geglinum
ARResthúsið í Havn roynir at lAgA tað so, at so fá sum gJøRligt sita í arrestini
á jólum, men tað eru tey, sum biðja um at sleppA inn at sita um høgtíðinA