mikudagur 22. desember 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
8
Sosialurin
Uni Arge
Hvussu nógvir politikarar
kundu ikki hugsað sær at
kallað journalistar nøkur
svín, biðið teir skrubbað
av og hótt við ongantíð at
tosað við teir aftur? Ivaleyst
nógvir. Og hetta var júst tað,
sum danski innlendis- og
heilsumálaráðharrin, Bertel
Haarder, gjørdi fríggjakvøldið
kl.
17.30,
tá
Danmarks
Radio hevði samrøðu við
hann í DR-býnum.
Samrøðan
byrjaði
við,
at journalisturin, Kristian
Sloth, vildi hava at vita, um
eitt nýtt átak hjá donsku
stjórn ini at minka um talið
á
skurðviðgerðum
fyri
fiti ikki fer at raka privatu
sjúkra húsini óneyðuga hart.
Journal isturin var óskipaður
í sínum máta at spyrja uppá
og spurdi eisini upp í saman,
men Haarder svaraði hvørja
ferð tað sama. Tað snýr seg
ikki um sjúkra húsini, men
um sjúk ling arnar.
Sjey minuttir inni í sam-
røðuni, sum varð bandað,
tí hon skuldi klippast sam-
an til eitt innslag, spurdi
journalisturin so um ein
arbeiðs bólk, ið Bertel Haard-
er onki kendi til. Ráð harrin
segði sum var, at hann visti
onki um hend an arbeiðs-
bólkin, og at journalisturin
skuldi havt gjørt vart við,
at hann fór at spyrja um
arbeiðsbólkin, so Haarder
var fyrireikaður at svara.
Skuldi á konsert
So var eldur í skálanum.
Kristian Sloth royndi at
siga, at hann hevði nevnt
spurningin um arbeiðsbólkin
fyri fjølmiðlaráðgevanum hjá
Bertel Haarder, men Haarder
steðgaði samrøðuni og gjørdi
greitt, at nú var hann troyttur
av at svara upp á tað sama og
fáa spurningar um sovorðið,
hann ikki hevði kunnað fyri-
reikað seg uppá.
"Jeg kan simpelthen
ikke holde dig ud i dag,"
sig ur Bertel Haarder við
jour nal istin. Upp østur ger
hann Kristian Sloth greitt, at
hann helt, hann skuldi tosa
um skurðviðgerðir, at hann
hevði havt eitt øgiligt stríð av
at koma út í DR-býin, at hann
sat og át rísingreyt saman
við konuni, tá hann mátti av
húsum, og at hann og kon an
vóru á veg á konsert í dóm-
kirkjuni.
"Nu er det anden gang på
en uge, at du kan få mig op
i det totalt røde felt. Det er
fuldstændig skingrende sind-
syge vinkler på sager," heldur
Bertel Haarder fram, meðan
journalisturin roynir at verja
seg við, at ráðharrin eigur at
vita, hvørjir arbeiðsbólkar
arbeiða undir honum. Men
tað ánar Haarder ikki. Ar-
beiðs bólkar eru óheftir av
ráð harr anum, og teir leggja
sítt arbeiði fram, tá teir eru
lidnir.
"Ved du hvad, nu er jeg så
ophidset, og du skal fandme
ikke bede mig om at blive
inter viewet en anden gang.
Nu
kan
det
simpelthen
være nok! Dumme svin! Du
behandler mig som lort,"
heldur Bertel Haarder fram,
áðrenn hann fer til stroks
eftir gongini. Journalisturin
fer aftaná og roynir framvegis
at greiða frá síni støðu, men
ráðharrin er bara í øðini og
fer avstað.
Segði orsaka
Bertel Haarder sissaði seg
um vikuskiftið og skilti væl,
at hann var farin um mark.
Hann skrivaði tí Kristian
Sloth eitt bræv, har hann bað
um umbering fyri, at hann
hevði verið so grovur. Ráð-
harrin grundgav sína øði við,
at hann var í eini strongdari
støðu, og at hann hevði
høvuðpínu. Danmarks Radio
ger so eftir hetta av at leggja
alla upptøkuna við Haarder
út á sína heimasíðu.
Men hetta fær Danmarks
Radio ikki bara rós fyri. Með-
an myndatólini eru tendrað í
sambandi við bandaðar sam -
røður, verður mangan sagt
sovorðið, sum ikki er ætlað
til almenna nýtslu. Van liga
verður óalment tos av tílík-
um slag als ikki sent, tí um
keldur ikki kunnu kenna seg
vísar í, at tær eisini kunnu
tosa óalment við journalistar,
ja, so tiga tær bara heilt.
Men hesaferð veik DR
frá meginregluni. Bæði sam -
røðan, sum var ætlað til al-
menna nýtslu, og orða drátt-
urin millum Bertel Haarder
og journalistin, sum heilt
opinlýst ikki var ætlaður
at senda, vórðu varpað út á
heimasíðuna hjá DR. Bertel
Haarder er tí hongdur út sum
ein illur maður, ið ikki hevur
tamarhald á sær sjálvum,
og fjølmiðlarnir válka sær í
søguni.
Danmarks Radio hevur
vart seg við, at ráðharrar
skulu ikki gera av, hvat jour-
nalistar skulu spyrja um,
og at Bertel Haarder átti at
tolt at fingið spurningin um
arbeiðsbólkin. Men neyv an
er hetta einasta grund in til,
at samrøðan og orða drátt-
urin eru almanna kunn gjørd.
Kanska vildi DR hevna seg
inn á tann hótt andi ráð-
harran? Kanska vildi støðin
vísa, at politik arar skulu váða
sær at hótta journalistar?
Undir øllum umstøðum
undrar tað fleiri, at júst
DR ger sovorðið. Tílíkar al-
mannakunngerðingar kundu
líkst meira Ekstra Blaðnum.
Í gjár frættist, at P3 hjá
DR bjóðar lurtarunum at
taka illbønirnar hjá Bertel
Haarder niður sum ringitóna.
Á Facebook er harður orða-
dráttur um tað, sum DR
hevur gjørt, og summi nevna,
at WikiLeaks nú av álvara er
farið at ávirka fjølmiðlarnar.
Alt verður alment.
Tá ráðharrar missa
tamarhaldið
Tað gekk ikki eftir ætlan, tá ein sjónvarpsjournalistur hjá Danmarks Radio skuldi gera samrøðu við danska
innlendis- og heilsumálaráðharran, Bertel Haarder, í DR-býnum fríggjakvøldið. Haarder gjørdist í øðini um
atferðina hjá journalistinum og oysti hann undir við ókvæmisorðum. Síðan hevur DR almannakunngjørt
øðisútbrotið hjá ráðharranum, og tann avgerðin hevur kynt í eitt hart orðaskifti um journalisiskan etikk