mikudagur 22. desember 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
Sosialurin
Jólablaðið
Hetta er mín
jólasangur
Sólrun Michelsen:
Nú ringja kirkjuklokkur so hátt
- Ringt er at velja ein jólasálm burturúr. Mær dámar best lagið hjá
Weyse ”Julen har bragt velsignet bud”, men eg haldi, at eg kortini
velji nr. 99 í sálmabókini: ”Nú ringja kirkjuklokkur so hátt”, sigur
Sólrun Michelsen úr Havn.
Tá eg var barn, hildu vit jóladag saman við farbróður og
hansara familju. Henda eina dag í árinum sluppu vit at koyra í
hýruvogni. Tað var eitt upplivilsi av teimum stóru. Vit blundaðu
upp á skift og gittu so, hvussu langt vit vóru komin. Heima hjá
farbróður var so hugnaligt, men besta løtan var, tá vit øll dansaðu
um jólatræið.
Vit sungu fyrst nakrar føroyskar jólasálmar og so nakrar
danskar eisini. Tá kom altíð eitt serligt smíl fram hjá teimum
eldru. Tey sungu av hjarta, og eyguni gjørdust eitt sindur fjar.
Mær tykti, at teir flestu sálmarnir høvdu vøkur løg, men
lurtaði eisini væl eftir orðunum, tí var eg heppin, so var ein søga
har. Serliga hasi trý ørindini nr. 3, 4 og 5 settu seg føst. Eg sá
fyri mær, hvussu Jesuspápi stríddi seg fram gjøgnum myrkur og
storm, sum ýldi í gjáum. Sjálv var eg ógvuliga myrkarødd.
Hvørki ísur í skorð ella brim við strond kundu forða honum at
koma til ta fátæku smáttuna við jólagávum.
Vit høvdu ikki nógv sjálvi, men har vóru tey fátæk. Hann var
blíður við ta gomlu ommuna og kíndi barninum um kjálkan.
Og so kom tað mest týdningarmikla: Tá gleðin dalaði niður av
himli. Hendan gleðin var í mínum barnahuga altíð stórar, stillar
kavaflykrur.
- Tað er hon enn, sigur Sólrun Michelsen.
Nú ringja kirkjuklokkur so hátt
við himmalskum gleðiljóði:
Tað stundar móti jólanátt,
tá Jesus varð føddur hin góði.
2. Nú boðast friður víða um lond,
nú verður hin sjúki grøddur,
nú losna hørðu syndabond,
tí Jesus í nátt varð føddur.
3. Tó myrkur fyllir dalar og skørð,
og stormurin ýlir í gjáum,
so fjakkar Jesus enn á jørð
við sínum jólagávum.
4. Ei brim við strond, ei ísur í skor
kann Jesusi forða vegin;
hann stígur inn for fátæks mans borð,
har lítil er jólagleðin.
5. Ja, Jesus fer í smáttuna inn,
blíð orð hann við gomul talar,
hann klappar bleiku barnakinn,
av himni tá gleðin dalar.
6. Um sorgin veg til hjarta títt fann,
vár Jesus teg aldri gloymir,
og jólaboðið grøða kann
ta sótt, tú í barmi goymir.
7. Vit ung og gomul halda nú jól,
vár Jesus vil øllum hýsa,
hann er hin bjarta lívsins sól,
um allar ævir skal lýsa.
8. Í Betlehem tann sólin upp rann,
um heimin hon út mundi leita,
at Føroya smáttum veg hon fann,
tí tøkk vit tær, Jesus, veita.
9. Øll ung og gomul, samlist nú brátt
og lýðið á gleðiljóðið:
Tað var um halgu jólanátt,
at Jesus varð føddur hin góði.
Símun av Skarði
Søga
– Mær tykti, at teir flestu jólasálmarnir
høvdu vøkur løg, men lurtaði eisini væl
eftir orðunum, tí var eg heppin, so var
ein søga har, sigur Sólrun Michelsen
Handlarnir Berglon í Runavík,
Berglon í Klaksvík og Frú C í Havn,
sum hoyra til sama felag, hava
hópin av gávuhugskotum at bjóða
sínum kundum til jóla.
Í Berglon í Runavík eru tríggir
dygdarhandlar savnaðir á einum
stað – nevniliga leikabúðin LEIKA,
gávubúðin GÁVAN og út gerðar-
búðin TEYMAR. Eisini er Berglon
í Klaksvík við handlunum báðum
LEIKA og TEYMAR.
LEIKA er staðið hjá barninum.
Har finnast allar góðar leikur, ið
ynskjast kunnu, bilar, bátar, dukkur,
perlur og so øll spølini og alt tað
nýggja, sum stimbrar og gleðir
barnsins hjarta. – Her búgva eisini
Leika og Leiki, sum elska at spæla
við børnini, tá ið ymisk tiltøk eru á
skránni.
TEYMAR er ein fjølbroyttur
handil, ið hevur alt frá útgerð og
klæðir til sjómannin og arbeiðs-
mannin til ullint pløgg og frí-
tíðar klæði til hennara, hansara og
børnini. Her eru tráður og húkar og
øll neyðug pløgg til arbeiði og frítíð.
Vøran er fyrstafloks, so einfalt
er tað, sigur Eyðvør Berg leiðari í
handlunum.
GÁVAN er handilin hjá teimum,
ið ynskja góðsku og vakurleika í
heiminum. Vit bjóða eitt breitt úrval
av klassiskari dygd og nýggjum
sniði – alt frá baðirúmslutum, køks-
búnýtum og prýðislutum.
Berglon bjóðar tískil álítandi
vørur til alla familjuna. Hóast
nógv ar handlar á einum stað, hava
vit hugsað um tey, ið koma inn við
barnavognum, koyristólum o.a. og
gjørt tað lætt hjá teimum at ferðast
frá einum handli til ein annan við
m.a. lyft í Runavík.
FRÚ C er handilin hjá okkum
í Havn, sum somuleiðis eisini er
handilin til tey, ið ynskja góðsku
og vakurleika í heiminum. Høvuðs-
merkini, sum Frú C selur, eru tey
vælumtóktu merkini House Doctor
og Green Gate, sigur Eyðvør Berg
leiðari í Berglon og Frú C, sum
bjóðar øllum vælkomin at síggja
stóra úrvalið av vørum.
Megastórt úrval
av jólagávum