Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 175 · jólini 2010 7 blaðið Karl Joensen, sum júst er vorðin 14 ár, veit hvat hann tosar um. Hann hevur verið ígjøgnum stóra sorg, tá hann misti stórasystir sína, Jonu. Hann veit hvussu svár sorgin kann vera. Karl greiðir frá, at hann ikki hevði hug at fara út fyrstu tíðina, eftir at systirin var jarðað. Hann sat næstan bara inni. Men onkur var og vitjaði hann næstan alla ta fyrstu vikuna eftir jarðarferðina. – Eg hevði ikki hug at tosa um tað. Eg gjørdist keddur og stillur, sigur hann. – Men bara tað, at fólk eru har og vísa, at tey eru góð við tann, sum situr eftir, hjálpir væl. Tað er ikki neyðugt at siga so nógv, staðfestir hann. Gjørdist sjúk og doyði Systir Karl, Jona, gjørdist sjúk, endaði á sjúkrahúsinum og varð send til Dan­ markar. – Mamma fór niður við henni, og eg búði heima hjá systkinabarni mammu mína ímeðan. Ein dagin ringdi telefonin, og eg skuldi fara oman til okkara. Tá var babba har og fortaldi mær, at Jona var deyð, greiðir Karl frá. Tað er sjónliga torført hjá honum at tosa um systur sína, og hóast tað skjótt eru liðin tvey ár, so nívir sorgin fram vegis. Karl greiðir frá, at hann, serliga í tíðini beint aftaná, kendi seg einsa­ mallan. – Vit plagdu at fylgjast heim, og hon átti at vera har heima. Tað var ringt ta fyrstu tíðina, og eg saknaði hana nógv. Men eg hevði nógva familju rundanum meg allatíðina, og tað var gott, sigur Karl. At tosa um sorgina Karl byrjaði í Beranum, sum er felags­ skapurin fyri børn og ung, sum hava mist, stutt eftir, at Jona var deyð. – Tað var gott at sleppa at tosa við onn ur javngomul, sum vóru í somu støðu. Tað føldist sum eg kundi tosa meiri opið, enn eg kundi við onnur, til dømis foreldrini hjá mær, tí tey í Beranum vistu akkurát, hvussu eg hevði tað. – Tað var serliga ringt ta fyrstu tíð­ ina, men eg haldi, at fólk dugdu væl at takla tað. Tey heilsaðu uppá meg, og søgdu at tey konduleraðu. Tey vóru fitt við meg, heldur Karl. Hann sigur seg ikki hava upplivað, at fólk flýddu undan honum ella ikki vistu hvat tey skuldu siga við hann. – Tey flestu snakkaðu við meg, sum vant, sigur hann. Og tað er hann glaður fyri. Á jólum er tómligt – Tey fyrstu jólini hugsaði eg nógv um Jonu allan desember. Tað var tómligt, tí hon var rokalig, tað hendi nakað, har hon var, og hon larmaði. Í fjør var eg keddur í desembermánað, men sjálv­ andi var eg eisini spentur til jóla og til allar pakkarnar. Tað var ein ring støða at vera í, tí Karl var bæði keddur og spentur í senn. Men hann heldur, at í ár er tað betri. – Jonu dámdi væl jólini, og vit plagdu altíð at vera saman øll jólini. Hon orkaði ikki so nógv ta seinastu tíð ina, hon bleiv lætt troytt, so vit hugdu bara mest i sjónvarp. Men tað var deiligt at vera saman við henni, minnist Karl. Hann greiðir frá, at familjan plag­ ar at fara út á grøvina hjá henni í desember, men hann hevur sjálvur ikki verið serliga ofta, síðani Jona varð jarðað. Tað er tungt fyri hann, og hann orkar ikki við, tá hini fara. Karl hugsar seg um eina lítla løtu, tá hann verður biðin um at geva teimum góð ráð, sum eru um fólk, sum hava mist. Serliga hesa tíðina á árinum, tá øll eiga at vera so sjelaglað. – Tað hjálpir at tosa um tað, men man skal líka venja seg við tað. Tað nyttar einki at fólk vilja tosa um tað, um tann, sum hevur mist, ikki hevur hug til tað. So tað besta er bara at vera har. Tað er ikki neyðugt at siga so nógv, men vís, at tú ert góð við tann, sum hevur mist. Tað er tann besta hjálpin. Vís, at tú ert har Tá fólk hava mist, er tað týdningarmesta, at man vísir, at man er har. tað er ikki neyðugt at siga so nógv, heldur Karl Joensen. Karl Joensen 14 ár úr Klaksvík Misti systur sína, Jonu, 7. mars 2009, tá hon var 20 ára gomul. Hon doyði av sjúku. • Berin er ein sorgarbólkur fyri børn og ung, sum hava mist mammu, pápa ella systkin • Eitt vegleiðandi aldursmark er 8-18 ár • Av og á verður tó eisini skipað fyri sorgarbólkum fyri ung yvir 18 ár • Bólkarnir verða býttir upp eftir aldri, so luttakararnir eru nøkunlunda javngamlir • Kostnaðurin er 300 kr fyri 10 ferðir • Peningurin fer m.a. til ein drekkamunn hvørja ferð, umframt at luttakararnir eisini gera okkurt hugnaligt, fara at bowla ella eta okkurt gott saman. • Til ber at søkja barnaverndina um fíggjarligan stuðul til luttøkigjaldið, umframt flutning, um ráð ikki eru til tað • Endamálið er at gera tað lættari hjá børnum og ungum at handfara sorgina við at práta um hana • Berin heldur til í einum høli í Eysturskúlanum • Bólkaleiðararnir í Beranum eru Anna S. Dalsgaard, Oddvør Poulsen, Jóngerð Poulsen og Alisa Hammer, sum allar hava viðkomandi útbúgvingar og drúgvar royndir við børnum og ungum • Eftir nýggjár byrja nýggir bólkar • Á heimasíðuni www.berin.fo. ber til at lesa meiri um Beran, og um hvussu til ber at fáa samband við teir fýra bólkaleiðararnar Fakta um Beran mynd: Álvur haraldsen Sorgin nívir á jólum – Tað vigtigasta er, aT man er har fyri tey, sum hava mist. Tað er ikki neyðugt aT Tosa so nógv, Tí Tað er ikki visT, aT tann, sum hevur mist, hevur hug aT tosa um Tað, sigur Karl Joensen, sum hevur misT stórusystur sína