Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 175 · jólini 2010 11 blaðið Emma Gad, sum serliga er kend fyri bókina »Takt og Tone« frá 1923, segði soleiðis um jólagávur: »Um tú hevur ilt við at finna gávur til tíni kæru, ert tú oftast á tryggu síðuni, um tú heldur teg til tað, sum kann etast, drekkast ella roykjast. Ein høna, ein eskja av konfekti ella ein fløska av likøri kann sýnast av lítlum, men tað er aldri óvælkomið. Matvørur eru altíð at velja fram um blómur, sum ofta verða sendar runt eftir stórum málistokki.« »Tá tú fært okkurt, sum tú heldur vera forferdiligt, nýt tá allar snildir og savna teg um ikki at lata tað síggjast. Gloym ikki, at gevarin heldur gávuna vera góða.« »At lata gávur, sum tú ikki brýggjar teg um, víðari til onnur, kann vera lætt og bíligt, men vandamikið. Hvør minnist við vissu júst hvørjum gávurnar komu frá? Men gevarin minnist tað væl, og argandi skepnan kann lættliga lata tað vera tann, sum tú upprunaliga fekk gávuna frá, sum tú seinni gevur somu gávu aftur. Fært tú eina gávu, sum tú ikki brýggjar teg um, og sum tú vilt geva onkrum øðrum í gávu, minst so til at skriva ein seðil á við navninum á tí, sum tú fekk gávuna frá, soleiðis, at tú ikki kemur í tað keðiligu støðu, at geva viðkomandi hana aftur.« Nú er farið at líða móti jólaaftaN, og tey eru uttan iva moNg, ið ikki hava fuNNið allar gávurnar. Ofta eru gávurNar til smábørNiNi ordnaðar, men hvat sørin skal man geva teimum vaksNu og hálvvaksNu? her eru nøkur hugskot til sNildar og góðar jólagávur í seinastu løtu. Jólagávur í seinastu løtu lagt til rættis: eydna skaale Gávukort við einum persónligum twisti Ger gávukortið til eina persónliga gávu: Tað kann vera ópersónligt at leggja eitt gávukort í ein konvolutt og tveita tað undir træið. Men tað kann vera ein góð gáva, og tað er skjótt at gera eitt sindur meiri burturúr. Mamman: Skal mamman hava gávukort til eina vælverustovu, ber til at leggja gávukortið í eina kurv saman við eini andlitsmasku, baðisalti, onkrum lekrum slagi av te'ið ella øðrum. Ungi maðurin Eitt gávukort til biografin hóskar væl til unglingan. Hvat við at leggja tað í eina eskju við microovnspoppkorni, cola og eitt sindur av blandaðum bommum. Tú kanst eisini rinda fyri tvey, soleiðis, at hann kann bjóða onkrum við sær í biograf. Pápin Pápin kann til dømis fáa eitt gávukort til bilrøkt, og tað kann t.d. pakkast inn saman við einum dunki av bilvoksi og einum wunderbaum. Bert hugflogið setur markið. Unga kvinnan Dreymagávan til einahvørja unga kvinnu man vera ein tími í einum smyrslhandli, har hon kann fáa vegleiðing til, hvussu hon skal leggja sær make-up. Keyp eitt gávukort til ein privatan tíma, og pakka tað saman við eini maskara ella einum lip-gloss. Eitt hald til eitt blað: Keyp trý ymisk bløð og pakka tey vakurt inn. Síðani kann móttakarin velja sær eitt hald til eitt av bløðunum. Tað praktiska verður síðani ordnað eftir jólini. Skjótt, gott og lætt. T.d. Familje- journalen til ommuna, Bo Bedre til mammuna, Sosialin til gummuna, Euroman til unga fýrin og Illustreret Videnskab til pápan til tey, ið eiga alt og einki ynskja sær: Gev eina geit, 6 dunnur, eina spann av maðkum ella ein vanlukkupakka. Um fólk veruliga einki ynskja sær, er kanska líka snilt at lata pengarnar gera nyttu, heldur enn at keypa okkurt tinganeyst, sum endar sum húsaskorð. Folkekirkens Nødhjælp gevur tær møguleika at lata eina gávu, ið kann merkja mun á deyða og lívi hjá neyðstøddum, og hóast tú skrivar navnið á ommuni á seðilin, so fær ein familja í neyð ágóðan av gávuni. Hevur tú ein printara, er hetta ein góð og munandi gáva í seinastu løtu, tú tí fært sjálv printað gávubrævið út beinleiðis av heimasíðuni www. noedhjaelp.dk gávukort til egnar tænastur: ger eitt gávukort til pápan, systrina, mammuna, abban ella onkran annan, sum tær manglar at keypa til. skriva á kortið, hvørjar tænastur tú letur t.d. 5 x bilvask til pápan, 10 x uppvask fyri konuna, ella 5 x barnaansing fyri systrina. ein bílig og skjót gáva, sum uttan iva skapar gleði og takksemi, tí tað, tú letur, er í grundini tína egnu tíð. um tú gert tær eitt sindur av ómaki, nýtur vakurt pappír og skrivar pent, er tað eisini ein vøkur gáva á at líta, sum kann hanga á uppslagstalvuni. Mánadagur 20. desember 2010 Nr. 174 84. árg. kr. 20,00 Valdsmis­ nýtsla s9 Gekk amokk umborð á Norrønu s4 Fiskavirking: Varðin og Framherji leiga virki og skip s10 Sølan minkað 25% Rúsan er besta búskapar­ barometur, sigur Elsa Maria Olsen, stjóri í Rúsuni. Og skulu vit trúgva henni, stendur illa til, tí sølan hjá Rúsuni er rapað niður seinastu tíðina s6-7 Ítróttarblaðið hava rokkið málinum Snøgg og gløgg – fá meira fyri minni FLAGSa ofta: · Kr. 300 um mðn. · 3 GB um mðn. · Nýtsla útyvir: Kr. 2 pr. MB Sony Ericsson kr. 399,-* KETILIN KETILIN K Vodafone startpakki EINANS kr. 299,- Startpakki við fartelefon fyri einans 299 krónur Í startpakkanum hjá Vodafone er fartelefon, telefonnummar, talutíðarkort v.m. dafone rtpakki NANS . 299,- Vit lata tvífalda talutíð* fram til nýggjársaftan á miðnátt ...eisini av 1000 SMS! Vodafone startpakkin inniheldur Vodafone 246 fartele fon, løðara, headset, telefon nummar og talutíðar kort á 100 kr. Startpakkin fæst hjá Vodafone í SMS, Nema, El-handli num á Tvøroyri, Ellu bita num á Sandi, og á fl estu Magn-støðum og Fast- handlunum.