Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-12-22, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 22. desember 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175 Sosialurin Fríggjakvøldið undan fóru hon og sambúgvin hjá mammu ni so oman á keiina fyri at læra seg at skjóta. - Eg havði ongantíð skotið fyrr. Bara við luftbyrsu eftir plastrósum á stevnum, ikki við rættiligari byrsu. Eg prøv- aði at skjóta seks skot, men so máttu vit gevast, sigur Beinta Beinisdóttir. So skuldi slagið standa. Fyrs ta skotið var skeivt, men so bragdaði. - Fyrsta haran, sum eg skjeyt, sat still. Eg má hava ver ið nakað spent, tí tá eg hevði skotið hana, rystist eg sum eitt bókablað, sigur Bein ta Beinisdóttir. Dagurin gjørdist góður fyri havnardamuna. Hon kom til húsar aftur við trim- um harum, og tað var meiri enn onkur annar hevði fingið. Heim til jóla Hinumegin jørðina eru árs- tíð ir nar umvent sum her hjá okk um. Har halda tey jól á há sumri, og tað kann vera ilt hjá okkum at ímynda okkum. Tað merkir eisini, at tá Bein ta fær summarfrí frá uni versitetinum tá vit hava vet ur, og kemur statt heim til jóla í summarfrí. - Sjálvandi eru jólini ein stór ur partur av tí. Hetta er eisini fyrsta ferð í trý ár, at eg, mamma og beiggi mín halda jól saman, so tað verð- ur nakað serligt, sigur Beinta Beinis dóttir. Jólini standa nú av álvara fyri durðum, men hóast Beinta skjeyt tríggjar harur, verð ur tað ikki steikt hara, sum boðreitt verður við um jólini. Tað verður meiri tradi- tionell ur jólamatur, og so verð ur haruveitslan seinni, eina ferð í januar mánað. Skúlin byrjar aftur í febru ar, so tað verður góð tíð at innheinta tað forsømda við vinum og kenningum. - Tað er nakað, tú saknar, tá tú ert so langt burturi, sig- ur Beinta Beinisdóttir. Universitetið í Brisbane, har Beinta gongur, er eitt av teim um størstu í Australia, men á deildini hjá Beintu ganga tó bert umleið 500 næm ing ar. Beinta hevði ikki hildið á byrsu áður og bert skotið seks royndarskot, áðrenn hon fór at skjóta harur. Hon fekk tríggjar Eginmynd Beinta Beinisdóttir gongur á universitetinum í Brisbane í Australia, har hon lesur fotojournalistikk Mynd: Álvur Haraldsen