mikudagur 22. desember 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. desember 2010 · Nr. 175
10
Sosialurin
Jólablaðið
Vodafone er veruliga í gávuhýri í
hesum døgum við jólakalendara,
góðum tilboðum upp á telefonir
og tvífalda talutíð av øllum talu
tíðarkortum – eisini av 1000 SMS.
Jólakampanjan hjá Vodafone
byrjaði síðstu vikuna í november
við t.d. einum jólakalendara á
net inum, har Vodafone jólamað
urin Virgar ger mangt og hvat og
møguleiki er at vinna ein gávu
lut frá Vodafone hvønn dag.
Harumframt hava vit havt ymisk
til boð upp á telefonir gjøgnum fleiri
vikur. Eisini hava vit latið Tvífalda
Talutíð frá síðst í november til og
við nýggjársaftan. Vit ynskja fegin,
at okkara jólakampanja kemur
øllum okkara kundum til góðar,
sigur Gudny Langgaard, sølu og
marknaðarstjóri hjá Vodafone, og
hava vit tískil varierað okkara átøk
øllum til frama.
Vodafone handilin í SMS er
eisini moderniseraður og lat upp
av nýggjum tann 1. november. Um
framt handilin í SMS hevur Voda
fone søluumboð hjá NEMAhandl
unum kring landið, Elhandlinum
á Tvøroyri og Ellubitanum á
Sandi. Høvuðssætið hjá Vodafone
er á Óðinshædd í Havn. Har er
móttøka og møguleiki fyri at gjalda
rokningar, keypa talutíð, skifta og
stovna hald o.s.fr.
Gudny sigur, at umframt Tvífalda
Talutíð hevur Vodafone veruliga
nøkur góð jólagávuhugskot. Serliga
telefonirnar, ið nú eru upp á tilboð
sum t.d. iPhone4 – 16GB, sum er fylt
við framkomnari tøkni og er ein av
mest framkomnu smart telefonum
á marknaðinum, Nokia 6700 Slide
fæst í litunum pink, lime ella bláum,
er ein lekkur slidetelefon við m.a.
FMradio, 5mp myndatóli við blitsi,
Sony Eriksson X10 Mini er ein
Androidtelefon við touchscreen og
hevur m.a. FMradio, 5MP mynda
tól, WIFI, kumpass og GPSara,
ella eina Sony Eriksson F100 Jalou,
sum er ein lekkur klapptelefon við
m.a. fetteljara, BMI roknara, 3,2
mp myndatóli, mp3/mp4 video
upptakara, 3G, bluetooth, FMradio
og interneti. Allar telefonirnar
verða seldar við stórum avsláttri.
Vodafone hevur í seinastu viku
eisini lagt bíligari telefonir við
start pakkum til sølu í flestu Magn
støðum og Fasthandlum kring
landið. Hesar telefonir, við telefon
nummari og talutíð, verða seldar
fyri 299 kr. Harumframt hava vit
selt smarttelefonir, Vodafone 845
og BlackBerry, sera bíliga, saman
við datapakkum. Hetta er eydnast
so mikið væl, at vit tíðanverri eru
útseld.
Fólk hava tikið sera væl ímóti
okkara jólatilboðum, sigur Gudny
Langgaard, sum bjóðar øllum at
vera vælkomin í Vodafone handilin
í SMS og Vodafone umboðini kring
landið.
Vodafone
er veruliga
í gávuhýri
Matas í SMS er ein handil við jóla
gávuhugskotum til alla familjuna.
Matas hevur eitt breitt úrval av
vørum, sum eru við til at geva tær
eina kenslu av kropsligari javnvág
og vælveru.
Matas í Føroyum er ein partur av
donsku handilsketuni, Matas, sum
fevnir um 300 handlar í Danmark,
Svøríki, Grønlandi og Føroyum.
Í Matas handlinum siga vit so
leiðis: “Vit ynskja at hjálpa kundum
okkara at hava tað gott, bæði tá
talan er um útsjónd og kropsliga
vælveru fyri rímiligar pengar”.
Starvs fólkini í handlum okkara,
leggja stóran dent á at møta ynsk
unum hjá kundum okkara og geva
fakliga vegleiðing til kundin er full
komiliga nøgdur.
Í sambandi við jólini hevur
Matas hópin av gávuhugskotum. Til
húðrøkt er nógv ymiskt at fáa sum
t.d. Manhattan Clearface, ið er ein
andlitsrøð, sum reinsar óreina húð
og virkar antibakterielt á húðina.
Ein onnur røð er Dr. Scheller, sum
er gjørd úr náttúruúrdráttum og
hóskar væl til dagligu húðrøktina.
Matas Granatsúreplarøðin, sum
gevur húðini eyka vætu og verjur
húðina væl, er sera væl egnað til
kvinnur í øllum aldursbólkum.
Til
kvinnuna
hevur
Matas
nær um alt sum ein kvinna kann
ynskja sær t.d. smyrsl og mascara
av ymsum sløgum og ymiskt til
kropsrøkt og andlit. Stutt sagt alt
sum kann fáa eina kvinnu til at
kenna seg sum nakað heilt serligt.
Matas hevur eisini eitt stórt
úrval til mannfólk, bæði tá talan er
um andlitsrøkt, kropsrøkt og duftir
t.d. gávueskjur við t.d. parfumu
og deospray ella bodyshampoo,
bodylotion og deodorant. Maðurin
skal eisini forkelast!
Týdningamikið at nevna at
Matas er ein handil, sum leggur
dent á at verja umhvørvið.
Matas hevur eisini eina full
komna pinkubarnarøð, sum er tann
einasta røðin til børn sum hevur
fingið øll trý umhvørvismerkini tvs.
Astma & allergimerkið, Ecomerkið
og Svanamerkið.
Onnur jólagávushugskot eru
t.d. krúllu jørn til kvinnur og hár
trimmarar ella næsa og oyra trimm
arar til menn, ella elektroniskar
blóðtrýstmátarar og fepurstokkar.
Matas hevur eisini nógv úrval av
nattúruheilivági, sum fevnir bæði
um vitaminir, mineralir, ymisk sløg
av the og mangt annað.
Eitt hugskot er t.d. elektroniska
gávu kortið, sum kann nýtast í
øllum Matas handlum.
Vit eru væl mannað á jólum
og gera okkum serligan ómak
at pakka gávurnar inn í vakurt
jólagávupappír. So øll eru væl
komin inn til okkum at finna tað
jólagávuna tey leita eftir, sigur
Miriam Thomassen leiðari í Matas
í SMS.
Matas jólagávur til alla familjuna