mikudagur 22. desember 2010síða 23
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 175 · jólini 2010
23
blaðið
Á mín lítla fitta hond,
góða hond hjá abba,
mjá og mjúk sum liljuvond,
sum ullin dúnfínt nappað.
Kom, lat okkum hond í hond
glað um træið vappa,
legg tú tína lítlu hond
í hørðu hond hjá abba.
Træið grønt og vakurt er,
ljós á greinum skína.
Gev mær tína fittu hond,
og tú skalt fáa mína.
So um træið dansa vit
og syngja glað av hjarta.
Uppi í sjálvum toppinum
skínur stjørnan bjarta.
Sitat um jól
– Ein heimagjørd gáva sigur nógv
meiri enn okkurt keypt tinganeyst.
Hon sigur, at man hevur nýtt tíð
og orku. Hon sigur, at tað er nakað
persónligt. Hon sigur, at man fær
alt for lítið í lummapengum!
Teknirøðin "Steen og Stoffer"
– Jólamaðurin er inni á nøkrum
røttum: Vitja fólk einaferð um árið
Victor Borge
– Vit eiga at geva, sum vit taka ímóti:
við gleði, skjótt og uttan drál - tí tað
er eingin vakurleiki við eini gávu, sum
illa vil sleppa hondunum á gevaranum
Seneca
– Eg gavst at trúgva uppá
jólamannin, tá eg var seks ár.
Mamma tók meg við í eina
sølumiðstøð at hitta hann, og hann
spurdi meg um mín autograf.
Shirley Temple
– Tað er við at geva, at tú fær.
Frans av asissi
– Tað eru fýra tíðarskeið í lívinum
hjá einum manni: 1- hann trýr
uppá jólamannin, 2- hann trýr
ikki uppá jólamannin, 3 - hann
er jólamaðurin, 4 - hann líkist
jólamanninum.
Ókendur
– Maria var gift við Jósefi, men
so bleiv hon pá vegin við einum
falnum eingli. Tí máttu tey koyra
við eslinum, inntil tey komu til eitt
ungdómsherberg, men har sluppu
tey ikki inn. Til endans máttu tey
búgva í einum rotnum, gomlum
fjósi, sum onkur bóndi átti, og
Jesusbarnið mátti liggja í eini skál,
meðan eslið stóð og gløddi at
honum.
Elin 6 ár
– Fyrst var Gud giftur við Mariu,
men so blivu tey skild, og so flutti
Gud altso upp í himmalin.
Hálvdan, 6 ár
– Tað besta við Gudi er, at honum
dámar børn, sjálvt um tey skikka
sær illa. Hann er tann einasti, sum
dámar óskikkilig børn.
Jón, 6 ár
– Jólamaðurin er øgiliga gamal.
Hann er minst 12 ár.
Anna 5 ár
– Eingin er nakrantíð vorðin
fátækur av at geva
Anne Frank
Jólayrking
eftir Marius Johannesen, skrivað fyrst í 80'unum